Ítróttasamband Føroya skipar á hvørjum ári fyri tiltakinum ”ÍtróttaFAGNAÐURIN”, ið hevur til endamáls at seta sjóneyðkuna á føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, venjarar og eldsálir, sum virka í føroyska ítróttaheiminum – í ítróttafeløgunum og sambondunum.

Íðkarar, serliga úrvalsíðkarar, hava dreymir um at standa ovast á tindunum. At klatra upp á tindarnar krevur eitt miðvíst arbeiði, og krevur samstundis nógva tíð og nógva orku, og stórt yvirskot. Á ÍtróttaFAGNAÐINUM skulu finnast ítróttafólk ella úrvalsíðkarar til heiðurslønirnar ÍtróttaNAVNIРog ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ.

Stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, skal eisini virðismetast og heiðurslønin ÍtróttaFELAGSSKAPURIN verður latin til ein virknan felagsskap, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.

Ársins ÍtróttaÁTAK verður latið einum persóni, felagi, sambandi ella øðrum, sum í árinum hevur tikið stig til eitt átak, ið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum á serstakan hátt.

Heiðurslønin ÍtróttaFYRIMYNDIN verður latin einum íðkara, venjara, liðleiðara, nevndarlimi ella øðrum, ið tekur ítróttin í álvara, og sum er fyrimynd hjá hinum við einum jaligum hugburði bæði til venjing og kapping.

Felagsítrótturin hevur øll við og skapar eina savningarmegi, sum hevur stóran týdning fyri alt samfelagið Uttan øll tey, sum brúka sína frítíð ólønt at arbeiða fyri ítróttin, ber als ikki til. Eldsálirnar hava stóran týdning, bæði fyri ítróttarfeløgini, og fyri ítróttin yvirhøvur: Tað eru eldsálirnar, sum leggja ómetaliga orku í arbeiði fyri, at ítróttarfeløgini kunnu virka.

ÍSF virðismetir hetta ólønta og sjálvbodna arbeiðið, og í hesum sambandi verður Heiðursskjal Poul E. Petersen latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt.

ÍtróttaFAGNAÐURIN 2021 verður hildin leygarkvøldið 5. februar 2022 á Hotel Hilton og sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya sendur beinleiðis frá tiltakinum kl 20:00.

Meiri kunning um heiðurslønirnar og leinkja til at innstilla er her: ÍtróttaHEIÐURSLØNIR – Ítróttasamband Føroya (isf.fo)