ÍSF hevur gjørt samstarvsavtalu við Dansk Idrætforbund viðv. venjaraútbúgvingunum, sum ÍSF vanliga bjóðar út.
Í fyrsta umfari verður bert “Venjari-1” útbúgvingin boðin út, men arbeitt verður fram ímóti, at “Venjari-2” eisini verður boðin út komandi ár.
Tað nýggja í hesi útbúgvingini er serliga tað, at hon er býtt sundur í tveir partar.
- Fyrsti partur er E-læring har luttakarin skal í gjøgnum 5 ymisk modul, harav tey 4 eru kravd, meðan tað síðsta er valfrítt. Luttakarin skal vænta at brúka millum 5-7 tímar upp á hendan partin.
- Seinni partur er ein skeiðsdagur upp á 9 undirvísingartímar, har skeiðsluttakarin møtir til gjøgnumgongd av tilfarinum. Her er talan bæði um teori og praksis
Málbólkur og úrtøka:
Venjari-1 skeiðið er vælegnað til tín, sum ynskir at førleikamenna teg sum venjari. Tú kanst vera íðkari, foreldur ella virkandi venjari, sum vil gerast enn betri. Tú skal verða fyltur/fylt 15 ár fyri at luttaka á skeiðnum.
Við venjara-1 útbúgvingini fært tú grundleggjandi vitan um m.a venjaraleiklutin, fysiska venjing, ítrótt fyri børn og ung og um ítróttaskaðar. Tú verður før/ur fyri at verða venjari hjá liðum og einstaklingum á byrjanarstigi og hjá eitt sindur royndum leikarum/íðkarum.
Hetta merkir, at tú:
- fært amboð til at skapa eitt motiverandi venjingarumhvørvi
- skilir munin á, hvussu børn og vaksin mennast í venjingini
- lærir at samskifta við ymsar áhugabólkar (íðkarar, foreldur, venjarar og leiðarar)
- megnar at fyrihalda teg til egnan leiklut sum venjari og at fyrihalda teg til ein serstakan málbólk
- dugir at reflektera yvir, hvat tú dugir í dag, og hvat tú ikki dugir.
Haraftrat kanst tú við tí valfríu e-læringini fáa førleikar á hesum økjum:
- Skaðar
- Orkuskipanir í vøddunum
- Kropp og trivnað hjá teimum ungu
- Etingarólag
- Gentur, sum íðka
- Íðkarar, sum bera brek ella hava serligan tørv.
Venjari-1 skeiðið er vælegnað til tín, sum ynskir at førleikamenna teg sum venjari. Tú kanst vera íðkari, foreldur ella virkandi venjari, sum vil gerast enn betri. Tú skal verða fyltur/fylt 15 ár fyri at luttaka á skeiðnum.
Tíðarætlan:
Skeiðið er bygt upp av tveimum pørtum:
Partur 1: Byrjar 3 vikur áðrenn valda skeiðsdagin
- fýra kravd e-læringsmodul umframt í minsta lagi eitt valfrítt e-læringsskeið. (tú skalt vænta at brúka millum 5-8 tímar tilsamans upp á hesi)
Partur 2: Ein skeiðsdagur upp á 9 undirvísingartímar (á 45 min).
- Innihaldið verður teoretisk framløga, viðkomandi kjak um ítrótt og ymiskar uppgávur og praktiskar venjingar í fimleikahøll.
Tað er krav, at tú hevur gjøgnumført allan e-læringspartin, áðrenn tú kanst luttaka á skeiðsdegnum.
Skeiðsdagar 2024
- Tórshavn 26. oktobur 2024 í Sankta Frants Skúla
- Eysturoy 10. novembur 2024 í Glyvra Skúla
Tilmelding og kostnaður
Freistin at meldað til skeiðini er:
- Tórshavn: Fríggjadagin 4. oktober 2024
- Eysturoy: Mánadagin 21. oktober 2024
Kostnaðurin er 495,00 kr pr luttakara íroknað miðmála.
Tilmelding fer fram her: https://docs.google.com/forms/d/1WybEVGbzZnnaavIJ9uRGVa0cJLw82gJuuY97Ds5V5_w/edit