ÍtróttaFAGNAÐUR – FELAGSSKAPURIN 2020

Ársins ÍtróttaFELAGSSKAPUR er eitt samband ella felag undir ÍSF, sum hevur skarað framúr undanfarna árið, og tí hevur uppiborið heiðurin.

Øll kunnu innstilla eitt felag ella samband, sum tey meta, hevur uppiborið heiðurin (sí Innstillingarskjal niðanfyri hesum).

Freistin er sunnukvøldið 3. januar 2021 á midnátt.

ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2020:

  • Øll kunnu innstilla eitt felag ella samband, sum tey meta, hevur uppiborið heiðurin
  • Starvsnevndin velur millum innstillingarnar ársins ÍtróttaFELAGSSKAP sambært leiðreglunum

 

Ársins felagsskapur er ein vælvirkandi felagsskapur, sum tekur ábyrgd og leggur lunnar undir einum góðum og mennandi umhvørvi fyri síni limafeløg og/ella fyri teirra íðkarar, venjarar, nevndarlimir, sjálvboðin v.m. Ársins felagsskapur ger eitt sera gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði, og hevur:

– dirvi at droyma stórt og/ella annaðleiðis
– er eyðkent við síni nýhugsan
– kann vísa á góð úrslit, men …
– … tekur eisini breiddina við