ÍtróttaFAGNAÐUR – ÁTAKIÐ 2020

ÍSF fagnar einum ítróttarligum átaki, sum hevur skarað framúr undanfarna árið, og tí hevur uppiborið hendan heiður. Ársins ÍtróttaÁTAK hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt. Átakið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum.

Øll kunnu innstilla ítróttarligt átak, ið tey meta hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt (sí Innstillingarskjal niðanfyri hesum).

Freistin er sunnukvøldið 3. januar 2021 á midnátt.

 

ÍtróttaÁTAKIÐ 2020:

– Ein og hvør kann innstilla eitt ítróttarligt átak, ið tey meta hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt
– Nevnd Poul E Petersens tekur støðu til, hvat átak skal hava heiðurin sum ársins ÍtróttaÁTAK.
– Ársins ÍtróttaÁTAK verður latið til eitt átak hvørt ár. Nevndin kann taka avgerð um, at einki átak verður heiðrað
– Ein treyt fyri at fáa heiðurin sum ÍtróttaÁTAKIÐ er, at átakið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum
– Vanligar kappingar ella venjingar verða ikki roknaðar sum eitt átak í hesum førinum