Mikukvøldið 30. mai 2018 kl 19.00 skipar ÍSF fyri einum evniskvøldi í Ítróttarhøllini á Sandi. Tiltakið er ætlað nevndarlimum og ábyrgdarfólkum í ítróttafeløgunum í Sandoy og annars øllum, sum hava hug at luttaka. Endamálið við tiltakinum er at kunna feløgini um ÍSF og tess virksemi.
Evnini, sum verða viðgjørd, eru m.a.:
- Bygnaðurin í ÍSF
- Tryggingarviðurskiftir
- Doping
- Etisku leiðreglurnar
- Rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur
- Skeiðsvirksemi
- Strandferðslukortini
- Skattur og MvG
- Ítróttaravtalan
- o.a.
Tiltakið byrjar klokkan 19 og er í umleið 2 tímar.
Higartil í ár hava vit vitjað í:
Klaksvík
Vágunum
Runavík
Tórshavn
Tvøroyri