Mikukvøldið 30. mai 2018 kl 19.00 skipar ÍSF fyri einum evniskvøldi í Ítróttarhøllini á Sandi. Tiltakið er ætlað nevndarlimum og ábyrgdarfólkum í ítróttafeløgunum í Sandoy og annars øllum, sum hava hug at luttaka. Endamálið við tiltakinum er at kunna feløgini um ÍSF og tess virksemi.

Evnini, sum verða viðgjørd, eru m.a.:

  • Bygnaðurin í ÍSF
  • Tryggingarviðurskiftir
  • Doping
  • Etisku leiðreglurnar
  • Rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur
  • Skeiðsvirksemi
  • Strandferðslukortini
  • Skattur og MvG
  • Sports agreement
  • o.a.

Tiltakið byrjar klokkan 19 og er í umleið 2 tímar.

Higartil í ár hava vit vitjað í:
Klaksvík
Vágunum
Runavík
Tórshavn
Tvøroyri