Evstalóg ÍSF

 

Kapittul 1 – Endamál og skipan

Grein 1 – Navn
Stk. 1: Sambandið eitur Ítróttasamband Føroya, stuttstavað ÍSF.

Stk. 2: ÍSF er Olympiska Nevnd Føroya. Altjóða navn sambandsins er Faroese Confederation of Sports and National Olympic Committee.

Grein 2 – Skipan
Skt. 1: ÍSF er hægsti felagskapur innan ítróttavirksemi í landinum. ÍSF er landsfelag hjá føroyskum sersambondum, ið umboða viðurkendar ítróttargreinar, samsvarandi grein 28.

Stk. 2: Ítróttasamband Føroya er óheft av politiskum og átrúnaligum áhugamálum.

Grein 3 – Endamál
Endamál sambandsins er at:

  • fremja, samskipa og leggja til rættis alt ítróttavirksemi í landinum.
  • fremja samstarv um ítróttamál við landsmyndugleikar og aðrar myndugleikar í landinum.
  • umboða Føroyar í ítróttamálum í millumtjóða og altjóða viðurskiftum.
  • stuðla og verja olympisku rørsluna.
  • umboða føroyska ítrótt í olympiskum høpi, innan teir karmar, sum Altjóða Olympiska Ráðið skipar.
  • virka fyri limaskapi í Altjóða Olympisku Ráðnum
  • virða og halda Olympiska Skjalið og aðrar lógir hjá Altjóða Olympiska Ráðnum.
  • leggja til rættis føroyska luttøku í Olympisku Leikunum.
  • leggja til rættis føroyska luttøku í Oyggjaleikunum og virka fyri at hesir verða hildnir í Føroyum.
  • seta í gongd og skipa fyri tiltøkum at breiða út ítróttina til øll fólk uttan mun til aldur, útbúgving, kyn og sosiala støðu, samsvarandi ynskjunum og tørvinum hjá tí einstaka.
  • menna umstøðurnar hjá teimum, ið hava trupul ítróttalig viðurskifti.

Grein 4 – Búmerki og Flagg
Stk. 1: Búmerki Ítróttasambands Føroya er vígslukrossur í Kirkjubømúrinum við bláari grund, hvítum krossi, hvítum mynstri og reyðum stavum.

Stk. 2: Olympiska Búmerki ÍSF er Merkið við Olympisku Ringunum.

Stk. 3: Flagg ÍSF er Merkið við flaggmerki ÍSF í ovasta horni. Flaggmerkið er fýrkantað, hevur hvíta grund og reyðar stavir.

 

Kapittul 2 – Meginstovnarnir hjá ÍSF

Grein 5 – Meginstovnarnir
Stk. 1: Virksemið hjá ÍSF verður skipað eftir hesum leisti:

1) Aðalfundurin, sum er hægsti myndugleiki felagsins
2) Forsetin, sum saman við starvsnevndini hevur ábygdina av dagliga rakstrinum hjá ÍSF
3) Ítróttadómstólurin
4) Dopingnevndin

Stk. 2: Hesir stovnar stjórna ÍSF. Aðrir stovnar kunnu skipast innan karmarnar hjá nevndu stovnum. Starvsnevndin setir herumframt fastar undirnevndir og nevndir, ið eru settar við einum ávísum endamáli, og skulu ráðgeva og vera Starvsnevndini til hjálpar í arbeiði sínum.

Aðalfundurin 

Grein 6 – Aðalfundurin
Stk. 1: Aðalfundurin hevur hægsta vald í málum hjá ÍSF. Aðalfundurin kann samtykkja lógir, reglugerðir og aðrar ásetingar innan karmarnar av hesi evstulóg.

Stk. 2: Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári í apríl/mai mánaði við hesi dagsskrá:

  1. val av fundarstjóra
  2. frágreiðing frá virkseminum hjá ÍSF í farna árinum.
  3. framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri ÍSF fyri farna árið. Saman við roknskapinum skal liggja grannskoðaði roknskapurin hjá øllum sersambondum fyri seinast lidna starvsár teirra, og yvirlit yvir útbýttan fíggjarstuðul til sersambondini seinasta roknskaparár.
  4. Uppskot til fíggjarætlan fyri inniverandi fíggjarár til góðkenningar
  5. Viðgerð av uppskotum og málum, sum eru løgd fyri aðalfundin eftir mannagongdini í grein 9.
  6. Viðgerð av møguligum uppskoti frá starvsnevndini um ásetan av ársgjaldi.
  7. Val av forseta
  8. Val av starvsnevndarlimum, limum í meginstovnar og limum í føstum nevndum
  9. Val av grannskoðara, ið skal vera løggildur
  10. Ymiskt

Grein 7 – Viðtøkuføri á Aðalfundinum
Aðalfundurin er viðtøkuførur um helmingurin av teimum, sum hava atkvøðurætt sambært grein 8, eru umboðaði á Aðalfundinum.

