Glasir bjóðar til kunningartiltak um treytir og mannagongdir í sambandi við fráveru og loyvda fráveru hjá næmingum, sum fara uttanlands umboðandi Føroyar í t.d. altjóða kappingum innan ítrótt, list og mentan. Eisini verður kunnað um møguleikan fyri longdari skúlagongd, har eitt nú 3-ára útbúgving kann takast yvir 4 ár.

Kunningartiltakið verður í fyrilestrarsali 105 á Glasi:
mikudagin 28. november 2018 kl 19.00

SKRÁ:

kl 19.00  Vælkomin – Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi
kl 19.05  Frávera og loyvd frávera: Hvussu søkir tú
kl 19.20  4-ára miðnáms-útbúgvingin á Glasi – Elsa Maria Holm Olsen, útbúgvingarstjóri fyri gymnasialt miðnám
kl 19.40  Spurningar og samanumtøka

Møtið fjølment