Reglugerð fyri Úrval

Úrval er ein skipan sum veitur sersambondunum stuðul til føroysk úrvalsítróttafólk.

Nevndin í Úrvali viðgerð umsóknir 1 ferð árliga. Umsóknarfreistin er 15. okt. til árið eftir.

 

Viðtikið á stjórnafundi í ÍSF 24. apríl 2014. Tillaga á eykaaðalfundi 17. nov. 2014 og á aðalfundi 26. apríl 2016

Á stjórnarfundi 7. mars 2013 var avgjørt, at seta bólk mannaðan av umsitingini, starvsnevndini og stjórnini, at gera uppskot uppskot um úrvalsítróttaskipan.

Á stjórnarfundi 11. apríl 2013, var avgjørt at nevndin skuldi mannast soleiðis:

Anna Rein úr starvsnevndini,
Elin H. Joensen (FFS),
Magnus Tausen (FBF),
Jon Hestoy (SSF)
Hallur Holm (FÍF) og
Annika Lindenskov, ítrótta- og ungdómsrágevi.

Nevndin skipaði seg við Annu Rein sum forkvinnur og Anniku Lindenskov sum skrivara.

Úrvalsítrótt, úrvalsítróttafólk og Úrval allýst
Úrvalsítrótt
Úrvalsítróttafólk
Framtíðar úrvalsítróttafólk
Úrval

1.0 Stuðul frá Úrvali

Fíggjarliga býtið
Ítróttagreinir
Stuðulin, ið verður latin, kann verða nýttur til
Umsókn
Sáttmáli
Samrøða
Spurningar

2.0 Tríbýtt stuðulsskipan

Bólkur 1
Bólkur 2
Bólkur 3

3.0 Umsókn um stuðul frá Úrvali
3.1 Einstaklingar
3.2 Lið

4.0 Treytir fyri stuðli

Brot á sáttmála ella treytir
Ábyrgd og endurgjald
Brot á dopingreglurnar
Útgjald
Skattur

5.0 Reglugerð fyri Úrval

  • 1 Navn og heimstaður
  • 2 Endamál
  • 3 Nevnd
  • 4 Virksemi og umsiting
  • 5 Roknskapur, grannskoðan og ársfrágreiðing
  • 6 Virksemi
  • 7 Viðtøkubroytingar
  • 8 Avtøka

6.0 Leiðreglur fyri Úrval

Umhvørvi

7.0 Skjøl

Skjal 1: Altjóða Limaskapur hjá Sersambondunum
Skjal 2: Fíggjarætlan 2014
Skjal 3: Ítróttagreinir undir IOC og IPC
Skjal 4: Umsóknarblað
Skjal 5: Sáttmáli
Skjal 6: Frágreiðing
Skjal 7: 3. bólkur

Úrvalsítrótt, úrvalsítróttafólk og Úrval allýst

Úrvalsítrótt

Ítrótt er eyðkend við kapping og stremban fram ímóti hægstu málum líka mikið hvør ítróttagreinin er.

Úrvalsítrótt er ítrótt á allar hægsta stigi. Fíggjarlig, ímyndarlig og ítøkilig menniskjanslig avrik og serkunnleiki eru miðsavnað um serliga úrvald og serliga evnarík ítróttafólk, sum eru á allar hægsta stigi í síni ítróttagrein. Úrvalsítrótt er ítrótt, tá ið hon verður íðkað á ytstu mørkum, har bara tey fáu, úrvaldu, serliga evnaríku og eldhugaðu kappast um at vera best av teimum bestu.

Úrvalsítróttafólk

Eyðkenni fyri úrvalsítróttafólk er, at tey eru á topp 10 heimsstyrkilistanum í síni ítróttagrein í EM, HM, OL og PL – kapping.

Framtíðar úrvalsítróttafólk

Eyðkenni eru serliga evnarík og ágrýtin ítróttafólk við íbornum evnum, førleikum og hegni í síni ítróttagrein, grundað á fleiri ára íðkan og kapping, og sum hava fortreytir og útlit at gerast úrvalsítróttafólk.

Úrval

Aðalmálið hjá Úrvali er at tryggja karmarnar hjá føroyskum úrvalsítróttafólkum.

