Reglugerð fyri stuðul til altjóða kappingar uttanlands
Hendan reglugerð viðgerð treytir fyri at fáa peningaligan stuðul til at luttaka í altjóða kappingum uttanlands.
Upphæddin sum verður sett av til stuðul til altjóða kappingar uttanlands er partur av samlaða býtinum, sum fíggjarnevndin ger og leggur fyri aðalfundin til góðkenningar.
Stuðul kann søkjast til altjóða kappingar, sum sambond undir ÍSF luttaka í uttanlands.
Sum meginregla skulu hesar treytir verða uppfyltar:
- Talan skal verða um kapping á altjóða støði, so sum World Cup, European Cup, NM kapping ella smálanda kapping.
- Luttakarar frá minst 4 londum skulu taka lut í kappingini.
- Kappingin skal verða fyri vaksin.
- Søkjast kann um stuðul til ferðing og uppihald.
- Fíggjarætlan fyri luttøkuna skal fylgja við umsóknini.
- Freistin at lata umsókn inn er 15. november árið fyri.
- Sambond sum hava søkt fáa svar í seinasta lagi 15. desember.
- Uppgerð við skjalprógvum fyri útreiðslurnar skal innlatast ÍSF seinast tveir mánaðir eftir at kappingin hevur verið.
- Starvsnevndin tekur avgerð um býtið.
Samtykt av starvsnevnd ÍSF 12. mai 2022, 17. oktober 2022, og seinast dagført á starvsnevndarfundi 1. januar 2023.