Heiðursskjal POUL E. PETERSEN

Reglugerð

Grein 1

Heiðursskjal Poul E. Petersen kann handast tí, sum á serstakan hátt og yvir eitt longri tíðarskeið hevur tænt ítróttini.

Grein 2

Starvsnevnd ÍSF setur nevnd við fimm limum, ið verða valdir at sita fýra ár: tveir fjórða hvørt ár og tríggir fjórða hvørt ár.

Nevndarlimir mugu hava holla vitan um samfelagsviðurskifti og føroyska ítrótt og mugu ikki hava formligt tilknýti til samband innan ÍSF. Nevndin skal hava javnbjóðis kynsliga umboðan.

Grein 3

Nevndin tekur á hvørjum ári støðu til, um Heiðursskjal Poul E. Petersen skal verða handað í inniverandi ári. Í mesta lagi eitt heiðursskjal verður handað á hvørjum ári.

Grein 4

Loyvt er øllum at skjóta upp hvørjum Heiðursskjal Poul E. Petersen skal latast. Grundgivið uppskot verður at senda til fyrisiting ÍSF.

Grein 5

Forseti ÍSF handar heiðursskjalið og fær tann, ið heiðurin verður givin, eisini handað gullnál ÍSF.

Samtykt á aðalfundi 29. mai 2021.

Reglugerðin sum pdf.

Poul E. Petersen (1901-1977), sum hevur lagt navn til heiðursskjalið, var ítróttarlærari, -ráðgevi, -rithøvundur og fyrsti formaður ÍSF. Eitt, ið eyðkendi Poul E. Petersen, var, at hann altíð var virkin fyri fjøldina og øllum ítróttagreinum, og hevur hann havt ómetaliga stóran týdning fyri alla ta føroysku ítróttarørsluna.