Leygarkvøldið 10. februar var Løkshøll í Runavík karmur um ÍtróttaFAGNAÐIN, sum ÍSF skipaði fyri. Tey, ið vórðu tilnevnd og heiðrað, eru bæði úrmælingar innan sína ítróttargrein og fólk, ið eru savnandi og mennandi fyri føroyska ítróttarlívið.
Seks heiðurslønir vórðu lætnar, umframt Heiðursskjal Poul E. Petersen.
ÍtróttaNAVNIÐ 2023 gjørdis A-landsliðið hjá monnum í hondbólti.
Gongdin í føroyskum hondbólti hevur verið sera góð seinastu árini. Kortini var árið 2023 ein marknaðarsteinur, tí A-landsliðið hjá monnum vann sær pláss í EM-endaspælinum í januar 2024. Hetta er fyrstu ferð eitt føroyskt lið hevur rokkið einum endaspæli.
Allir føroysku leikararnir spæla longu – ella eru á veg at spæla – yrkis- ella sáttmálahondbólt. M.a spæla tveir teirra í toppliðum í Bundesliguni í Týsklandi, sum verður mett at vera fremsta hondbóltsdeildin av øllum.
At eitt føroyskt A-landslið skuldi spæla eitt EM endaspæl var bara fyri fáum árum síðani púra óhugsandi. Fyri føroyskan hondbólt kann týdningurin av hesum bragdið ikki lýsast við orðum. Og fyri føroyskan ítrótt sum heild er hetta somuleiðis ein áminning um týdningin av at seta sær høg mál og síggja møguleikar heldur enn forðingar.
Hini tilnevndu vóru KÍ, besta liðið hjá monnum, og Jónas Gunnleivson Isaksen, rennari.
STJØRNUSKOTIÐ 2023 gjørdist Jónas Gunnleivsson Isaksen – 2023 var árið, har hann veruliga gjørdi um seg. Jónas tók øll á bóli, tá ið hann á Oyggjaleikunum á Guernsey legði alla mótstøðu afturum seg og vann gull í bæði 200 m og 400 m renning. Hann setti oyggjaleikamet á 400 m og ivaleyst eisini á 200 m, har tíðtøkan tó miseydnaðist.
Men Jónas prógvaði tó skjótt, at úrslitið á oyggjaleikum ikki var hepni. Hann sló av sonnum navn sítt fast, tá hann gjørdist Evropameistari fyri U20 við tíðini 45,86 sek – bara 17 ára gamal. Tíðin var skjótari enn danska U20 metið og við henni setti hann eisini nýtt norðurlendskt juniormet.
Hini tilnevndu vóru Rakel Brattalíð Tindskarð, ríðing, og U19 landsliði hjá monnum í hondbólti.
ÍtróttaELDSÁLIN 2023 er Eyðdis Ellendersen úr TB. Síðani Eyðdis Ellendersen á fyrsta sinni kom í nevndina hjá TB, hevur hon lagt nógva tíð og orku í at hjálpa Tvøroyrar Bóltfelag við øllum hugsandi viðurskiftum. Bæði í góðum og truplum tíðum.
Eyðdis sigur aldri nei, tá hon verður spurd. Heldur ikki til uppgávur, sum liggja uttanfyri hennara øki – til dømis í samband við leikarasáttmálar, fíggjarlig viðurskifti ella at bíleggja útlendskum leikarum ferðaseðlar. Eitt skifti var hon enntá forkvinna í TB.
Jaligi hugburðurin hjá Eyðdis smittar bæði nevndarlimir og hjálparfólk í felagnum og ger trivnaðin góðan. Hetta positiva huglagið í TB hevur við sær, at fólk uttanfyri vilja sleppa uppí felagsskapin.
Saman við Eyðdis vóru Jan Johannesen, flogbóltur og Jón Brekku, tennis tilnevnd.
ÍtróttaVENJARIN 2023 er Heri Ziska, frælsur ítróttur.
Ímyndin av frælsum ítrótti í Føroyum man helst vera Heri Ziska. Hann íðkaði kastiítrótt í nógv ár og vann hópatals heiðursmerki á høgum støði. Samstundis setti hann seg tó eisini inn í allar hinar greinarnar í frælsum ítrótti og fór at læra frá sær.
