Starvsnevndin kann heiðra persónar sambært reglunum í hesi reglugerð.

Grein 1

ÍSF handar hesi heiðursmerki:

  1. Heiðurskrossur
  2. Gullmerki við bjálka
  3. Gullnál
  4. Silvurnál

Grein 2

Heiðurskrossur kann verða latin tí, sum hevur tænt føroyskari ítrótt á serstakan og týdningarmiklan hátt ella hevur uppiborið serligan heiður fyri drúgt ósjálvsøkið virkið innan ÍSF, sambond tess ella feløg teirra.

Grein 3

Gullmerki við bjálka verður latin forsetum og heiðurslimum í ÍSF. Forsetar fáa handað gullmerkið á tí aðalfundi, teir verða valdir. Heiðurslimir fáa handað gullmerkið í sambandi við tilnevning til heiðurslim.

Grein 4

Gullnál verður latin teimum, ið hava sitið sum formenn ella forkvinnur í einum sambandi innan ÍSF í fimm ár, og verður handað á aðalfundinum hjá ÍSF.

Gullnálin kann eisini verða givin teimum, ið hava gjørt eitt munagott arbeiði til frama fyri føroyska ítrótt.

Grein 5

Silvurnálin verður latin forkvinnum og -monnum í sambondum innan ÍSF á fyrsta aðalfundi hjá ÍSF eftir val, og starvsnevndarlimir hjá ÍSF fáa nálina á tí aðalfundinum, har teir verða valdir. Silvurnálin verður somuleiðis latin nevndarlimum, sum hava sitið í meira enn fimm ár í aðalnevnd í sambondum.

Silvurnálin kann eisini verða latin teimum, ið hava uppiborið heiður fyri stuðul og áhuga ítróttini at frama.

Grein 6

Feløg undir einum sambandi og sambond í ÍSF kunnu koma við uppskoti um hvør, eftir teirra metan, hevur uppiborið at fáa heiðurskross, gullnál ella silvurnál. Uppskotið skal vera grundgivið og sendast fyrisiting ÍSF.

Starvsnevndin avger, hvør fær heiðursmerki.

Grein 7 

Forsetin, ella um honum berst frá, varaforsetin, handar heiðurskross til tann, ið heiðurin verður givin, og gullmerki við bjálka til heiðurslim. Aðalskrivarin handar gullmerki við bjálka til nývaldan forseta.

Forseti, varaforseti, starvsnevndarlimir ella forkvinnur og -menn í viðkomandi sambandi handa gull og silvurnál. 

Grein 8 

Fyrisitingin hjá ÍSF skrásetur, hvør hevur móttikið heiðursmerki umframt grundgevingar fyri handanina. Dagført yvirlit er tøkt á heimasíðu ÍSF.

Samtykt á aðalfundi 29. mai 2021.

Reglugerðin sum pdf

Heiðurstekin:

Heiðurskrossur er líkabeintur krossur við ÍSF búmerki í miðjuni. Krossurin verður borin í bandi litað við føroysku flagglitunum.

Gullmerki við bjálka er bjálki úr hvítagulli, har gylt ÍSF búmerki er knýtt at við tveimum gyltum ketum.

Gullnálin er nál úr hvítagulli, har gylt ÍSF búmerki er fest á.

Silvurnálin er nál úr silvuri, har ÍSF búmerki úr silvuri er fest á.