Úrval skal virka fyri og grunda sínar avgerðir á:

  • At støðið í allari føroyskari úrvalsítrótt alsamt hækkar, so flest møgulig ítróttafólk náa altjóða støði
  • At tað koma at verða fleiri føroysk úrvalsítróttafólk á heimsstyrkilistanum í síni ítróttagrein.
  • At menna og stuðla serliga evnaríkum og ágrýtnum ítróttafólkum, sum kunnu gerast úrvalsítróttafólk
  • At menna og stuðla evnaríkum ungdómum, ið hava nátt ella hava útlit innanfyri eitt avmarkað tíðarskeið, at náa altjóða úrslit
  • At gera tað møguligt hjá úrvalsítróttafólki at sameina ítrótt, útbúgving og arbeiði

1.0 Stuðul frá Úrvali

Úrval er ein tríbýtt stuðulsskipan.

Fyri at vera ein partur av úrvalsskipanin er neyðugt, at ítróttafólkið kann bólkast í ein av hesum bólkunum:

1. bólkur 2. bólkur 3. bólkur
Ítróttafólk sum eru í topp 10 í EM, HM, OL og PL

Skulu kappast undir føroyskum flaggi

Sersambandið skal hava altjóða limaskap (sí skjal 1)

 

Ítróttafólk sum hava rokkið ella kunnu røkka topp 5 í NM ella 3 í NJM, ella í samsvarandi kapping í styrki

Skulu kappast undir føroyskum flaggi

 

Ung ítróttafólk við ágrýtni og evnum at vinna heiðursmerki í altjóða kappingum

 

Minsta krav fyri at fáa stuðul frá Úrvali er, at ítróttafólkið er føroyingur (sí evstulóg hjá ÍSF), er limur í einum føroyskum ítróttafelag og kappast í FM.

Fíggjarliga býtið (sí skjal 2)

  1. bólkur: 80%
  2. bólkur: 20%
  3. bólkur: 100.000 kr. árliga

Úrval hevur heimild og møguleika at flyta pening úr 1. bólki í 2. bólk.

Úrval ger av, um allur stuðul í 1. bólki verður latin til umsøkjara ella umsøkjarar í 1. bólki, ella um nakað av peningi skal flytast yvir til umsøkjara ella umsøkjarar í 2. bólki. Tó skal altíð í minsta lagi 20% av peninginum vera eftir í 1. bólki.

Ítróttagreinir

Úrval kann veita stuðul til ítróttagreinir, ið eru fevndar av IOC og IPC, sí skjal 3.

Stuðulin, ið verður latin, kann verða nýttur til

Kappingar, venjingarlegur, venjarar, fysioterapeut og annað eyka virksemi hjá ítróttafólkinum, sum sersambandið ikki vanliga luttekur í.

Umsókn

Umsókn um stuðul frá Úrvali skal altíð latast umvegis avvarðandi sersamband. Sersambandið sendir umsóknina inn til Úrval.

Sersambandið umsitur veittan stuðul vegna ítróttafólkið og hevur ábyrgd av at lata Úrvali kravdu frágreiðingar, sí treytir fyri stuðulsavtalu s. 12.

Nevndin í Úrvali viðgerð umsóknir 1 ferð árliga. Umsóknarfreistin er 15 okt. til ári eftir.

Í eini umsókn skulu vera allar tær upplýsingar, ið nevndar eru á s. 9, 10 og 11.

Bert fullfíggjaðar umsóknir verða viðgjørdar.

Hóast arbeitt verður við langtíðarætlanum fyri ítróttafólkið, skal søkjast um stuðul av nýggjum á hvørjum ári.

Allar umsóknir verða í hvørjum einstøkum føri sær mettar út frá ítøkiligum grundarlagi júst í løtuni hjá ítróttafólkinum í mun til heimsstyrkilistan í ítróttagreinini.

Sersambandið skal í umsóknini greiða frá, meta um og vísa á, hvar ítróttafólkið er á heimsstyrkilistanum.

Sáttmáli

Fyri at fáa stuðul frá Úrvali skulu sersambandið, ítróttafólkið og Úrval undirskriva sáttmála. Sáttmálin (sí skjal 5) skal verða nýttur partanna millum.

Samrøða

Úrval kann, er tørvur á tí, kalla avvarðandi sersamband og ítróttafólki, sum hevur søkt um stuðul inn til eina samrøðu.

Nevndin í Úrvali skal svara avvarandi sersambandi skjótast gjørligt og í seinasta lagi 5 vikur eftir, at umsóknarfreistin er farin.

Spurningar

Spurningar og nærri kunning fáast við at venda sær til skrivstovuna hjá Ítróttasamband Føroya í Gundadali í Tórshavn ella við at senda ein teldupost til urval@isf.fo

2.0 Tríbýtt stuðulsskipan

Bólkur 1

Ítróttafólk ella lið, sum hava rokkið topp 10 við seinastu EM, HM ella OL-kapping.