Grein 8 – Atkvøður á Aðalfundi
Stk. 1: Hvørt sersamband, sum er limur í ÍSF hevur eina atkvøðu á aðalfundinum. Tó hevur sersamband, sum hevur færri enn 3 limafeløg, ikki rætt til at greiða atkvøðu á aðalfundi, men rætt til at møta og taka orðið. Hetta er tó ikki galdandi fyri Ítróttasambandið fyri brekað (ÍSB).

Stk. 2: Hvørt sersamband innan ÍSF kann senda 3 umboð til aðalfundin.
Sersamband, ið ikki hevur limagjaldsviðurskifti og onnur limaskapsviðurskifti í lagi, sambært greinunum 28-32, hava tó rætt at møta, men ikki at greiða atkvøðu á aðalfundi.

stk. 3: Menningarsambondini velja eitt felags umboð, sum hevur eina atkvøðu á aðalfundinum sambært grein 31, stk. 7.

Stk. 4: Feløg, sum eru limir í sersambondum, kunnu í mesta lagi møta við 2 umboðum til aðalfundin. Feløg hava rætt til at taka orðið, men ikki at greiða atkvøðu á aðalfundi.
Stk. 5: Aðalfundurin tekur støðu við vanligum meiriluta, um ikki annað er ásett í hesi lóg.
Standa atkvøður á jøvnum er uppskotið fallið.

Grein 9 – At lýsa Aðalfund
Stk. 1: Aðalfundur verður lýstur við skrivligari fráboðan til limirnar við 21 daga freist.

Stk. 2: Uppskot um val av forseta, uppskot um val av starvsnevnd, uppskot um lógarbroytingar og mál um upptøku av nýggjum sersambandi sum lim, og onnur mál, sum verða kravd viðgjørd á aðalfundi, skulu vera starvsnevndini í hendi 14 dagar fyri aðalfund.

Stk. 3: Rætt at leggja uppskot fyri aðalfundin hevur starvsnevndin, og tey í grein 8 nevndu sersambond.

Stk. 4: Fundarskrá, uppskot um val av forseta og starvsnevnd, uppskot um lógarbroytingar og onnur innkomin mál verða send sersambondunum í seinasta lagi 7 dagar fyri aðalfundin.
Bert mál sum standa á fundarskránni, kunnu viðgerast á aðalfundinum.

Grein 10 – Eykaaðalfundur
Stk. 1: Eykaaðalfundur verður hildin:

  1. Tá ið aðalfundur samtykkir tað.
  2. Um meiriluti av starvsnevndini samtykkir tað.
  3. Tá ið minst helvtin av sersambondunum, sum hava limaviðurskifti síni í lagi sambært greinunum 28-32, skrivliga ynskja tað.

Stk. 2: Eykaaðalfundur verður lýstur við dagsskrá og tíðarfreistum sbrt. grein 9.

Starvsnevnd ÍSF

Grein 11 – Starvsnevndin
Stk. 1: Starvsnevndin hevur 5 limir. Forseti, varaforseti og 3 nevndarlimir. Starvsnevndin fyri ÍSF hevur saman við forsetanum hægsta vald í ÍSF millum aðalfundirnar. Forsetin er formaður í starvsnevndini. Um Forsetin er burturstaddur ella ikki er tøkur, kemur varaforsetin í hansara stað.

Stk. 2: Starvsnevndarlimir verða valdir fyri 4 ár í senn.

Stk. 3: Annaðhvørt ár verða valdir 2 limir, soleiðis at val av starvsnevndarlimum fer fram á øðrumhvørjum aðalfundi.

Stk. 4: Starvsnevndarlimir kunnu verða afturvaldir.

Stk. 5: Starvsnevndarlimir kunnu ikki hava nakað formligt tilknýti til sersambond, sum eru limir í ÍSF, ella í ítróttarfeløgum, sum er limir í sersambondum. Við formligt tilknýti meinast við limaskapur í nevndum og føstum undirnevndum. Starvsnevndin tekur avgerð um formligt tilknýti, um ivamál uppstendur.

Stk. 6: Starvsnevndin velur sjálv ein varaforseta. Varaforsetin verður valdur á fyrsta starvsnevndarfundi, eftir at forsetin er valdur.

Stk. 7: Limirnir í starvsnevndini kunnu fyri fyrisitingarliga starv sítt fáa løn ella endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Starvsnevndin samtykkir, um slík samsýning skal latast.

Stk. 8: Starvsnevndin gerð uppskot til reglugerð fyri samsýningarnar, sum verður løgd fyri aðalfundin til góðkenningar og starvsnevndin hevur ábyrgdina av, at ásetingarnar í reglugerðini verða fylgdar.

Stk. 9: Starvsnevndin kann seta fólk fyri løn, herundir skrivara og kassameistara, ið kunnu vera uttan fyri starvsnevndina.

