1: Tak væl ímóti
Vit eggja tykkum til at taka væl ímóti íðkarunum – her hugsa vit serliga um tey nýggju í felagnum. Og at tit áhaldandi arbeiða við at skapa tann góða felagskapin. Vit eru øll við til at tryggja góðu móttøkuna: íðkarar, venjarar, hjálparfólk, foreldur og nevndarlimir.
ÍSF hevur latið gjørt tilfar til ítróttafeløg av brúka, lesið meira her: https://isf.fo/tak-vael-imoti-tilfar-til-sosialar-midlar/ . Her finna tit bæði faldara og plakat at taka niður, ella tit heinta hetta á skrivstovuni hjá ÍSF Eystara Bryggja 30, Tórshavn.
Vit koma eisini fegin út til tykkara felagsskap. Um tit hava kunnandi fundir fyri venjarum, sjálvbodnum ella foreldrum, eru vit altíð fús at koma út at práta nærri um tykkara felagsskap.
2: Ferðakort hjá SSL
Hava tit mist SSL-kortið burtur, ella skulu tit brúka fleiri, mugu tit bíleggja hesi í góðari tíð, m.a. við at brúka formularin, sum liggur á hesari kunningarsíðuni: https://isf.fo/tilfar/itrottaferdir-vid-ssl/
3: Venjaraskeið
Vælumtóktu og viðkomandi skeiðini Venjari 1 verða aftur á skrá í heyst (kunning kemur skjótt um nær og hvar). Hetta eru skeið, sum eru vælegnaði til nýggjar venjarar, við serligum denti lagdur á venjing fyri børn og ung. Hevur tú skeiðið Venjari 1, kanst tú fara víðari til Venjari 2 og aftur harfrá fáa útbúgving sum elituvenjari hjá DIF (Dansk Idrætsforbund) – les meira um útbúgvingarmøguleikarnar her: https://www.dif.dk/raadgivning-og-stoette/uddannelse
4: Nevndarskeið
Sum nakað nýtt fara vit at hava skeið fyri nevndum í ítróttarfeløgunum og Sambondunum. Lýst verður seinni í heyst við, nær og hvar tey verða.
5: Vanlukkutrygging
Ert tú íðkari ella venjari hjá einum føroyskum ítróttarfelagi, sum er limur í einum av okkara Sambondum, og kemur tú til skaða undir venjing ella dysti í Føroyum, ert tú umfatað/ur av felags vanlukkutryggingini hjá ÍSF, og kanst t.d. fáa endurgoldið eftirviðgerðir hjá fysioterapeuti (upp til kr. 5.000).
Lesið meira her: https://isf.fo/tilfar/felags-vanlukkutryggingin/
GG:sáttmálasett eru IKKI umfataði av hesi tryggining – feløgini skulu sjálvi tekna eina trygging til hesar íðkarar.