Her síggjast tey heiðraðu saman við Føroya Løgmanni, Aksel V Johannesen og forsetanum í ÍSF, Elin H Joensen.

Leygarkvøldið 1. februar 2025 var Løkshøll í Runavík karmur um ÍtróttaFAGNAÐIN, sum ÍSF skipaði fyri. Tey, ið vórðu tilnevnd og heiðrað, eru bæði úrmælingar innan sína ítróttargrein og fólk, ið eru savnandi og mennandi fyri føroyska ítróttarlívið.

Seks heiðurslønir vórðu lætnar, umframt Heiðursskjal Poul E. Petersen.

ÍtróttaNAVNIÐ 2024: A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti.

28. novembur til 15. desember luttók føroyska A-landsliðið hjá kvinnum fyri fyrstu ferð í einum endaspæli.  Føroyar spældu í bólki D í Basel í Sveis, og úrslitini vóru sera góð. Eitt tepurt tap móti Sveis, síðani javnt móti Kroatia og taptu at enda móti Danmark, sum rakk finaluni.

Føroyar gjørdust nr. 3 í bólkinum og samanlagt nr. 17 av 24 londum, sum m.a. hevur við sær, at Føroyar eru styrkimett í ovara lagnum undan lutakastinum til HM play off dystirnar í apríl 2025. Tað ger møguleikan at spæla seg til HM endaspælið í 2025 munandi betri.

Støðugt fleiri kvinnur spæla hondbólt á høgum støði uttanlands. Sjey teirra, sum vóru við til EM, spæla yrkis- ella sáttmálahóndbólt í fremstu donsku deildini, sum er millum sterkastu deildirnar í heiminum. Áhugin fyri kvinnunum er sera stórur og flest allir føroyingar fyglja við í sjónvarpinum og miðlunum, tá ið kvinnurnar spæla, og omanfyri 400 føroyingar vóru til dystirnar og settu stóran dám á.

Kvinnurnar hava víst, at tær standa onki aftanfyri mennirnar – og tær hava prógvað, at eisini gentur og kvinnur eiga at droyma um at røkka tindunum í síni ítróttargrein og í samfelagnum annars.

Hini tilnevndu vóru: rógvarin Sára Maria Johansen og rógvarin Sverri Sandberg Nielsen.

STJØRNUSKOTIÐ 2024: Svimjarin Líggjas Joensen. 

16 ára gamli Líggjas Joensen hevur havt einstandandi framgongd seinastu árini.

Við góðum úrsliti var hann fyrst einsamallur føroyingur til HM á langgeil í Katar. Síðani var hann við til Danish Open í apríl, har hann vann fleiri gull, silvur og bronsur. Síðani var hann til NMU í Finnlandi í juni/juli, har hann vann tvær gull, eina silvur og eina bronsu. Í november/desember svam hann til NJM, har hann vann eina gull og tvær silvur – og at enda svam hann á stuttgeil til HM í desember, har hann fekk eitt 32. pláss, sum kvalifiserar til úrval á 2. stigi. Hartil koma heiðursmerkini, hann hevur vunnið til liðkappingar.

Líggjas eigur longu fleiri føroysk met og juniormet. Nú kappast hann um metini, sum Pál Joensen eigur, og hóast tað er ein trupul uppgáva, nærkast hann í hvørjum. 

Hóast sín unga aldur hevur hann svomið seg til gullnál við stjørnu hjá SSF, sum er fyri besta avrik yvirhøvur, umframt hann hann rakk 800 AQUA-stig, sum eisini er ein sjáldsamur heiður.Hini tilnevndu vóru: Maria Pálsdóttir Nólsoy, hondbóltur, og Mia Højgaard, amboðsfimleikur.

ÍtróttaELDSÁLIN 2024: Hildigarð Eliasen, ÍF. 

Hildigarð Eliasen hevur nógv nøvn og nógvar hattar: ÍF-kemparin, ÍF-mamman, ÍF-omman, Frú ÍF, Ársins ÍF-fjeppari, samskipari, peningarøkil, ábyrgdari av tombola – bara fyri at nevna okkurt úr rúgvuni.

