Nevndin í Úrvali hevur játtað 14 umsóknum umboðandi 7 ítróttagreinar stuðul til úrvalsítrótt í 2023

Á hvørjum ári metir nevndin í Úrvali um, hvussu úrvalsítrótturin skal stuðlast. Í ár fáa 14 umsóknir játtandi svar, og tað eru umsóknir bæði til einstaklingar og bólkar. Samanlagt er talan um stuðul til 11 einstaklingar og 3 lið.

Íðkarar og lið umboðandi 7 sambond fáa stuðul úr Úrvali í 2023. Í hesum sambandi kann nevnast, at íðkarar frá Styrkisambandi Føroya hava fingið stuðul úr Úrvali fyri fyrstu ferð. Harumframt hava íðkarar og lið frá bogaskjóting, flogbólti, fimleiki, hondbólti, svimjing og taekwondo fingið stuðul úr Úrvali í 2023.

Nevndin í Úrvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttin, sum ber boð um, at føroyskur ítróttur sum heild er í stórari menning.

– Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur nevndin í Úrval.

28 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2023, og søkt var um tilsamans 5 milliónir krónur.

Nevndin í Úrval

Yvirlit yvir játtaðar umsóknir 2023

NavnSambandJáttan
Jóannes PoulsenArchery80.000
U17 gentur og dreingirVolleyball40.000
Rani A. DalsgarðGymnastics75.000
Astrið N. BreckmannGymnastics40.000
Aron D. JacobsenGymnastics75.000
U02 mennHandball350.000
U04 mennHandball350.000
Elisabeth ErlendsdóttirSwimming100.000
Vár E. EidesgaardSwimming100.000
Niels Áki MørkWeight lifting / fitness75.000
Maibritt Reynheim PetersenWeight lifting / fitness40.000
Høgni Kunoy DávasonTaekwondo100.000
Jónas NielsenTaekwondo75.000
Dávid á LakjuniTaekwondo75.000
Í alt1.575.000