Úrval stuðlar 1. bólki fíggjarliga.

Bólkur 2

Ítróttafólk ella lið sum hava rokkið ella kunnu røkka topp 5 í NM ella 3 í NJM, ella í samsvarandi kapping í styrki.

Úrval stuðlar 2. bólki fíggjarliga.

Bólkur 3

Unga ítróttafólkið skal hava víst evni og ágrýtni at megna at uppfylla langtíðarmál í síni ítróttagrein.

At hava ágrýtni og megna at uppfylla langtíðarmál merkir, at ítróttafólkið venur miðvíst og kappast regluliga á høgum stigi.

Langtíðarmál merkir, at ítróttafólkið hevur sett sær neyðuga høg mál minst tvey ár fram

Unga ítróttafólkið skal kunna vísa á avrikað úrslit á høgum stigi.

Úrval stuðlar 3. bólki við ráðgeving, ráðstevnum o.ø. stimbrandi tiltøkum. Sí skjal 7.

Allar umsóknir við fylgiskjølum skulu sendast til:

Ítróttasamband Føroya
Stílað: Úrvali
Postrúmi 223
FO-110 Tórshavn

ella til:

urval@isf.fo

3.0 Umsókn um stuðul frá Úrvali

Miðjað verður eftir, at umsóknin er bygd upp eftir einari 4 ára langtíðarætlan. Stuðul verður tó bert latin fyri 1 ár hvørja ferð. Tískil er neyðugt at søkja um stuðul á hvørjum ári.

Umframt at svara spurningum niðanfyri, skal umsóknin eisini svara spurningunum fyri einstaklingar (sí 3.1) ella lið (sí 3.2).

Umsóknin skal umfata og setast upp soleiðis:

Langtíðarætlan

Greið frá langtíðarætlanini hjá ítróttafólkinum og í høvuðsheitum hvørjum málum arbeitt verður fram ímóti.

árið: Høvuðsmál og ávegismál
árið: Høvuðsmál og ávegismál
árið: Høvuðsmál og ávegismál
árið: Høvuðsmál og ávegismál

Ársætlan

Greið frá venjingar- og kappingarætlanum fyri hvørt ár, sum søkt verður um stuðul til.

árið: Nágreinilig venjingarætlan og tíðarætlan við málsetningum og lýsing av kappingum.
árið: Nágreinilig venjingarætlan og tíðarætlan við málsetningum og lýsing av kappingum.
árið: So nágreinilig ætlan sum gjørligt
árið: So nágreinilig ætlan sum gjørligt

Fíggjarætlan

Fullfíggjað fíggjarætlan skal fyriliggja bæði viðvíkjandi útreiðslum og inntøkum.

Annar fíggjarligur stuðul

Eru aðrir stuðlar enn Úrval, skal tað skrivast í umsóknini og síggjast í fíggjarætlanini.

Støði á heimsstyrkilistanum
Avvarandi sersamband skal í umsóknini greiða frá, meta um og vísa á, hvar ítróttafólkið er á heimsstyrkilistanum.

Raðfesting

Søkir avvarandi sersamband um stuðul til fleiri íðkarar ella lið, skal avvarandi sersamband raðfesta, hvønn tey stilla inn sum nr. 1, 2, 3.

3.1 Einstaklingar

Fyri einstaklinga ítróttafólk skal umsóknin eisini fevna um: – upplýsingar skulu skrivast á eitt skjal fyri seg.

Lesnaður (um tú ert lesandi)

Greið frá hvat og hvar tú lesur
Greið frá hvussu langt tú ert komin í lesnaðinum
Greið frá málinum við útbúgvingini
Nær byrjaði tú lesnaðin, og hvussu langa tíð er útbúgvingin mett at taka
Hvussu langa tíð væntar tú, at tú fert at brúka til útbúgvingina
Onnur kunning um lestrarviðurskiftini hjá tær

Arbeiði (um tú arbeiðir)

Greið frá hvar tú arbeiðir
Upplýsingar um arbeiðsgevara, samband osfr.
Greið frá hvussu nógv tú arbeiðir

Annar stuðul

Greið frá um tú áður hevur fingið stuðul frá Úrvali. Um ja – nær?
Greið frá um tú fært stuðul frá øðrum felagsskapum, fyritøkum osfr. Um ja – hvussu nógv?
Greið frá um tú áður hevur fingið stuðul frá øðrum felagsskapum, fyritøkum osfr. Um ja – nær og hvussu nógv?