Hildigarð hevur ríkað ÍF í ein mansaldur við nærveru og ágrýtni, og hon hevur altíð gjørt tað á rættan hátt, við ítróttarliga andanum í miðdeplinum. Tað munnu vera fá í føroyska fótbóltsumhvørvinum, sum antin ikki hava hoyrt um ella havt okkurt við Hildigarð at gjørt. Hon er kend, bæði fyri sítt álvarsemi, speisemi og at hon ongantíð er bangin fyri at siga sína hugsan.

Hildigarð hevur í áravís tryggjað sær, at ÍF altíð var ein góður vertur, at dómararnir vóru í lagi og at okkurt altíð var til matna, sama um talan var um 8 ára gomul ella tey á bestu liðunum. Hildigarð byrjaði at hjálpa til, meðan maðurin var virkin og meðan børnini spældu. Men hóast Hildigarð nú er komin væl til árs við sínum 77 árum, so loysir hon framvegis uppgávur fyri ÍF.

Hini tilnevndu vóru: Súsanna Maria Hansen, B36, og Marlon Kjærbo, SuSvim.

ÍtróttaVENJARIN 2024: Jóhan Petur Poulsen, Víkingur.

Hann hevur ein brennandi áhuga fyri fótbólti, og í 2024 leiddi hann Víking til FM við sínum skarpa fótbóltsheila, treiskni, áhaldni og taktiska snildni. Somu dygdir hava eyðmerkt hansara venjaragerning í Víkingi seinastu 10 árini, hóast almenningurin helst ikki varnaðist hann, fyrr enn hann gjørdist venjari hjá besta liðnum í 2020.

Men Jóhan Petur Poulsen er so nógv meira enn tað. Hann er ein felagsins maður, har samanhald er gandaorðið. Hann veit, at skal eitt miðalstórt felag, sum Víkingur, gera seg galdandi í fótbólti, so telja allir smálutir. Tú hittir hann í Víkinga-húsinum ella kring vøllin so at siga sólaringin runt, bæði til dystir og til venjingar hjá øllum liðum og árgangum í felagnum. Hann hevur fingurin á pulsinum og varnast tíðliga gávuríkar leikarar – bæði á dreingja og gentusíðuni. 

Harafturat virkar hann eisini sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum og leggur dent á menningina hjá ØLLUM í felagnum – bæði breidd og elitu. Hann arbeiðir hart, er nærlagdur, seriøsur – og so hevur hann eitt ljósablátt hjarta, ið brennur fyri menningini í øllum pørtum av Víkingi. Hann er ein sannur fongur fyri felagið. 

Hini tilnevndu vóru: Súsanna Maria Hansen, B36, og Marlon Kjærbo, SuSvim.

ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2024: Flogbóltsfelagið Ternan.

Í flogbóltsfelagnum Ternuni á Toftum hevur tilgongdin seinastu árini verið metstór, tí felagið er merkt av opnum og inkluderandi hugburði. Málið er at gera flogbólt til eina ítrótt fyri øll – bæði børn og vaksin.

Breidd og trivnaður verða raðfest høgt, og øll kunnu luttaka og menna seg í felagnum. Eitt ábyrgdarfólk er knýtt at hvørjum liði fyri at skipa fyri felags kappingum og sosialum tiltøkum sum at eta og hugna sær saman. Hetta leggur lunnar undir gott samanhald og ger, at leikarar, venjarar og sjálvboðin kenna seg sum ein virknan part av einum góðum felagsskapi.

Hóast felagið er eitt av nýggjaru feløgunum í Føroyum og bara hevur virkað í knøpp 15 ár, hevur tað kortini 180 limir og lið í flestu deildunum – eisini bestu deildini hjá kvinnum og monnum. 

