Grundreglur ÍSF um ferðaløg innan- og uttanlands

 

Grein 1
Ítróttafólk, ferðaleiðarar og venjarar skulu altíð vera til fyrimyndar í øllum atburði, vera fráhaldandi, fólkalig og siðilig í framferð á leikvøllum og aðrastaðni.

Grein 2
Hægsta myndugleika, meðan ferðin varir, hava ferðaleiðararnir. Ferðaleiðarin skal føra dagbók um ferðina og geva avvarðandi frágreiðing í seinasta lagi 15 dagar eftir heimkomu.
Ítróttarfólk og onnur í ferðalagnum skulu eisini akta venjararnar og onnur, sum ferðaleiðarin gevur myndugleika.

Grein 3
Ferðaleiðarar skulu hava vakið eyga við atburði hjá øllum í ferðalagnum og tala at, um nakað er at finnast at atburði teirra. Teir hava myndugleika at reka ítróttarfólk frá kappingum ella sýningum, og eisini at senda tey heim, um ein ferðaleiðari metir, at talan er um veruligt brot. Er tað so, eftir hvat ferðaleiðarin metir, kann hann vísa tí seka til avvarðandi dómstól og fáa úrskurð gjørdan.

Grein 4
Tey, sum taka lut í kappingum, kunna, tá ið tey koma heimaftur, kæra framferð ferðaleiðarans til avvarðandi dómstól, um tey meta, hann hevur borið seg skeivt at.

Grein 5
Valdið skal vera óskert hjá tí myndugleika, sum stendur fyri ferðini, og øðrum, sum sambært Dóms- og revsiavgerðum ÍSF hava rætt at fremja revsiavgerðir, eftir at ferðalagið er heimkomið, hóast ferðaleiðarin ikki hevur nýtt tann myndugleika, hann eigur sambært 3. grein.

Samtykt av stjórn ÍSF 20. februar 1982.