Stór móttøka var 25. august 2021 á Vaglinum fyri U-19-landsliðnum. Forsetin í ÍSF, Elin Heðinsdóttir Joensen, forkvinna í Hondbóltsambandinum, Gunn Ellefsen, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, tóku ímóti og hildu røður.

Niðanfyri er røðan hjá forsetanum í ÍSF, Elin H. Joensen:

Góðu tit allir – góðu tit, sum varða av hondbóltinum í Føroyum – og góðu føroyingar! Eg havi bara eitt orð, sum er nóg gott og fevnandi til hesa løtuna – og tað er: FAN-TAS-TISKT! Hjartaliga, hjartaliga til lukku! Tit hava nú skrivað søgu.

Og søgan um tykkum er søgan um alt tað, sum ger, at vit elska ítróttin. Tað er søgan um tað lítla liðið, sum fellir tey stóru liðini – eitt fyri og annað eftir. Tað er søgan um at trossa oddsini og ikki leggja so nógv í, hvat onnur siga um favorittar og sannlíkindi. Søgan um tykkum snýr seg eisini um dirvi, vilja og mót. Um at vera klárir og taka av møguleikanum – og aldrin, aldrin geva upp. Alt hetta sóu vit við okkara egnu eygum, tá vit á skíggjanum sóu tykkum berja tykkum fram til sigurs í EHF Championship kappingini. Fram til endaspælið í Evropa.

Men… øll vit, sum hava við ítrótt at gera, síggja í tykkum eisini søguna um alt arbeiðið, sum liggur aftanfyri hetta fantastiska úrslitið. Søguna um tað stóra, mennandi arbeiðið, sum er farið fram hvønn dag seinastu árini. Bæði hjá feløgum kring landið – og hjá Hondbóltssambandinum.

Vit vita, hvussu Hondbóltssambandið hevur sæð møguleikar, heldur enn forðingar, og hvussu tey hava torað at hugsað stórt og gingið á odda. Vit vita, at hetta úrslitið ikki er komið av sær sjálvum, men av nógvum, hørðum og miðvísum arbeiði hjá nógvum fólkum. Tað er eitt úrslit av høgum málsetningunum. Av fyriskipan, dagligari venjing og einum brennandi ynski um at vilja hondbóltinum væl úti í feløgunum. Tað er eitt úrslit av foreldrum, sum stuðla og eggja børnunum til – eisini tá tey onkuntíð ikki tíma so væl. Og tað er eitt úrslit av beinharða viljanum hjá tykkum leikarum.

Øll, sum kenna til ítrótt, kenna eisini til allar teir mongu venjingartímarnar. Til alt tað, tit hava sagt nei til ígjøgnum ungdómin – tí tit hava skulað vant ella spælt dyst. Vit kenna søguna um bæði upp- og niðurtúrar á vegnum.
Men nú fingu tit lønina. Søgan fekk ein enda, sum eingin hevði torað at droymt um, tá tit sum smáir kúllar tóku fyrstu fetini við einum hondbólti.

Tað eru sjálvandi fyrst og fremst tit leikarar, sum eiga hetta bragdið. Tað er tykkara blóð, sveitti og tár. Tykkara søga. Men tað eru mong – foreldur, venjarar, hjálparfólk og onnur – sum onkustaðni á leiðini hava skrivað eina reglu, eina síðu ella ein kapittul í hesi fantastisku søguni, sum vit nú eru vitni til. Støðið á hondbóltinum í Føroyum er hækkað ómetaliga nógv seinastu árini, samstundis, sum man hevur hugsað um at taka baklandið við og styrkja samanhaldið um hondbóltin.

Vit síggja tað í breiddini – við hvussu nógv í dag spæla hondbólt – og í elituni. Við hvussu væl tað gongur hjá øllum landsliðunum hjá bæði gentum og dreingjum. Og vit síggja tað í tykkum. Millum teir bestu í Evropa.
Ikki longur við fyri at læra, men til onnur at læra av. Tað er fantastiskt! Og vit vita, at tað eisini er dýrt! Politiski myndugleikin er jaligur, tíbetur. Tí tað ber ikki longur til at síggja burtur frá teimum mongu góðu úrslitunum, sum aftur og aftur vísa seg innan føroyskan hondbólt.

Tað ber ikki til at síggja burtur frá, at Føroyar komandi summar skal til EM-endaspælið – bæði við U18 og U20 monnum. Og at tað bara er ein spurningur um tíð, áðrenn kvinnurnar eisini koma við.

Hjá ÍSF er eingin ivi: okkara lutur í arbeiðnum at tryggja tykkum bestu sømdir og umstøður, skal ikki liggja eftir.
Góðu leikarar, hondbóltsfólk, foreldur og avvarðandi – og góðu tit í Hondbóltssambandi Føroya: Hjartaliga til lukku! Vit gleða okkum til komandi summar, tá tit skulu skriva framhaldið av hesi framúr góðu søguni.
Takk fyri!

(myndina hava vit lænt frá torshavn.fo)

Sí annars facebook-síðuna hjá Tórshavnar kommunu