Grein 12 – Starvið hjá Starvsnevndini
Starvið hjá starvsnevndini fyri ÍSF er at:

  1. seta samtyktir aðalfundanna í verk.
  2. taka avgerðir í øllum málum, sum tað ikki áliggur Aðalfundinum at taka avgerð um, og sum ikki sambært lóggávu ella hesum viðtøkum eru løgd til aðrar nevndir at taka avgerð um
  3. fyrireika og innkalla til vanligar Aðalfundir og Eykaaðalfundir hjá ÍSF
  4. leggja fyri aðalfund til góðkenningar uppskot um upptøku av nýggjum sersambondum sum limir í ÍSF, staðfesting av lógum teirra og broytingar í hesum
  5. gera uppskot til fíggjarætlan fyri ÍSF og leggja fyri aðalfundin til góðkenningar
  6. tilnevna umboð í undirnevndir hjá ÍSF.
  7. ráða í øllum olympiskum málum og gera uppskot til starvsreglur fyri olympiska starvsøkið, sum skal endaliga góðkennast av aðalfundinum.
  8. gera uppskot til býti av fíggjarstyrki til sersambond og leggja fyri aðalfundin til góðkenningar. Allar felagsútreiðslur hjá ÍSF fara av óbýttum
  9. røkja uppgávur, sum hoyra undir nevnd fyri sersamband, í ítróttagreinum, har sersamband ikki er stovnað.

Grein 13 – Eftirlit við sersambondum
Stk. 1: Starvsnevndin skal fylgja við starvinum hjá sersambondunum á henda hátt at:

  1. hava eftirlit við virkseminum hjá sersambondum og møta á aðalfundi teirra.
  2. leggja búmerki hjá sersambondum fyri aðalfundin til góðkenningar.
  3. fylgja við, at lógir og reglur fyri ÍSF og sersambond tess verða fylgdar.
  4. royna semju í trætumálum, sum kunnu taka seg upp millum starvsnevnd ÍSF og sersambond ella millum sersambond, ella leggja hesi fyri ítróttadómstólin.
  5. fylgja væl við, hvørjar virkisætlanir sersambondini hava, fyri at tryggja áhugamál ÍSF í uttanlendis samarbeiði, og til tess at forða fyri, at óneyðugt ósamsvar verður millum ætlanirnar hjá teimum einstøku sersambondunum.

Stk. 2: Starvsnevndin hjá ÍSF er heimilað at skipa fyri kanning av fíggjarmálum hjá sersambondum, um grund er til tess.

Stk. 3: Starvsevndin kann krevja, at nevndin fyri sersamband leggur fyri starvsnevndina roknskaparyvirlit, um meirilutin av starvsnevndarlimunum heldur grund vera til tess.

Forseti ÍSF

Grein 14 – Forsetin
Stk. 1: Forsetin umboðar ÍSF.

Stk. 2: Høvuðsábyrgdir hansara eru:

  1. Gjøgnum umsitingina at seta avgerðir hjá Aðalfundinum og Starvsnevndini í verk;
  2. at hava eftirlit við, at nevndir í ÍSF virka til fulnar og tryggja, at nevndirnar røkka teimum endamálum, sum eru lýst í hesum viðtøkum;
  3. at hava eftirlit við arbeiðinum hjá skrivstovu ÍSF.
  4. at hava ábyrgdina av viðurskiftunum millum ÍSF og limirnar, politiskar myndugleikar og aðrar felagsskapir.

Stk. 3: Forsetin stendur fyri starvsnevndarfundum og fyri fundum í teimum nevndum, har hann er útnevndur formaður.

Stk. 4: Forsetin hevur eina atkvøðu í Starvsnevndini, og tá stendur á jøvnum, er atkvøða Forsetans avgerandi.

Stk. 5: Um Forsetin er burturstaddur ella ikki er tøkur, kemur varaforsetin í hansara stað.

Stk. 6: Møguligar aðrar heimildir hjá Forsetanum skulu verða settar í innanhýsis reglugerðir hjá ÍSF.

Grein 15 – Uppskot til forseta
Stk. 1: Forsetin verður valdur einsæris av Aðalfundinum fyri eitt tíðarskeið uppá 4 ár.

Stk. 2: Um tann, sum verður valdur til forseta er formaður ella starvsnevndarlimur í sersambandi, sum er limur í ÍSF, ella formaður í ítróttarfelagi, sum er limur í sersambandi, má hann siga sessin í sersambandinum ella felagnum frá sær.

Stk. 3: Valskeið forsetans byrjar, tá Aðalfundurin, ið hevur valt hann, er liðugur. Forsetin kann veljast aftur.

Stk. 4: Til val av forseta við fyrstu atkvøðugreiðslu krevst at meirilutin av teimum, sum eru møtt á aðalfundi, atkvøða fyri í fyrsta umfari.

