ÍtróttaNAVNIÐ 2020 ein svimjari, rógvari ella fótbóltsspælari

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Sverri Sandberg Nielsen og Jóan Símun Edmundsson eru í uppskoti til viðurslønina ÍtróttaNAVNIÐ 2020, ið er ein av heiðurslønunum á ÍtróttaFAGNAÐINUM leygarkvøldið

Royndi svimjarin Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Sverri Sandberg Nielsen, evropameistari í rógving, og fótbóltsleikarin Jóan Símun Edmundsson, sum spælir við týska Arminia Bielefeld, eru í uppskoti at fáa heiðurin ÍtróttaNAVNIÐ 2020.

ÍtróttaNAVNIÐ er ein av teimum seks heiðurslønunum, sum verða latnar á Ítrótta-FAGNAÐINUM í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið. Heiðurin ÍtróttaNAVNIÐ verður latin einum íðkara, ið skarar framúr.

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard vísir ein framúr góðan hugburð til venjing og kapping. Vár er norðurlendskur meistari í 800 frí og hevur eisini vunnið onnur norðurlendsk heiðursmerkir. Vár vann allar sínar finalur í FM í november – tilsamans 13 gullheiðursmerki á stuttgeil. Vár eigur harumframt 10 føroysk met.

Sverri Sandberg Nielsen tryggjaði sær við gullinum evropameistaraheitið í single sculler í EM í Poznan í Póllandi í 2020. Árið fyri vann hann silvur í heimsmeistarakappingini í Eysturríki. Føroyski evropameistarin hevur víst, at við áræði og miðvísari venjing ber til at røkka nærum óhugsandi málum.

Jóan Símun Edmundsson hevði eitt gott kappingarár í 2019, hóast hann stríddist við skaðar. Hann var ein av lyklaleikarunum hjá Arminia Bielefeld, sum vann sær uppflyting til Bundesliguna.

ÍtróttaNAVNIÐ fær umframt heiðurin eisini 5.000 krónur í gávu. ÍtróttaFAGNAÐURIN 2020 verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 13. februar, kl. 19.30.