Ítróttafeløg fáa 90 prosent av mistum inntøkum aftur

Ítróttafeløg fáa 90 prosent aftur av inntøkunum, sum tey mistu orsakað av covid-19 tíðarskeiðið 12. mars – 30. juni. Tilsamans 43 feløg fáa stuðul eftir covid-19 reglugerðini

Covid-19 stuðulin til ítróttin er nú býttur út millum 43 ítróttafeløg. Løgtingið setti fýra milliónir krónur av til covid-19 stuðul til ítróttin, og henda upphæddin røkkur til at endurrinda ítróttafeløgunum 90 prosent av mistum inntøkum tíðarskeiðið 12. mars – 30. juni 2020.

Ítróttarfeløg kundu søkja um stuðul fyri mistar inntøkur eftir “Reglugerðini fyri stuðul til mistar inntøkur í sambandi við COVID-19”, tí ítróttatiltøk vóru avlýst ella nógv avmarkað sum ein avleiðing av almennu covid-19 tilmælunum.

45 feløg nýttu møguleikan og søktu um tilsamans 6,6 milliónir krónur. Sambært covid-19 reglugerðini høvdu 43 feløg rætt til stuðul á samanlagt umleið 4,5 milliónir krónur. Tær fýra milliónir krónurnar, sum løgtingið oyramerkti til covid-19 stuðul, svara sostatt til, at ítrótturin fær 90 prosent av mistum inntøkum aftur.

Yvirlit yvir ítróttafeløg, sum hava fingið Covid-19 stuðul

Reglugerð Covid-19