Stk. 5: Um fleiri enn 2 valevni eru, verður valevnið, ið fær lægsta tal av atkvøðum, tikið burtur í sambandi við næstu atkvøðugreiðsluna, til bert 2 valevni eru eftir.

Stk. 6: Stendur á jøvnum, verður umval millum tey, ið standa á jøvnum, og eftirfylgjandi lutakast, um tað framvegis stendur á jøvnum.

Stk. 7: Um forsetin varandi ella í eitt styttri tíðarskeið er forðaður fyri at útinna starv sítt, skal varaforsetin koma í forsetans stað. Aðalfundurin velur um neyðugt ein nýggjan forseta.

Grein 16 – At boða til Starvsnevndarfundar
Stk. 1: Forseti ÍSF boðar til fundar í starvsnevndini.

Stk. 2: Starvsnevndarfundur verður innkallaður við í minsta lagi 2 daga freist. Um talan er um eitt mál, sum ikki kann bíða til vanliga innkallingarfreistin er farin, kann viðkomandi mál viðgerast, um 2 starvsnevndarlimir taka undir við hesum.

Stk. 3: Starvsnevndin skal halda fund, um 2 starvsnevndarlimir skrivliga krevja hetta til viðgerðar av einum evni, sum verður at tilskila.

Stk. 4: Starvsnevndin er viðtøkufør, tá 3 starvsnevndarlimir eru á fundi, teirra millum forsetin ella varaforsetin.

Stk. 5: Starvsnevndin ásetur nærri reglur um virksemið hjá nevndini.

Stk. 6: Mál í starvsnevndini verða avgjørd við vanligum meiriluta. Forsetin og hvør starvsnevndarlimur hevur eina atkvøðu. Stendur á jøvnum í nevndini er atkvøðan hjá Forsetanum avgerandi.

Grein 17 – Tekningarreglur
ÍSF verður bundið við undirskrivt av forsetanum og einum starvsnevndarlimi ella varaforsetanum og tveimum starvsnevndarlimum.

Grein 18 – Roknskapur
Stk. 1: Roknskaparárið hjá ÍSF er kalendarárið.

Stk. 2: Til tess at grannskoða ársroknskapin hjá ÍSF verður valdur ein grannskoðari, sum skal verða løggildur grannskoðari.

Stk. 3: Grannskoðari felagsins verður valdur fyri 2 ár í senn. Starv hansara stendur við til annar grannskoðari er valdur.

Ítróttadómstólur

Grein 19 – Ítróttadómstólurin
Stk. 1: Aðalfundurin velur fimm ítróttadómarar og tríggjar  varaítróttadómarar í Ítróttadómstólin.

Stk. 2: Minst tríggir  ítróttadómarar og tveir varaítróttadómarar skulu vera lógkønir.

Stk. 3:Ítróttadómarar og varaítróttadómarar verða valdir, tá skeiðið hjá sitandi dómarum er úti, fyri eitt tvey-ára skeið, soleiðis at tveir ítróttadómarar og tveir varaítróttadómarar verða valdir annaðhvørt ár og tríggir ítróttadómarar og ein varaítróttadómari annaðhvørt ár. At fáa skeiðið at passa, kann ítróttadómari ella varaítróttadómari verða valdur fyri styttri skeið.

Stk. 4: Formenn og starvsnevndarlimir í sersambondum, sum eru limir í ÍSF, og formenn í ítróttarfeløgum, sum er limir í sersambondum kunna ikki verða limir í Ítróttadómstólinum. Um ein limur í Ítróttadómstólinum gerst formaður ella starvsnevndarlimur  í einum sersambandi ella formaður í einum ítróttarfelagið,  má hann siga sessin frá sær.

Stk. 5: Ítróttardómari ella varaítróttadómari kann ikki samstundis verða limur í nøkrum meginstovni ella øðrum stovni í ella undir Ítróttasambandi Føroya.

Stk. 6: Ítróttadómstólurin skipar seg sjálvan við formanni og einum næstformanni, sum báðir skulu vera lógkønir.

stk. 7: Aðalfundurin samtykkir reglugerð fyri Ítróttadómstólin.

Grein 20 – Ítróttadómsmál
Stk. 1: Ítróttadómstólurin skal taka støðu til allar spurningar um at tulka hesa lóg og aðrar lógir hjá ÍSF.

Stk. 2: Ítróttadómstólurin kann viðgera øll mál um revsing eftir grein 34.

Stk. 3: Ítróttadómstólurin kann ikki viðgera mál hjá sersambondum, sum greitt hava tilskilað í viðtøkum sínum, at ovasti myndugleiki liggur hjá stovnum innan viðkomandi sersamband.

Stk. 4: Ítróttadómstólurin kann viðgera øll mál um tulking av lógunum hjá feløgunum og sersambondunum, um lógirnar hjá teimum so áseta, ella partarnir í málinum ynskja tað.