Felagið leggur stóran dent á at styrkja ungdómsarbeiðið við góðum venjarum og umstøðum, og seinasta kappingarár vinnu fleiri av ungdómsliðunum heiðursmerki. Eisini hevur verið boð eftir leikarum í landsliðshøpi. 

Sjálvt tey, ið eru yngri enn 6 ár, kunnu ganga til familjuflogbólt saman við foreldrunum.

Felagið er væl skipað og kappingarárið er lagt væl til rættis – bæði tá tað kemur til dómarar, fólk at skriva upp, gera klárt osfr. Leikarar døma regluliga, tá onnur lið spæla, tí hetta styrkir felagskensluna og er eisini ein menning í sær sjálvum.

Flogbótsfelagið Ternan sameinir trivnað, samanhald og góðan ítróttaranda í øllum sínum virksemi. 

Hini tilnevndu vóru: Dartsamband Føroya, og Hósvíkar Róðrarfelag.

ÍtróttaSÓLSTRÁLAN 2024: Lea Sundberg Eliasen – Fimleikafelagið Ljósið.

Lea var í ársins venjaratoymi í estetiska fimleikinum í ár og er bæði sum íðkari og venjari ein stór fyrimynd fyri íðkararnar í felagnum, bæði við sínum góða morali, hjálpandi anda og síni stremban um at menna bæði íðkararnar og seg sjálva sum fimleikara og venjari. Óansæð hvørji úrslitini eru til kappingar so er hugurin at halda áfram og at kveikja hugin hjá íðkarunum altíð tann sami.

Lea blæsir lív í felagið og hon livir og andar estetiska fimleikin og Ljósið. Hon hevur altíð orku til Ljósið og í árinum sum fór var hon venjari á fleiri liðum, samstundis sum hon íðkaði sjálv. 

Lea er ein orsøk til, at estetiski fimleikurin í Ljósinum blomstrar.

Heiðursskjal Poul E. Petersen varð latið Niklas á Líðarenda.

Ítróttasamband Føroya lat í ár heiðursskjal Poul E. Petersen til Niklas á Líðarenda fyri hansara megnar arbeiði fyri føroyskan ítrótt.

Dómarar fáa sjáldan rós, og hetta er júst tað, sum ger Niklas so serligan; at hann í samfull 43 ár hevur verið ein fyrimynd og undangongumaður innan dómarayrkið- nakað, sum dómarar í øllum ítróttagreinum kunnu fáa íblástur av.
Nikilas dømdi í bestu føroysku deildini frá 1981 til 2003 – samfull 22 ár. Eftir hetta dømdi hann lægri deildirnar í 6 ár, inntil hann valdi at steðga sum aktivur dómari.
Síðani hevur Niklas virkað sum dómaramennari og dómarainstruktørur, og hevur hann fingið fleiri hundrað fólk at taka dómaraprógv í Føroyum. Eisini hevur hann ment dómarar á øllum stigum her á landi og uttan fyri landoddarnar.

Niklas hevur verið við til at fingið ikki færri enn 1.266 fótbóltsdystir avgreiddar í føroyskum og evropeiskum kappingum – aftrat teimum óteljandi dystunum, hann hevur dømt í yngru deildunum, sum ikki eru skrásettir nakrastaðni. Umframt hetta hevur Niklas sitið í dómaranevnd FSF’s, har hann eisini hevur flutt dómaragerningin í Føroyum fram á leið, og eisini var hann eitt skifti varðaforseti í FSF.

Niklas á Líðarenda hevur dømt fótbólt í ein mansaldur, og hóast hann táttar í tey 70, var hann at síggja á vøllinum eini 10 ferðir so seint sum farna kappingarár.

Endamálið við at lata heiðursskjal Poul E. Petersen er at heiðra eldsálum í føroyskum ítrótti, og fyri henda heiðurin fekk Niklas eisini gullnál ÍSF.

Høvuðsstuðar hjá ÍtróttaFAGNAÐINUM 2024 vóru:

SMS – MBM – Bakkafrost – Betri – Atlantic Airways – Smyril Line – Runavíkar Kommuna