Reglugerð fyri stuðul til altjóða kappingar í Føroyum

Hendan reglugerð viðgerð treytir fyri at fáa peningaligan stuðul til at skipa fyri altjóða kappingum í Føroyum.

Stuðul kann søkjast til altjóða kappingar, sum ser- og menningarsambond skipa fyri í Føroyum. Sum meginregla skulu hesar treytir verða uppfyltar.

  1. Kappingin skal vera á NM-støði ella á líknandi ella hægri støði.
  2. Kappingin kann vera fyri junior ella vaksin.
  3. Í minsta lagi 4 lond skulu luttaka í kappingini.
  4. Í mun til uppsetta fíggjarætlan kann ein undirskotstrygd setast.
  5. Grannskoðaður roknskapur við tilhoyrandi skjølum skal innlatast seinast tveir mánaðir eftir, at kappingin hevur verið.
  6. Roknskapurin skal verða grannskoðaður av minsta lagi skrásettum grannskoðara.

Samtykt á starvsnevndarfundi 4. desember 2017, og broytt á starvsnevndarfundi 17. oktober 2022

2022-10-17 Reglugerð Altjóða kappingar í Føroyum