Tað eru 11, sum stilla upp, og fimm umboð skulu manna nevndina, so hetta verður spennandi val. Formaðurin í Íðkaranevndini fær sæti í starvsnevnd ÍSF.

Sambært reglugerðini skal eitt umboð vera frá Parasport Føroyar, og tá Hávard Vatnhamar stillar upp sum einsamalt valevni fyri Parasport, er hann sjálvskrivaður limur, og skulu tí onnur 4 veljast millum hini 10 valevnini. Og sambært grein 2, stk. 2 í reglugerðini fyri Íðkaranevnd, skal javnstøða vera í nevndini.

Valið byrjar á netinum væntandi týsdagin 8. mars og endar 15. mars. Tey, sum hava valrætt, fara at fáa nærri kunning.

Hesi eru uppstilllaði til Íðkaranevndina 2022:

Sarita Kristina HansenRóðrarsamband Føroya
Gunnva JacobsenBadmintonsamband Føroya
Hávard VatnhamarParasport Føroya
Rani Allansson DalsgarðFøroya Fimleikasamband
Pál JoensenSvimjisamband Føroya
Torkil VeyheSersambandið fyri Súkkling og Triathlon
Edna Maria DebesFrælsur Ítróttur Føroya
Petur Sigurð JohannesenJudo Føroyar
Kaspara DanielsenFøroya Fimleikasamband
Signhild JoensenSvimjisamband Føroya
Silja JohannesenJudo Føroyar

Reglugerðin fyri Íðkaranevndina sæst her