Olymiski paratleturin Hávard Vatnhamar, ungi hondbóltsúrmælingurin Elias Ellefsen á Skipagøtu og Sverri Sandberg Nielsen olympiskur finalulutakari í rógving, eru innstillaðir til heiðurin ÍtróttaNAVNIÐ 2021, ið er ein av heiðurslønunum á ÍtróttaFAGNAÐINUM leygarkvøldið 5 februar.

Hávard Vatnhamar luttók í PL í Tokyo, umboðandi Føroyar, í greinini para-marathon. Tað var ongantíð ætlanin, at Hávard skuldi luttaka í para-marathon, men tá úrtøkan í para-triatlon, har Hávard hevði best møguleika at gera seg veruliga galdandi, steðgaði vegna korona í 2020, og møguleikin hjá Hávardi at luttaka í hesari greinini harvið hvarv, gjørdi hann av at skifta ítróttargrein.

Hávard gjørdist eitt slag av fólkahetju hjá mongum føroyingum, tí hann við sínum jaliga lyndi fortaldi søguna um eitt ítróttarfólk sum, hóast nærum 20 ár í útlegd, vildi umboða Merkið, og bert Merkið, í Paralympisku leikunum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur longu í fleiri ár, við sínum heilt serligu evnum sum hondbóltsleikari, hugtikið hondbóltsfjepparar bæði í Føroyum og uttanlands.

Í august vann Elias við føroyska U19 landsliðnum, M19 Championship kappingina í Bulgaria, og harvið skulu Elias og liðfelagarnir spæla EM endaspæl fyri U20 menn í Portugal í juli 2022.

Elias gjørdist greiður toppskjútti í kappingini, og varð valdur besti leikari.

Í 2021 fekk Elias sín fyrsta dyst fyri føroyska A-landsliðið móti Ukraina í undankappingardysti til EM. Elias, sum var besti leikari á vøllinum, skeyt sjey mál, harav fleiri vóru í serflokki.

Í apríl var Elias í sínum næsta A-landsdysti, aftur besti leikari á vøllinum, tá Føroyar vunnu sín fyrsta undankappingardyst til EM móti Kekkia í høllini á Hálsi.

Elias gjørdist, í sínum fyrsta kappingarári í svenskum hondbólti, meistari við felagið sínum Sävehof. Umframt at Elias hevur spælt avgerðandi leiklut í luttøkuni hjá liði sínum í evropeisku kappingini hjá EHF, sum eitur European League.

Sverri Sandberg Nielsen valdi sum ungur at fylgja sínum dreymi um at blíva ein av bestu rógvarum í heiminum. Tað hevur ikki verið nakar dansur á rósum at náa hesum máli, tað hevur kravt miðvísa harða venjing og eina mentala barlast at kunna gera tað, ið Sverri hevur gjørt.

Sverri hevur víst, at hann er ein av heimsins fremstu rógvarum og ein av fáum føroyingum, ið hevur vunnið sær heiðurin at luttaka í OL, sum var í Tokyo í 2021. Spenningurin undan OL var øgiligur, Sverri hevði ein flúgvandi start undir innleiðandi kappingunum, og róði seg í A-finaluna, sum var tann 30.juli 2021.

Úrslitið varð, at Sverri róði seg til eitt 4. pláss. Til OL eru tað einans tey allar bestu ítróttarfólkini í heiminum, ið sleppa at kappast og at fáa eitt 4 pláss til OL, og harvið at vera 4. besti rógvari í heiminum, er stórt og eitt ítróttarligt bragd.

ÍtróttaNAVNIÐ fær umframt heiðurin eisini 5.000 krónur í gávu. ÍtróttaFAGNAÐURIN 2021 verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 5. februar, kl. 20:00.