Stk. 5: Ítróttadómstólurin skal viðgera øll kærumál um avgerðir hjá dopingnevndini.
Stk. 6: Ítróttadómstólurin kann, við teimum undantøkum, sum nevnd eru í stk. 3, viðgera kappingarmál og kærumál samsvarandi reglugerð fyri dómsnevndir innan ÍSF og viðgerð av kærum innan starvsøkini hjá feløgum og sersambondum samsvarandi lógunum hjá teimum.

Stk. 7: Ítróttadómstólurin viðgerð í kappingarmálum og kærumálum einans spurningar um lóg og mannagongdir, ikki próvspurningar.
Stk. 8: Ítróttadómstólurin kann altíð, sjálvt um lógirnar hjá feløgum ella sersambondum ikki loyva tí, viðgera, hvørt lógir, avgerðir ella annað eru í samsvar við Evstulóg ÍSF ella Olympiska Skjalið.

Dopingnevnd

Grein 21 – Dopingnevndin
Stk. 1: Aðalfundurin velur Dopingnevndina, sum skal vera mannað við formanni og tveimum nevndarlimum, og einum varalimi.

Stk. 2: Formaðurin og ein av nevndarliminum skulu hava lógkøna ella tilsvarandi útbúgving. Hin nevndarlimurin skal hava læknaliga útbúgving.

Stk. 3: Aðalfundurin velur nevndarlimir og varalim, tá ið skeiðið hjá sitandi limum er úti, fyri eitt tvey ára skeið, soleiðis at ein nevndarlimur og varalimurin verða valdir annaðhvørt ár og tveir nevndarlimir annaðhvørt ár.

Stk. 4: Formenn ella starvsnevndarlimir í sersambondum, sum eru limir í ÍSF, og formenn í ítróttarfeløgum, sum er limir í sersambondum kunna ikki verða limir í Dopingnevndini. Um ein limur í Dopingnevndini gerst formaður ella starvsnevndarlimur í einum sersambandi ella formaður í einum ítróttarfelagið, má hann siga sessin frá sær.

Stk. 5: Dopingnevndin virkar samsvarandi dopingreglugerðini hjá ÍSF. Henda reglugerð skal eisini skipa eina antidopingnevnd at fremja neyðugar kanningar og annað beinleiðis eftirlit.

Stk. 6: Dopingnevndin skipar seg sjálva við formanni og næstformanni.

Grein 22 – Umboðsting
Stk. 1: Formennirnir í sersambondunum, umboðið fyri menningarsambondini sambært grein 31, stk. 7, saman við starvsnevndini, hittast til fundar minst tvær ferðir árliga í Umboðstinginum. Hevur formaðurin forfall kann varaformaðurin møta í hansara stað.

Stk. 2: Umboðstingið ið er ráðgevandi verður hildið eina ferð um várið og eina ferð um heystið.

Stk. 3: Umboðstingið, kann eisini hittast eftir tørvi, um tað eru mál, ið mett verður neyðugt at umrøða.

Stk. 4: Um minst 6 sersambond skrivliga ynskja tað, skal fundur verða innkallaður í Umboðstinginum.

Stk. 5: Fundur í Umboðstinginum verður innkallaður við skrivligari fráboðan við skrá til limirnar við 14 daga freist. Onnur mál skulu verða starvsnevndini í hendi seinast 10 dagar áðrenn tingið, og verða eisini send til limirnar 7 dagar áðrenn tingið.

 

Kaptitul 3 – Nevndir

Grein 23 – Ítróttasavn Føroya
Ítróttasavn Føroya hevur eina nevnd við fimm limum. Hesir verða valdir á aðalfund Ítróttasambands Føroya. Tríggir verða valdir eftir tilmæli frá starvsnevnd ÍSF og tveir beinleiðis av aðalfundinum. Teir verða valdir at sita í fýra ár, tveir fjórða hvørt ár og tríggir fjórða hvørt ár.

Grein 24 – Ítróttagrunnur Føroya
Ítróttargrunnur Føroya hevur eina nevnd við fimm limum. Hesir verða valdir á aðalfundi Ítróttasambands Føroya. Tríggir verða valdir eftir tilmæli frá starvsnevnd ÍSF og tveir beinleiðis av aðalfundinum. Teir verða valdir at sita fýra ár, tveir fjórða hvørt ar og tríggir fjórða hvørt ár.

Grein 25 – Úrvalsnevnd
Stk. 1: Ein úrvalsnevnd verður vald, sum hevur fimm limir.

  1. Aðalfundurin velur fýra limir
  2. Mentamálaráiðið velur ein lim

Stk. 2: Nevndarlimir verða valdir á aðalfundi Ítróttasambands Føroya eftir tilmæli frá starvnevnds ÍSF´s. Valskeiðið er tvey ár. Tveir nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár (makað ár) og tríggir verða valdir annaðhvørt ár (ómakað ár), soleiðis at annaðhvørt ár stendur formaðurin og ein nevndarlimur fyri vali (makað ár), og annaðhvørt ár næstformaðurin og tveir nevndarlimir fyri vali (ómakað ár).

