Starvsnevndin í ÍSF hevur tikið avgerð um, at Poolsamband Føroya kann gerast menningarsamband í ÍSF. Hetta bleiv endaliga staðfest á fundið í ÍSF í dag, har limaskapurin bleiv endaliga staðfestur.

ÍSF gleðist um menningina, sum fer fram í føroyskum ítrótti. Tað koma fleiri og fleiri ítróttgreinar og ítrótturin blívur betur og betur skipaður.

Poolsambandið er 26. sambandið í Ítróttasamband Føroya.

Á myndini sæst Ítróttaráðgevin hjá ÍSF Andras Nolsøe saman við nevndini í Poolsamband Føroya. Shehan Andrew Bandara, formaður – Ólavur Kjølbro, skrivari – Arnfinn í Bartalsstovu, kassameistari, Hans Kristian Hansen manglar á myndini.

ÍSF ynskir Poolsamband Føroya hjartaliga tillukku við limaskapinum