Úrval stuðlar sjey ítróttagreinum við 1,6 milliónum krónum í 2025
Nevndin í Úrvali hevur játtað 1,6 milliónir krónur til úrvalsítrótt í 2025, sum verða býttar millum sjey sambond. Stuðulin verður veittur sambondum, ið hava prógvað sítt høga støði og arbeiða miðvíst við at menna íðkarar og lið. Við hesum stuðli verður vøkstur stimbraður, og føroyskir íðkarar fáa betri møguleikar fyri at røkka altjóða úrslitum.
Stuðulin fyri 2025 er býttur soleiðis (eftir alfabetiskari røð):
Bogaskjótisamband Føroya (Stig 1) | 181.000 kr |
Fimleikasamband Føroya (Stig 5) | 30.000 kr |
Føroya Styrkisamband (Stig 2) | 168.000 kr |
Frælsur Ítróttur Føroya (Stig 5) | 105.000 kr |
Hondbóltssamband Føroya (Stig 2) | 784.000 kr |
Svimjisamband Føroya (Stig 2) | 276.000 kr |
Taekwondosamband Føroya (Stig 3) | 56.000 kr |
Nevndin metir, at føroyskur úrvalsítróttur er í góðari menning, nú fleiri ítróttagreinar arbeiða miðvíst við at menna karmar fyri altjóða kappingar.
Føroyskur ítróttur flytir seg støðugt á hægri støði. Vit síggja øktan áhuga og ágrýtni frá bæði íðkarum og sambondum fyri at røkka nýggjum málum, sigur nevndin í Úrvali.
Í ár komu umsóknir inn um tilsamans 10,1 milliónir krónur, men avmarkaða upphæddin ger, at ikki allar umsóknir kunnu verða játtaðar uttan tillagingar. Býtið verður grundað á innihaldið í umsóknini hjá hvørjum einstøkum sambandi, talið og vavið av innkomnu umsóknunum – tí fleiri umsóknir hava við sær, at minni stuðul verður latin til hvørt samband. Hugt verður eisini eftir, um úrslitini stava frá kappingum við breiðari luttøku og einum kappingarstøði, sum er á ella tætt við altjóða úrvalsstøði fyri viðkomandi ítróttagrein. Henda heildarmetingin skal tryggja, at stuðulsbýtið er rættvíst og samrøtt við tey mál, sum Úrval hevur sett.
Ein týðandi broyting í ár er, at Úrval ikki longur veitir beinleiðis stuðul til einstakar íðkarar ella lið. Í staðin verður stuðulin latin sambondunum, sum síðani hava ábyrgdina av at býta peningin víðari til sínar íðkarar ella lið. Tað verður gjørt, tí at sambondini hava best innlit í og yvirlit yvir sítt úrvalsvirksemi, og tí eru tey í bestu støðu at taka avgerðirnar.
Úrval ynskir sambondunum bestu eydnu við úrvalsarbeiðinum og við kappingum í 2025.
– Úrval