Ítróttalívið hjá tær

Greið frá hvørja ítróttagrein tú íðkar
Greið frá tínum bestu ítróttaligu úrslitum
Greið frá um tú hevur verið á ella ert á landsliðinum
Greið frá nær tú fórt at íðka ítrótt, og hvussu tú hevur vant seinastu trý árini
Greið frá hvussu stóran part av kostnaðinum á tíni fíggjarætlan, tú sjálv/ur hevur goldið
Greið frá hvønn týdning stuðulin frá Úrvali hevði havt fyri teg og tíni ítróttaligu mál

3.2 Lið

Fyri lið skal umsóknin eisini fevna um: – upplýsingar skulu skrivast á eitt skjal fyri seg.

1. Upplýsingar

a) Hvussu eitur liðið
b) Hvat er postadressan og teldupostadressan hjá liðinum
c) Hvørji eru venjarar og leiðarar á liðinum

2. Annar stuðul

a) Greið frá um liðið áður hevur fingið stuðul frá Úrvali. Um ja – nær?
b) Greið frá um liðið fær stuðul frá øðrum felagsskapum. Um ja – hvussu nógv?
c) Greið frá um liðið áður hevur fingið stuðul frá øðrum felagsskapum. Um ja – nær og hvussu nógv?

3. Ítrótt

a) Greið frá hvørja ítróttagrein liðið íðkar
b) Greið frá hvørjum støði liðið kappast á
c) Greið frá bestu ítróttaligu úrslitunum hjá liðinum
d) Greið frá hvussu stóran part av fíggjarætlanini hjá liðinum, ítróttafólkini sjálvi skulu gjalda
e) Greið frá hvønn týdning stuðulin frá Úrvali hevði havt fyri liðið

4.0 Treytir fyri stuðli

Ítróttafólkið skal vera limur í einum føroyskum ítróttafelagi og kappast í FM

Ítróttafólkið skal fylgja dopingreglunum hjá WADA

Ítróttafólkið skal hava galdandi trygging, sum uppfyllir krøvini fyri at fáa almenna sjúkraviðgerð

Ítróttafólkið skal kunna luttaka 1-2 ferðir um árið í tiltøkum hjá Úrvali. Hesi tiltøk verða løgd soleiðis til rættis, at tey ikki falla saman við venjing ella kapping hjá ítróttafólkinum.

Avvarandi sersamband hevur ábyrgd av at lata Úrvali eina frágreiðing hvønn ársfjórðing. Sí skjal 6.

Allar kappingar, ið luttikið verður í, skulu vera góðkendar av altjóða sambandinum hjá avvarðandi ítróttagrein

Úrval veitir stuðul í samstarvi við sersamband títt, so at tú fært hildið og ment hægsta altjóða stig títt í ítróttagreinini. Afturfyri vænta vit av tær, at tú gert títt ítasta at mennast so nógv sum gjørligt. Vit vænta eisini av tær, at tú gert tær greitt, at tú við stuðlinum frá Úrvali ert við í einum størri felagsskapi. Tú ert týdningarmikið andlit úteftir hjá Úrvali, sersambandi og felagi tínum og øllum Føroyum.

Tú verður fyrimynd, og vit vænta av tær, at tú kennir teg aftur í hesum málum:

Eg taki ábyrgd fyri egnari menning, og eg strembi altíð fyri at menna meg sum mest, tí eg seti mær og teimum kring meg høg mál

Eg veit og viðurkenni, at eg eri fyrimynd í kapping og í gerandisdegnum, og eg gangi undan sum góð fyrimynd hjá øðrum ítróttafólkum. Fyri ítróttina, fyri felag mítt, fyri sersambandið, fyri Úrval og fyri Føroyar

Eg eri trúfastur ímóti felagi mínum, sersambandi, Úrvali og Føroyum og eg rósi og finnist at beinleiðis yvirfyri øll einstaklingum og felagsskapum, sum varða av ítrótt míni

Eg íðki ítrótt mína etiskt ábyrgdarfult.

Brot á sáttmála ella treytir

Heldur umsøkjari ikki skyldu sínar sambært sáttmálanum og pkt. 4 í hesum skjali, tilskilar Úrval sær rætt at siga sáttmálan upp beinanvegin og krevja stuðul afturrindaðan.