Stk. 3: Nevndin skipar seg sjálv.

Stk. 4: Úrvalsnevndin skal umsita úrvalsskipan ÍSF og umsitur pengingin, ið skipanin fær frá sponsorum og við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Úrvalsnevndin virkar eftir reglugerð sum aðalfundurin hevur samtykt eftir tilmæli frá Starvsnevndini.

Grein 26 – Fastar undirnevndir
Stk. 1: Starvsnevndin velur hesar føstu undirnevndir:

Stk. 2: Fíggjarnevnd, sum hevur tríggjar limir.

  • Forsetin, sum er formaður
  • Ein starvsnevndarlimur
  • Ein eksternur fíggarkønur, sum er skrivari í fíggjarnevndini

Stk. 3: Fíggjarnevndin hevur m.a. til uppgávu at gera uppskot um býtislykil fyri fíggjarstuðul til sersambondini, gera uppskot um fíggjarætlan fyri ÍSF eftir reglugerð, sum Starvsnevndin hevur samtykt.

Stk. 4: Oyggjaleikanevnd, sum hevur tríggjar limir

  • Forsetin, sum er formaður
  • Tveir starvsnevndarlimir

Stk. 5: Oyggjaleikanevndin hevur m.a. til uppgávu at umboða Føroyar í IICA, at samskipa føroyska oyggjaleikaluttøku eftir reglugerð, sum starvsnevndin hevur samtykt.

Stk. 6: Ungdóms- og menningarnevnd, sum hevur tríggjar limir

  • Tveir starvsnevndarlimir
  • Ein eksternur ítróttarkønur

Stk. 7: Nevndin skipar seg sjálv. Nevndin hevur m.a. til uppgávu at samskipa førleikamenning (útbúgving og skeið) breiddarítrótt og úrvalsítrótt eftir reglugerð, sum starvsnevndin hevur samtykt.

Stk. 8: Umsitingin hjá ÍSF virkar sum skrivari hjá nevndini.

Stk. 9: Antidopingnevnd sum hevur tríggjar limir

  • Eitt umboð frá umsitingini hjá ÍSF, sum er formaður
  • Tveir eksternir fakpersónar

Stk. 10: Antidopingnevndin hevur m.a. til uppgávu at samskipa dopingroyndir, og verða ákærumyndugleiki í dopingmálum. Antidopingnevndin virkar samsvarandi dopingreglugerðini hjá ÍSF.

Stk. 11: Hvør formaður umboðar nevnd sína og skal leggja virksemi til rættis sambært reglugerðum, sum eru ásettar av Starvsnevndini.

Grein 27 – Aðrar undirnevndir
Starvsnevndin kann harumframt seta aðrar undirnevndir, sum skulu ráðgeva og vera starvsnevndini til hjálpar í arbeiðið sínum. Virksemi teirra, val og virkisháttur eru ásett í serligum reglugerðum, sum verða ásettar av Starvsnevndini.

 

Kapittul 4 – Sersambond

Grein 28 – Limir í ÍSF
Stk. 1: Limirnir í ÍSF eru sambond av føroyskum ítróttarfeløgum (sersambond ella menningarsambond) sum lúka upptøkutreytirnar fyri limaskap í ÍSF.

Stk. 2: Sersamband er samband av ítróttarfeløgum, sum varða av somu ítróttargrein ella líknandi ítróttargreinum, sambært viðkomandi altjóða reglum, og sum hevur í minsta lagi 50 limir og 3 ítróttarfeløg.

Stk. 3: Menningarsamband er samgonga av ítróttarfeløgum, sum varða av somu ítróttargrein ella líknandi ítróttargreinum, men sum ikki koma undir stk. 2.

Stk 4: Um sersamband ikki uppfyllir treytirnar í stk. 2 í trý fylgjandi ár, kann starvsnevndin leggja tilmæli fyri aðalfundin um, at umskipa sambandið til menningarsamband.

Stk. 5: Sersambond og menningarsambond eiga at svara til tey olympiskt viðurkendu altjóða sersambondini.

Stk. 6: Sersambond og menningarsambond eru hægsti myndugleiki innan Ítróttarsamband Føroya um serfrøðiligar spurningar í síni ítróttargrein.

Stk. 7: Limirnir í DSNÍ, Tórshavn Boksing og Taekwondo felagið Hwarang Føroyar verða umskipað til menningarsambond.