Av tí, at Heri kennir allar greinarnar í frælsum ítrótti, eru venjingarnar fjølbroyttar og áhugaverdar. Fær ein íðkari skaða, dugir hann væl at leggja venjingina til rættis, so at kroppurin styrknar aftur.
Hóast Heri er knýttur at Hvirluni sum venjari, er hann eisini instruktørur hjá øðrum venjarum og ger soleiðis sítt til at seta við. Hann er gávumildur við sínum royndum, síni vitan og mongu hugskotunum um, hvussu vit í Føroyum frameftir kunnu styrkja frælsa ítróttin.
Í uppskotið til ÍtróttaVENJARIN 2023 vóru eisini Wong Fai Yin, badminton, og Sarita Kristina Hansen, rógving.
ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2023 er Sandoyar Ítróttarfelag B71 – ein av sonnum savnandi felagsskapur fyri alla Sandoynna. Her eru bæði børn og vaksin virkin, og flestu fólk í oynni munnu onkursvegna hava eitt tilknýti til felagið – tað veri seg sum íðkarar, venjarar, áskoðarar ella hjálparfólk annars.
Fyri eina lítla oyggj sum Sandoynna – við smáum spjaddum bygdum – hevur tað ómetaligan týdning, at okkurt er, sum savnar øll. B71 skapar lív og samanhald í oynni, og tað skal ikki undirmetast hvønn sosialan, heilsuligan og lokalan týdning, felagið hevur.
Stórt fokus hevur verið á tey sjálvbodnu í felagsskapinum. Tey eru grundvøllurin, sum alt virksemið byggir á, og tey gera tað møguligt hjá einum so lítlum felagi at vera virkið. Seinnu árini er limatalið nógv vaksið, og tað merkist eisini aftur í trivnaðinum í felagnum.
Í uppskoti til ÍtróttaFELAGSSKAPIN 2023 vóru eisini flogbóltsfelagið Mjølnir, og Hondbóltssamband Føroya.
ÍtróttaELDSÁLIN 2023 eru Jóhanna Østerø og Gyða B. Djónadóttir úr Neistanum. Gyða og Jóhanna eru liðfelagar og spæla hondbólt við gentum 14 ár hjá Neistanum.
Tær eru glaðar, tá tær koma í høllina, møta væl upp og skapa gott samanhald í hópinum. Serliga duga tær væl at taka ímóti yngru gentunum á liðnum og at fáa allar at kenna seg væl.
Seinastu tvey kappingarárini hava Gyða og Johanna, sum eru 13 ára gamlar, verið hjálparvenjarar hjá gentunum, sum nú eru 9-10 ár. Tað er eyðsýnt, at genturnar eru sera glaðar fyri sínar hjálparvenjarar, og tær tíma enn betur at venja, tá tær eru har. Gyða og Johanna duga væl at rósa gentunum og fáa tær at kenna seg væl.
Samanumtikið eru Gyða og Johanna tvær sólstálur, sum eru fyrimyndir fyri okkum øll í felagskapinum – bæði yngru genturnar, liðfelagar sínar og ikki minst okkum vaksnu.
Í uppskotið til ÍtróttaSÓLSTRÁLAN 2023 vóru eisini Ári Fríðason Jensen, borðtennis, og Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen, hondbóltur og fimleikur
Heiðursskjal Poul E. Petersen varð latið Jan Günther fyri hansara ótroyttiliga, sjálvbodna arbeiði fyri Havnar Judofelag og fyri judo-ítróttin í Føroyum yvirhøvur.
Jan var við frá byrjan. Hann var við at stovna Havnar Judofelag í 1971 og eisini Judosamband Føroya í 1981. Jan hevur ótroyttilig arbeitt fyri at menna judo-ítróttin bæði her heima, men eisini altjóða.
Jan eigur stóran æru í, at tað í dag eru 6 judofeløg í Føroyum og at judo er í stórari menning.
Endamálið við at lata heiðursskjal Poul E. Petersen er at heiðra eldsálum í føroyskum ítrótti, og fyri henda heiðurin fekk Jan Günther eisini gullnál ÍSF.
Allir vinnararnir fingu steyp, skreytblað umframt eina peningagávu.
Høvuðsstuðar hjá ÍtróttaFAGNAÐINUM 2023 vóru:
Poul Hansen – Runavíkar Kommuna – MBM – Smyril Line – SMS – Atlantic Airways.