Nú er møguligt at innstilla ein venjara, sum tit halda hevur uppiborið at verða ÍtróttaVENJARIN 2024
Innstillingarnar til ÍtróttaFAGNAÐINUM 2024 skulu vera inni 16. desember 2024 á midnátt.
Fyri at nevndin skal hava góðar fortreytir at meta ímillum innkomnu innstillingar, er tað umráðandi, at grundgevingarnar eru væl orðaðar, og greitt siga frá, á hvønn hátt innstillingin uppfyllir lýstu treytirnar.
ÍtróttaVENJARIN:
– leggur dent á rørsluføri og -gleði, samstundis sum hon/hann arbeiðir fram ímóti góðum úrslitum. Tann, ið fær heiðurin sum Ársins ÍtróttaVENJARI mennir íðkararnar bæði sum ítróttafólk og sum menniskju. Hann stimbrar og motiverar, og fær á tann hátt ítróttagleðina fram hjá sínum íðkarum.
Hesin venjarin skapar eitt ítróttaumhvørvið, ið rúmar bæði breidd og úrval, har øll trívast saman, og har tey vilja gera sítt besta til venjing og til dystir/kappingar.
- Leiðreglur
- Øll kunnu innstilla (freistin er 16.12.24)
ÍtróttaFAGNAÐURIN verður leygarkvøldið 1. februar 2025.