ÍSF hevur gjørt samstarvsavtalu við Dansk Idrætforbund viðv. venjaraútbúgvingunum, sum ÍSF vanliga bjóðar út.
Í fyrsta umfari verður bert “Venjari-1” útbúgvingin boðin út, men arbeitt verður fram ímóti, at “Venjari-2” eisini verður boðin út komandi ár.

Tað nýggja í hesi útbúgvingini er serliga tað, at hon er býtt sundur í tveir partar.

  • Fyrsti partur er E-læring har luttakarin skal í gjøgnum 5 ymisk modul, harav tey 4 eru kravd, meðan tað síðsta er valfrítt. Luttakarin skal vænta at brúka millum 5-7 tímar upp á hendan partin.
  • Seinni partur er ein skeiðsdagur upp á 9 undirvísingartímar, har skeiðsluttakarin møtir til gjøgnumgongd av tilfarinum. Her er talan bæði um teori og praksis

Málbólkur og úrtøka:

Venjari-1 skeiðið er vælegnað til tín, sum ynskir at førleikamenna teg sum venjari. Tú kanst vera íðkari, foreldur ella virkandi venjari, sum vil gerast enn betri. Tú skal verða fyltur/fylt 15 ár fyri at luttaka á skeiðnum.

Við venjara-1 útbúgvingini fært tú grundleggjandi vitan um m.a venjaraleiklutin, fysiska venjing, ítrótt fyri børn og ung og um ítróttaskaðar. Tú verður før/ur fyri at verða venjari hjá liðum og einstaklingum á byrjanarstigi og hjá eitt sindur royndum leikarum/íðkarum.

Hetta merkir, at tú:

  • fært amboð til at skapa eitt motiverandi venjingarumhvørvi
  • skilir munin á, hvussu børn og vaksin mennast í venjingini
  • lærir at samskifta við ymsar áhugabólkar (íðkarar, foreldur, venjarar og leiðarar)
  • megnar at fyrihalda teg til egnan leiklut sum venjari og at fyrihalda teg til ein serstakan málbólk
  • dugir at reflektera yvir, hvat tú dugir í dag, og hvat tú ikki dugir.

Haraftrat kanst tú við tí valfríu e-læringini fáa førleikar á hesum økjum:

  • Skaðar
  • Orkuskipanir í vøddunum
  • Kropp og trivnað hjá teimum ungu
  • Etingarólag
  • Gentur, sum íðka 
  • Íðkarar, sum bera brek ella hava serligan tørv.

Venjari-1 skeiðið er vælegnað til tín, sum ynskir at førleikamenna teg sum venjari. Tú kanst vera íðkari, foreldur ella virkandi venjari, sum vil gerast enn betri. Tú skal verða fyltur/fylt 15 ár fyri at luttaka á skeiðnum.

Tíðarætlan:

Skeiðið er bygt upp av tveimum pørtum: 

Partur 1: Byrjar 3 vikur áðrenn valda skeiðsdagin

  • fýra kravd e-læringsmodul umframt í minsta lagi eitt valfrítt e-læringsskeið. (tú skalt vænta at brúka millum 5-8 tímar tilsamans upp á hesi)

Partur 2: Ein skeiðsdagur upp á 9 undirvísingartímar (á 45 min). 

  • Innihaldið verður teoretisk framløga, viðkomandi kjak um ítrótt og ymiskar uppgávur og praktiskar venjingar í fimleikahøll. 

Tað er krav, at tú hevur gjøgnumført allan e-læringspartin, áðrenn tú kanst luttaka á skeiðsdegnum.

Skeiðsdagar 2024

  • Tórshavn 26. oktobur 2024 í Sankta Frants Skúla
  • Eysturoy 17. novembur 2024 í Glyvra Skúla

Tilmelding og kostnaður

Freistin at meldað til skeiðini er:

  • Tórshavn: Fríggjadagin 4. oktober 2024
  • Eysturoy: Mánadagin 28. oktober 2024

Kostnaðurin er 495,00 kr pr luttakara íroknað miðmála.


Tilmelding fer fram her: https://docs.google.com/forms/d/1WybEVGbzZnnaavIJ9uRGVa0cJLw82gJuuY97Ds5V5_w/edit