Udlændingestyrelsen ið avgreiðir øll hesi mál, hevur nú gjørt eina gjølliga vegleiðing til ítróttarfeløg og umsøkjarar.
Udlændingestyrelsen hevur sett sær fyri, at hesi mál kunnu verða avgreidd uppá uml. 1 mánaða, treytað av, at umsóknin, setanaravtalen íroknað, er fult upplýst og eingir mótsigandi upplýsingar eru í innsendu skjølinum.
Gev gætur, at hetta snýr seg um sonevndu ítróttaravtaluna. Umsóknir um fulltíðarsett ítróttarfólk koma undir vanligu reglurnar.
Vegleiðingin sæst HER
Frá 1. august 2020 eru fylgjandi upphæddir galdandi:
Minstakravið til inntøkuna frá ítróttarfelagnum er: løn pr. mðr. kr. 12.067,72
Mest loyvda inntøka fyri hjávinnustarvið er íalt: løn pr. mðr. kr. 11.139,43
Frá 1. mai 2021 eru fylgjandi upphæddir galdandi:
Minstakravið til inntøkuna frá ítróttarfelagnum er: løn pr. mðr. kr. 12.218,24
Mest loyvda inntøka fyri hjávinnustarvið er íalt: løn pr. mðr. kr. 11.278,37
Frá 1. mai 2022 eru fylgjandi upphæddir galdandi:
Minstakravið til inntøkuna frá ítróttarfelagnum er: løn pr. mðr. kr. 12.645,46
Mest loyvda inntøka fyri hjávinnustarvið er íalt: løn pr. mðr. kr. 11.672,74
Dagførdu satsirnir eru galdandi fyri allar setanarsáttmálar, ið eru undirskrivaðir eftir at henda kunning er fráboðað á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni.
Fyri longu givin ítróttarloyvir, eru tær upphæddir framvegis galdandi, sum givna loyvið var grundað á.