Nú nærkast til ÍtróttaFAGNAÐIN 2026, sum verður í Varpinum í Klaksvík leygarkvøldið 6. februar 2027. Tiltakið er alment.
Tá fara vit enn eina ferð at heiðra: ítróttafólkum, venjarum, felagsskapum og sjálvbodnum – tí uttan tey, er eingin ítróttur.
Men fyrst mugu vit fáa innstillingar frá tykkum – niðast finna tit síðuna við reglugerðum og innstillingarskjølum, har tit inntil 1. desember 2026 kunnu innstilla til Ársins:
- Felagsskap
- Venjara
- Eldsál
- Sólstrálu
- umframt til Heiðursskjal Poul E. Petersen
Sambond innstilla til Ársins: Navn og Stjørnuskot.
Stutt áðrenn tiltakið, kunnu tit atkvøða um bestu ÍtróttaLØTUNA 2026.


