ÍtróttaFAGNAÐURIN – heiðurslønirnar:
——————————————————————————————-
Heiðursskjal Poul E. Petersen
– verður latið persóni, sum hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt yvir eitt longri tíðarskeið
- Leiðreglur
- Øll kunnu innstilla (freistin er 01.01.23)
ÍtróttaFELAGSSKAPUR
– er samband ella felag, sum hevur dirvi at droyma stórt og nýtt, kann vísa á góð úrslit, og tekur eisini breiddina við
- Leiðreglur
- Øll kunnu innstilla (freistin er 01.01.23)
ÍtróttaÁTAK
– er eitt átak, sum styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum
- Leiðreglur
- Øll kunnu innstilla (freistin er 01.01.23)
ÍtróttaFYRIMYND
– er ein íðkari, venjari, nevndarlimur, foreldur ella onkur annar, sum við sínum góða lið- og felagsanda gevur sítt íkast til, at børn, ung og/ella vaksin kunnu íðka sín ítrótt og njóta samanhaldið í lokalu feløgunum
- Leiðreglur
- Øll kunnu innstilla (freistin er 01.01.23)
ÍtróttaNAVN
– hevur gjørt stór framstig í síni ítróttagrein, gjørt vart við seg á altjóða støði, og skapt frambrot í ítróttinum
- Leiðreglur
- Sambondini og starvsnevndin hjá ÍSF innstilla til ÍtróttaNAVNIÐ (freistin er 01.01.23)
ÍtróttaSTJØRNUSKOT
– er ungt ítróttafólk, sum hevur gjørt stór framstig í síni ítróttagrein í ár, og m.a. gjørt vart við seg á altjóða støði, umframt at hava víst menningarmøguleikar fyri at náa langt
- Leiðreglur
- Sambondini og starvsnevndin hjá ÍSF innstilla til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ (freistin er 01.01.23)