Nú verður val til Íðkaranevndina á fyrsta sinni. Nevndin skal umboða sjónarmiðini hjá teimum aktivu íðkarunum og er ráðgevandi hjá starvsnevnd og undirnevndum ÍSF og Úrval í viðurskiftum hjá úrvalsíðkarum. Kynsjavnbýti skal vera í nevndini og formaðurin fær sæti í starvsnevndini.

Valið byrjar 8. mars og endar 15. mars 2022. Íðkarar, sum lúka ávísar treytir sambært reglugerðini hava rætt at stilla upp og at velja. Sambondini hava sent inn vallistar, umframt, hvørji ynskja at stilla upp, og tey, sum hava valrætt, hava fingið teldupost um atkvøðugreiðsluna.

Vallistin 2022:

  • Sarita Kristina Hansen, rógving
  • Petur Sigurð Johannesen, judo
  • Gunnva K. Jacobsen, badminton
  • Hávard Vatnhamar, parasport (beinleiðis valdur)
  • Rani Allansson Dalsgarð, fimleikur
  • Kaspara Danielsen, fimleikur
  • Pál Joensen, svimjing
  • Signhild Joensen, svimjing
  • Silja Johannesen, judo
  • Torkil Veyhe, súkkling/triathlon
  • Edna Maria Debes, frælsur ítróttur