Grein 29 – Limaskyldur
Stk. 1: Uppgávurnar hjá sersambondum og menningarsambondum fevna m.a. um, at:

  1. umsita tann stuðul, ið ÍSF letur og at greiða ÍSF frá hvussu stuðulin verður umsitin.
  2. lata inn ársfrágreiðing til ÍSF um farna árið.
  3. senda inn árliga grannskoðaðan roknskap fyri sambandið til ÍSF.
  4. heinta inn roknskap frá feløgunum og eftir umbøn útflýggja hesar til starvsnevndina.
  5. senda árliga upplýsingar um limatal í feløgunum.
  6. tryggja at tær reglur, sum sambandið setur í verk og tær reglur, sum feløgini seta í verk, neyvt samsvara við altjóða reglur og reglurnar hjá ÍSF.
  7. boða starvsnevnd ÍSF frá um møguligar broytingar í talinum av feløgum, broytingar í nevndum ella broytingar í viðtøkunum hjá sambandinum.
  8. skipa fyri landskappingum v.m.
  9. Virka fyri stovnan av fleiri feløgum innan tær ítróttargreinar sum sambandið varðar av.
  10. Umboða ítróttargreinar sínar mótvegis útlondum.

Grein 30 – Treytir fyri limaskapi
Stk. 1: Fyri at eitt samband kann gerast limur í ÍSF skulu fylgjandi treytir vera loknar:

  1. Sambandið skal hava ítróttarligt virksemi um hendi, sum hevur til endamál at menna kropsligu, sálarligu og sosialu førleikarnir hjá fólki. Ítróttarligt virksemi merkir, at virksemið serliga er av kropsligum, kroppstekniskum ella konditíónskrevjandi slagi.
  2. Sambandið skal í minsta lagi hava hesar stovnar:
    • Aðalfund
    • Nevnd
    • Dómsnevnd
  3. Reglurnar hjá sambandinum,og hjá feløgunum undir sambandinum, skulu samsvara altjóða reglur og reglur hjá ÍSF.
  4. Ongi verandi sambond skulu umboða somu ella sambærligar ítróttargreinar.
  5. Samband, ið ynskir limaskap, skal senda ÍSF umbøn um limaskap. Í umbønini skal tilskilast hvussu treytirnar í pkt. 1-4 eru loknar.

Grein 31 – Upptøka av limum
Stk. 1: Starvsnevndin tekur avgerð um upptøku av nýggjum limum. Nýggir limir verða tiknir upp sum menningarsambond.

Stk. 2: Starvsnevndin leggur tilmælið fyri aðalfundin um upptøku av menningarsambandi sum sersamband.

Stk. 3: Greiða 2/3 av sersambondum, sum eru umboðað á aðalfundi, atkvøðu fyri limaskapi, fær sambandið limaskap sum sersamband.

Stk. 4: Greiða 2/3 av sersambondunum, sum eru umboðað á aðalfundi ikki fyri limaskapi, verður umsóknin noktað, og sambandið kann í fyrsta lagi aftaná 3 ár søkja av nýggjum.

Stk. 5: Sambond sum hava 3 feløg, í minsta lagi 50 limir og hava virkað sum menningarsambond í minsta lagi 3 ár, kunnu verða upptikin sum sersambond.

Stk. 6: Menningarsambond hava møtirætt, talirætt, men ikki atkvøðurætt til aðalfundin.

Stk. 7: Menningarsambond velja eitt felags umboð, sum hevur atkvøðurætt til aðalfundin og møtir á umboðstinginum.

Stk. 8: Menningarsambond verða løgd undir Starvsnevndina at umsita.

Stk. 9: Starvsnevndin ger reglur um umsiting av menningarsambondum,  ið verða løgd fyri aðalfundin til góðkenningar.

Grein 32 – Stuðul til sambond
Stk. 1: Sersambond fáa stuðul eftir leisti sum er góðkendur av aðalfundinum.

Stk. 2: Menningarsambond fáa stuðul eftir teimum reglum sum starvsnevndin ger sambært grein 31, stk. 8.

Grein 33 – Fíggjarviðurskifti og ársgjald
Stk. 1: Sersambond hava síni fíggjarviðurskifti um hendi undir umsjón av starvsnevnd ÍSF.

Stk. 2: Í lógunum hjá sambondum og ítróttarfeløgum skal verða ásett, hvussu verða skal við ognum teirra í sambandi við avtøku av felagnum ella sambandinum.

Astk. 3: Aðalfundurin ásetur ársgjaldið sum limir í ÍSF skula gjalda. Hetta skal gjaldast í seinasta lagi tann 31. desember í verandi ári.

Grein 34 – Revsing o.a.
Stk. 1: Samband sum ikki hevur røkt skyldur sínar sambært grein 29, stk. 1, nr. 1-5 ella ikki hevur goldið ársgjaldið við ársenda, missir sín atkvøðurætt á aðalfundi.

Stk. 2: Um samband á grovan hátt vanrøkir skyldur sínar, kann aðalfundurin hjá ÍSF taka avgerð um, at sambandið missir sín limaskap í ÍSF.

Stk. 3: Um samband skyldar ársgjald fyri trý ár, kann aðalfundurin hjá ÍSF taka avgerð um, at sambandið missir sín limaskap í ÍSF.

Stk. 4: Starvsnevndin leggur tilmæli um uppsøgn av limaskapi fyri aðalfundin.

