Sambært Evstulóg fyri ÍSF § 29, stk. 3, hevur starvsnevnd ÍSF samtykt hesa
REGLUGERÐ fyri fíggjarnevndina
§ 1
Fíggjarnevndin er mannað við trimum limum, sum verða valdir av starvsnevndini:
- Forseti ÍSF, sum er formaður
- Ein starvsnevndarlimur
- Ein eksternur fíggjarkønur, sum samstundis eisini er skrivari í fíggjarnevndini
Limirnir í fíggjarnevndini eru valdir, inntil starvsnevndin velur aðrar nevndarlimir.
§ 2
Starvið hjá fíggjarnevndini fevnir m.a. um at gera uppskot um býtislykil fyri fíggjarstuðul til sersambondini og gera uppskot um fíggjarætlan fyri ÍSF.
§ 3
Fyri at kunna útinna sítt starv sambært § 2 hevur fíggjarnevndin fund við hvørt sersamband í minsta lagi einaferð um árið. Á hesum fundi luttekur fíggjarnevndin og nevndin fyri hvørt sersamband. Í góðari tíð undan nevnda fundi, sum nærri ásett av fíggjarnevndini, sendir sersambandið til fíggjarnevndina fullfíggjað roknskapartilfar fyri farna álmanakkaár, herundir fylgjandi tilfar fyri viðkomandi sersamband:
- Almenna ársroknskapin
- Grannskoðanarprotokoll
- Ársroknskapin uppsettan eftir felags kontoplaninum
- Fíggjarætlan fyri komandi 3 árini
- Framtíðarætlanir av týdningi
Sersambandið hevur skyldu at útvega meira og annað tilfar, útgreina tilfarið ella svara spurningum og ivamálum frá fíggjarnevndini, um fíggjarnevndin metir tørv vera á tí.
Fíggjarlig skjøl og upplýsingar, sum sersambondini lata fíggjarnevndini, eru í trúnaði og eru bert tøk fyri fíggjarnevndini og umsitingini hjá ÍSF. Vísandi til grein 32 í Evstulóg fyri ÍSF verða almennu roknskapirnir hjá sersambondunum tó lagdir út á heimasíðuna hjá ÍSF.
§ 4
Uppskot til býti av fíggjarstuðli til sersambond verður lagt fyri starvsnevndina til góðkenningar, síðani umboðstingið til kunningar/umrøðu og til seinast lagt fyri aðalfund ÍSF til góðkenningar.
§ 5
Henda reglugerð kann bert broytast við samtykt av starvsnevndini.
Samtykt á starvsnevndarfundi 18. mai 2020.
Reglugerð fyri fíggjarnevnd sum pdf