Tak niður:

Felags Vanlukkutryggingin hjá Ítróttasambandi Føroya:

Ítróttasamband Føroya hevur endurnýggjað vanlukkutryggingina 1. apríl 2018 fyri sínar íðkandi limir.
Ein vanlukkutilburður merkir “ein brádlig hending, ið elvir til likamsskaða”.
Endurgjald verður veitt vísandi til tryggingartreytirnar.
Tryggingarhædd fyri hvønn einstakan lim:

-250.000 kr við deyða. Tó kr. 25.000 kr. við deyða hjá børnum yngri enn 18 ár
-500.000 kr við avlamni.

Tryggingaravtalan umfatar IKKI dagpening fyri eitt nú mista arbeiðsinntøku.

Hvør er tryggjaður:
Tryggingin fevnir um allar virknar limir og venjarar innan Ítróttasamband Føroya, t.e. limir í ítróttafeløgum undir Ítróttasambandi Føroya, sum hava limagjaldsviðurskifti síni í lagi. Hóast ásetingarnar í tryggingartreytunum, er tryggingin víðkað til at fevna um judo og boksing.

Umfatar IKKI:
Teir spælarar, ið eru sáttmálasettir, og onnur, ið eru í starvi hjá felagnum.

Hvar tekur tryggingin við:
Tryggingin tekur við undir ítróttakapping ella venjing, í Føroyum, sum er fyriskipað av tryggingartakaranum, t.e. ÍSF ella tess sersambondum. Somuleiðis tekur tryggingin við undir vanligari ferðing ella flutningi beinleiðis til og frá heimstaðnum hjá ítróttafelagnum í samband við kapping ella venjing, sum fer fram uttan fyri kommunumark. Tryggingin tekur bert við í Føroyum.

Hvar tekur tryggingin ikki við:
Tryggingin tekur ikki við, tá eitt ítróttafelag sjálvt skipar fyri eini kapping, tvs. einari kapping sum ikki er fyriskipað í samstarvi við avvarðandi sersamband. Í samband við landsliðsvenjing og landsliðskapping er flutningur og ferðing ikki umfatað.

Viðgerðar- og flutningsútreiðslur:
Tryggingin fevnir um viðgerðar- og flutningsútreiðslur, tó verður útgoldið í mesta lagi 5.000 kr.

Ábyrgd:
Tað áliggur tryggingartakaranum at fyriskipa trygdarreglur í sambandi við hvørja einstaka ítróttargrein. Ítróttarfeløgini bera ábyrgdina av, at hesar verða fylgdar.

Fráboðan og treytir:
Fráboðast skal skjótast gjørligt. Fráboðanartreytin er tó annars inniverandi ár + tvey kalendaraár.

Heinta vanlukkufráboðanarskjal og sí meira um tryggingartreytirnar ovast a hesi síðuni.

Tryggingarviðurskifti annars:
Ítróttasamband Føroya metir tað vera av sera stórum týdningi, at trygdin er í lagi og heitir tískil á ítróttafeløgini um at hava tryggingarviðurskiftini í lagi, tá tey sjálv skipa fyri kappingum. Vit heita á ítróttafeløgini at hava tryggingarviðurskiftini í lagi fyri allar sínar limir, hjálparfólk og starvsfólk.

Sí aðrar tryggingarmøguleikar fyri ítróttafeløg í leinkjuni ovast á hesi síðuni.