2017-11-01 Standard viðtøkur fyri nýggj menningarsambond

STANDARD VIÐTØKUR  fyri MENNINGARSAMBOND INNAN ÍSF

§ 1 Navn og heimstaður

Navn sambandsins er __________ , og heimstaðurin er___________ .

§ 2 Menningarsamband

Sambandið verður skipað sum eitt ,,Menningarsamband” sambært Evstu lóg ÍSF’s kap. 4 orsakað av, at sambandið við stovnan ikki lýkur treytirnar í nevndu Evstu lóg fyri at gerast sjálvstøðugt sersamband.

§ 3 Endamál

Endamálið er at __________________________________

§ 4 Limaskapur

Feløg, sum íðka ítrótt innan______, kunnu gerast limir sambært skrivligari umsókn til nevnd sambandsins. Verður noktað umsøkjara limaskap, kann umsøkjari leggja spurningin um limaskap fyri aðalfundin.

§ 5 Limaskyldur og -rættindir

Limir hava skyldu til at fylgja tí til hvørja tíð galdandi regluverki hjá sambandinum og annars at fylgja teimum ásetingum og boðum, sum sambandið gevur limunum, herundir at gjalda tað limagjald, sum er álagt limunum av sambandinum.

Hinvegin njóta limirnir øll tey rættindir, sum fylgja av limaskapinum, herundir at møta á aðalfundi og at luttaka í øllum tí virksemi, sum sambandið fyriskipar.

§ 6 Uppsøgn

Limur kann siga limaskap sín upp við einum mánað freist til ein 1. í einum mánaði. Limur kann eisini koyrast úr sambandinum, um limur grovt hevur forbrotið seg, herundir ikki hevur goldið gjaldkomið limagjald í minsta lagi í eitt ár og brotið viðtøkur sambandsins. Limur, sum verður koyrdur úr sambandinum, kann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til støðutakan.

Hóast uppsøgn, bæði frá limi sjálvum og av sambandinum, heftir limur tó fyri gjaldkomið limagjald fram til uppathald av limaskapinum.

§ 7 Aðalfundir

Aðalfundurin, sum verður hildin í heimstaði felagsins, er hægsti myndugleiki sambandsins. Ársaðalfundur verður hildin, áðrenn________ er farin. Nevndin innkallar til aðalfund við skrivligari fráboðan til allar limir sambandsins við í minsta lagi 14 daga varningi. Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 12 dagar undan aðalfundinum. Mál frá limum, sum ikki eru send út saman við fundarinnkallingini, verða fráboðað limum skrivliga í  minsta lagi 8 dagar undan aðalfundinum, samstundis sum fráboðað verður, at fullfíggjað uppskot liggja frammi til gjøgnumgongd á skrivstovu sambandsins somuleiðis 8 dagar undan aðalfundinum.

Starvsnevnd ÍSF´s hevur møti- og talurætt á aðalfundinum og verður at innkallað til aðalfundar eftir somu reglum sum omanfyri.

Fundarskráin á ársaðalfundi er henda:

  1. Val av fundarstjóra
  2. Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið
  3. Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
  4. Val av nevndarlimum og møguligum eykalimum
  5. Val av grannskoðara
  6. Innkomin mál
  7. Ymiskt

Fundarstjórin, sum kann vera nevndarlimur, ger av allar ivaspurningar á fundinum, herundir eisini, hvussu atkvøðugreiðsla fer fram. Atkvøðast kann sambært fulltrú. Fundarstjórin ger av gildi hennara.

Eykaaðalfundur verður hildin, tá nevndin heldur tað vera neyðugt, og eftir ynski frá minst helvtini av limunum. Innkallingar- og framløgufreistir og mannagongd annars er tann sama sum á vanligum ársaðalfundi.

§ 8 Nevndin

Felagið verður stýrt av einari nevnd, sum hevur tríggjar – fimm limir. Eykalimir kunnu veljast. Nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár, soleiðis at annaðhvørt ár stendur ein, ávikavist tveir nevndarlimur fyri vali, meðan annaðhvørt ár standa tveir limir ávívavist tríggir limir fyri vali. Nevndin skipar seg sjálv.

Nevndin kann gera reglugerð fyri virksemi sínum.

Fer nevndarlimur frá í úrtíð, verður innkallað til eykaaðalfund til val av nýggjum nevndarlimi, um eingin eykalimur er valdur.

Gerðabók verður førd fyri allar aðal- og nevndarfundir.

§ 9 Dómsnevndin

Dómsnevndin viðgerð kærur av avgerðum, sum nevnd sambandsins hevur tikið.

Samansetingin av dómsnevndini og viðgerðin fer fram sambært teimum til hvørja tíð galdandi reglum fyri dómsnevndina innan ÍSF og viðgerð av kærum.

§ 10 Tekningarreglur

Felagið verður teknað av í minsta lagi tveimum nevndarlimum. Til keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst bæði nevndar- og aðalfundarsamtykt.

§ 11 Heftilsi

Sambandið heftir bert fyri skyldum sínum við teimum til eina og hvørja tíð verandi ognum, sum hoyra sambandinum til. Limirnir í sambandinum og nevndin hefta ikki persónliga fyri felagsins skyldum, men bert við sínum limagjaldi.

§ 12 Roknskapur

Roknskaparár sambandsins er vanligt álmanakkaár. Fyrsta roknskaparár er frá stovnan sambandsins

til___________. Roknskapurin verður grannskoðaður av einum á aðalfundi valdum grannskoðara, sum hevur rætt at kanna felagsins bøkur og skjøl, tá ið hann ynskir tað.

§ 13 Viðtøkubroytingar

Fyri at broyta viðtøkurnar krevst aðalfundarsamtykt, har í minsta lagi 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri.

§ 14 Avtøka

Fyri at taka sambandið av krevst aðalfundarsamtykt við, at í minsta lagi 3/4 av limum felagsins eru á fundi og samstundis eisini atkvøða fyri.

Verður sambandið tikið av, velur aðalfundurin ein ella fleiri avtøkustjórar. Eitt møguligt avlop, aftaná at allir kravánararnir hjá sambandinum hava fingið fulna, skal nýtast til eitthvørt virksemi, sum hevur samband við endamál sambandsins.

Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi í___________tann____________

Nevndin:

_____________________

 

_____________________                    _____________________

 

_____________________                 _____________________