Stk. 5: Avgerð um uppsøgn av limaskapi hjá sambandi kann bert takast um 2/3 av teimum umboðaðu á aðalfundinum atkvøða fyri hesum.

Stk. 6: Samband, sum hevur mist sín limaskap eftir stk. 5 í hesi grein, kann kæra avgerðina hjá aðalfundinum til Ítróttardómstólin, sum tekur endalig avgerð í málinum.

Stk. 7: Samband, sum hevur mist sín limaskap eftir stk. 5 í hesi grein, kann ikki gerast limur aftur fyrr enn tey viðurskifti, sum lógu til grund fyri avgerðini um uppsøgn, ikki eru til staðar meira.

Stk. 8: Sambandið, sum hevur mist sín limaskap eftir stk. 5 í hesi grein, og sum ynskir at gerast limur aftur, søkir um limaskap eftir grein 30.

 

Kapittul 5 – Ymiskar ásetanir

Grein 35 – Útlendingar í Føroyskari Kapping
Stk. 1: Útlendingar kunnu taka lut í FM-kappingum í ítrótti, tá luttøka teirra er í samsvari við lógir og reglugerðir hjá avvarðandi sersambandi.

Stk. 2: Um sersamband ikki hevur lógir ella reglugerð, ið greitt siga hvørjar treytir eru fyri luttøku, hava lið hjá hesum sersambandi, ið luttaka í Føroyameistaraskapinum í ítrótti, í mesta lagi loyvi at hava 20% av útlendingum á liðunum.

Stk. 3: Hevur sersamband ikki lógir ella reglugerðir fyri hesum, kunnu bert føroyingar luttaka í einstaklingakappingum (ein- og tvímansleiki).

Grein 36 – Landslið
Stk. 1: Á føroyskum landsliðum kunnu bert føroyingar luttaka.

Stk. 2: Hvør er føroyingur verður avgjørt sambært lógum og reglugerðum hjá avvarðandi sersambandi og viðkomandi altjóða reglum.

Stk. 3: Føroyingur er tann, ið er føddur ella uppvaksin í Føroyum ella er barn hjá slíkum.

Stk. 4: Er ikki annað ásett verður sum føroyingur eisini roknaður útlendingur, ið hevur verið fast búsitandi í Føroyum í minsta lagi 2 – tvey – ár, hevur virki sítt her og hevur føroyskan heimarætt.

 

Kapittul 6 – Avtøka

Grein 37 – At slíta Ítróttasambandið
Til at slíta Ítróttasamband Føroya krevst, at 4/5 av teimum, sum hava atkvøðurætt og eiga sæti á aðalfundi ÍSF sambært hesi lóg, samtykkja tað. Verður slík samtykt gjørd, leggur tann aðalfundurin frá sær, meðan tann starvsnevnd, sum sat seinasta valskeið, verður sitandi og boðar til aðalfund av nýggjum um seks mánaðir. Verður tá aftur samtykt við 4/5 meiriluta av umboðum við atkvøðurætti at slíta sambandið, er sambandið lógliga slitið.
Verður Ítróttasamband Føroya soleiðis slitið, skulu allar ognir tess fara í grunn. Stovnsfæið má ikki verða skert, men 2/3 av ársrentum skulu verða nýttar til uppalingar- og ítróttaendamál eftir avgerð hjá 3-mannanevnd, har ein nevndarlimur verður valdur av fráfarandi stjórn. Føroya Løgting velur ein, og tann triði er Føroya løgmaður, sum skal vera nevndarformaður.

 

Kapittul 7 – Broytingar og Gildi

Grein 38 – Lógarbroytingar
Stk. 1: Til broytingar í hesi Evstulóg ÍSF krevst 2/3 meiriluti av teimum atkvøðum, sum eru umboðaðar á aðalfundinum.

Stk. 2: Til aðrar broytingar í lógum og reglum ÍSF krevst vanligur meirliluti á aðalfundinum.

Stk. 3:Til at koyra lim úr ÍSF krevst 2/3 meiriluti av teimum atkvøðum, sum eru umboðaðar á aðalfundinum.

 

Kapittul 8 – Gildi og Tulking

Grein 39 – Gildi og Tulking
Stk. 1: Samtíðis sum henda lóg kemur í gildi, falla burtur allar samtyktir, sum stríða ímóti henni, og somuleiðis eldra lóg sambandsins. Aðrar lógir og samtyktir hjá ÍSF, ið eru samtyktar sambært eldri Evstulóg verða verandi í gildi.

Stk. 2: Henda lóg skal tulkast í samsvar við Olympiska Skjalið. Í øllum førum, tá ósamsvar er ímillum hesa lóg og Olympiska Skjalið, skal Olympiska Skjalið takast framum.

Samtykt á aðalfundi ÍSF hin 31.05. 2002 og tillagað á aðalfundi 13.06.2014, 29.05 2015 og 29.04.2017.