Tað eru 11, sum stilla upp, og fimm umboð skulu manna nevndina, so hetta verður spennandi val. Formaðurin í Íðkaranevndini fær sæti í starvsnevnd ÍSF.
Sambært reglugerðini skal eitt umboð vera frá Parasport Føroyar, og tá Hávard Vatnhamar stillar upp sum einsamalt valevni fyri Parasport, er hann sjálvskrivaður limur, og skulu tí onnur 4 veljast millum hini 10 valevnini. Og sambært grein 2, stk. 2 í reglugerðini fyri Íðkaranevnd, skal javnstøða vera í nevndini.
Valið byrjar á netinum væntandi týsdagin 8. mars og endar 15. mars. Tey, sum hava valrætt, fara at fáa nærri kunning.
Hesi eru uppstilllaði til Íðkaranevndina 2022:
Sarita Kristina Hansen | Róðrarsamband Føroya |
Gunnva Jacobsen | Badmintonsamband Føroya |
Hávard Vatnhamar | Parasport Føroya |
Rani Allansson Dalsgarð | Føroya Fimleikasamband |
Pál Joensen | Svimjisamband Føroya |
Torkil Veyhe | Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon |
Edna Maria Debes | Frælsur Ítróttur Føroya |
Petur Sigurð Johannesen | Judo Føroyar |
Kaspara Danielsen | Føroya Fimleikasamband |
Signhild Joensen | Svimjisamband Føroya |
Silja Johannesen | Judo Føroyar |
Reglugerðin fyri Íðkaranevndina sæst her