Nú kunnu sambondini innstilla eitt ítróttafólk ella -lið, sum tey halda hevur uppiborið at verða ÍtróttaNAVNIÐ 2023

Innstillingarnar til ÍtróttaFAGNAÐINUM 2023 skulu vera inni 15. desember 2023 á midnátt.

Fyri at nevndin skal hava góðar fortreytir at meta ímillum innkomnu innstillingar, er tað umráðandi, at grundgevingarnar eru væl orðaðar, og greitt siga frá, á hvønn hátt innstillingin uppfyllir lýstu treytirnar.

ÍtróttaNAVNIÐ

– er eitt ítróttafólk ella -lið, sum hevur skarað framúr undanfarna árið og gjørt vart við seg á altjóða stigi.

Ársins ítróttanavn er ein íðkari ella eitt lið, sum droymir um at náa tindunum – og sum arbeiðir hart og miðvíst fyri at náa sínum málum. Fyri eldhuga, avrik og áhaldandi hart arbeiði vil ÍSF heiðra viðkomandi íðkara ella lið.

  • Leiðreglur
  • Sambondini og starvsnevnd ÍSF kunnu innstilla (freistin er 15.12.23)

ÍtróttaFAGNAÐURIN verður leygarkvøldið 10. februar 2024.

Yvirlit yvir allar heiðurslønir 2023