Hevur tú eitt gott hugskot til navnið á nýggju heiðurslønini, sum ÍSF skal lata á ÍtróttaFAGNAÐINUM?
ÍSF ynskir at heiðra ein ungan persón, 20 ár ella yngri, ið við sínum góða lið- og felagsanda ger sítt íkast til, at hini á liðnum ella í felagnum kenna seg vælkomin, sædd og sum ein umráðandi part av liðnum/felagnum. Sostatt leggur viðkomandi lunnar undir tann góða felagsskapin.
Persónurin stimbrar undir rørslu- og ítróttargleðina hjá hinum og lyftir tey, bæði tá gongur við og tá tað gongur ímóti. Viðkomandi lýsir upp, tá ið lagið er ringt, tá ið venjingin er hørð, og tá ið úrslitini ikki eru sum ætlað.
Persónurin roynir at fáa øll við – bæði til venjingar og kappingar, men eisini í sosiala lívinum uttanfyri ítróttin. Har íðkarar fungera væl sosialt, halda tey ungu fram í ítróttinum í longri tíð.
Í stuttum kann sigast um viðkomandi at hesin:
- Á serligan hátt styrkir og stimbrar samanhaldið í felagnum
- Skapar gott vinarlag á liðnum ella í felagnum
- Er ein góð fyrimynd
- Hevur jaligan hugburð og góða orku
- Fær øll at kenna seg vælkomin
- Skapar gott lag – eisini tá ið tað gongst illa
Ynskiligt er at fáa eitt navn, sum hóskar væl til málbólkin, sum er 20 ár og yngri.
Vinnandi uppskotið fær gávukort til 2 bowlingbanar í ein tíma fra Bowl.fo
Vinarliga sendið navnauppskotið, saman við frágreiðing um, hví tú heldur hetta vera hóskandi, og hvønn týdning navnið hevur, til andras@isf.fo.
Freistin at lata uppskotið inn er 20.11.2023 kl. 12.00.
Vit tilskila okkum rættin til at velja frítt ímillum innkomin uppskot, umframt at tillaga, ella ikki at nýta vinnandi uppskot.