ÍSF hevur sett Katrina Dam á Neystabø í fast starv sum ítróttaráðgeva við høvuðsábyrgd fyri breiddarítrótti
– Felagsskapurin er eitt av aðalendamálunum við ítróttinum, og tí fer ÍSF nú at styrkja enn meira um breiddarítróttin. Í hesum sambandi hava vit sett Katrina Dam á Neystabø í fast starv, og hon fer at standa fyri hesi uppgávuni, sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF.
– Koronatíðarskeiðið vísti okkum ovurstóra týdningin av felagsskapinum og hevði hetta stóra ávirkan á strategiiarbeiði 2022-2026, sigur Elin H. Joensen.
Í 2022-2026 strategiini hjá ÍSF undir heitinum “Í felag fram ímóti felags málum”, stendur um felagsskapin:
“Felagsskapurin er grundarlagið undir øllum skipaðum ítrótti. Í felagsskapinum verða vit knýtt saman, hildin uppi og hildin til. Her verða vit stuðlað og ment, og her samgleðast vit um stórar og smáar sigrar. Felagsskapurin er størsta styrki okkara og fortreytin fyri góðum úrslitum.”
Katrin Dam á Neystabø hevur seinastu tvey árini verið í verkætlanarstarvið hjá ÍSF, har hon hevur arbeitt við breiddarítrótti, samsvarandi 2022-2026 strategiini hjá ÍSF. Ein av hesum verkætlanum er Skúlaleikir, sum hava slagorðið “felagsskapur og rørslugleði fyri øll”.
Verkætlanin hevur koyrt seinastu tvey árini í 4, 5 og 6 flokki í skúlunum kring Føroyar, og afturmeldingarnar hava verið sera góðar. Í ár er verkætlanin víðkað við rørsluátakinum PULS á Glasi. Eydnast verkætlanin sum ætlað, fáa restina av miðnámsskúlunum boði at verða við næsta skúlaár. Afturat hesum er eisini ætlanin, at seta fokus á rørsluátøk innan dagstovnaøkið í nærmastu framtíð.
Katrin Dam á Neystabø umboðar eisini ÍSF í umráðandi Barnaverkætlanini, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Heilsumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið, Løgmálaráðið og Kommunufelagið standa fyri.
Slóð til Skúlaleikir: https://skulaleikir.fo/
Slóð til rørsluátakið PULS: https://isf.fo/nytt-rorslukskeid-fyri-naemingum-a-glasi/