Ábyrgd og endurgjald

Broytast umstøðurnar munandi til dømis um grundarlagið undir umsóknini ikki heldur, tilskilar Úrval sær rætt at gera av, um stuðulin skal gjaldast aftur heilt ella lutvíst.

Brot á dopingreglurnar

Brýtur ítróttafólkið dopingreglurnar hjá WADA og avgerð fellur í málinum, steðgar stuðulin beinanveg, og sáttmálin verður ógildaður.

Avvarandi sersamband kann søkja um stuðul frá Úrvali til ítróttafólkið, eftir at øll viðurskifti eru komin í rættlag.

Útgjald

Úrval skipar útgjøld í samráð við avvarandi sersamband.

Skattur

Stuðul veittur frá Úrvali, sum avvarandi sersamband nýtir til samsýningar, skulu verða goldnar sambært galdandi skattalóggávu.

5.0 Reglugerð fyri Úrval

§1 Navn og heimstaður

Ítróttasamband Føroya hevur sett á stovn nevnd við navninum “Úrval”. Nevndin virkar úr sama stað sum ÍSF.

§2 Endamál

Úrval er nevnd, sum umsitur stuðul til føroyska úrvalsítrótt.

Endamálið hjá Úrvali er:

a) At stuðla ítróttafólkum og liðum at fremja ítrótt sína á hægsta stigi
b) At stuðla ítróttafólkum og liðum at umboða Føroyar í altjóða kappingum
c) At gera tað møguligt hjá ítróttafólkum at sameina ítrótt, útbúgving og arbeiði
d) At veita stuðul sum skal menna føroyska úrvalsítrótt

Stuðulin verður at nýta til kappingar, venjingarlegur, venjarar, fysioterapeut og annað eyka virksemi hjá ítróttafólkinum, sum sersambandið ikki vanliga luttekur í.

§3 Nevnd

Í Úrvali eru fimm limir. Formaður, næstformaður og tríggir nevndarlimir. Nevndarlimir verða valdir á aðalfundi Ítróttasamband Føroya eftir tilmæli frá starvsnevnd ÍSF´s, og eftir góðkenning á umboðstinginum.

Tað verður valdur ein formaður, ein næstformaður og tríggir nevndarlimir. Valskeiðið er tvey ár. Tveir nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár (maka ár) og tríggir verða valdir annaðhvørt ár (støk ár), soleiðis at annaðhvørt ár stendur formaðurin og ein nevndarlimur fyri vali (maka ár), og annaðhvørt ár næstformaðurin og tveir nevndarlimir (støk ár).

Fimti nevndarlimurin verður valdur eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum.

Fer nevndarlimur úr nevndini í úrtíð, velur umboðtingið í ÍSF nýggjan lim.

Í fyrstu nevndini í Úrvali verða valdir fýra limir eftir tilmæli frá fyrireikingarbólkinum av Úrvali og ein limur verður valdur eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum.

Fyrst valda nevndin verður góðkend av stjórn íSF, og verður sitandi til aðalfund ÍSF í 2016.

§4 Virksemi og umsiting

Skrivari í nevndini er starvsfólk frá umsitingini í ÍSF. Skrivstova ÍSF tekur sær av umsitingarliga arbeiðinum.

Nevndin førir gerðabók yvir allar fundir.

Nevndarformaðurin stýrir nevndarfundunum.

Tá ið atkvøtt verður, er vanligur meiriluti galdandi. Stendur á jøvnum í atkvøðugreiðslu er atkvøða formansins avgerandi.

Formaðurin hevur skyldu at kalla til fund, tá ið hann metir tað er neyðugt, ella tá ið tveir nevndarlimir ynskja tað. Tað liggur á formanni nevndarinnar at ansa eftir, at hildnir verða minst 4 nevndarfundir árliga.

Nevndarlimir fáa ikki løn.

§5 Roknskapur, grannskoðan og ársfrágreiðing

Roknskapirnir verða grannskoðaðir av uttanveltaða grannskoðaranum hjá ÍSF.

Roknskaparárið er álmanakkaárið.

Roknskapir og frágreiðing um virkið hjá nevndini verða á hvørjum ári løgd fyri umboðstingið og aðalfund ÍSF, og verður grannskoðaður roknskapur og frágreiðing um virkið hjá Úrvali send landsstýrinum.

§6 Virksemi

Úrval ger sjálvt starvsskipan fyri virksemi sítt.

§7 Viðtøkubroytingar

Nevndin í Úrvali kann broyta í viðtøkunum hjá Úrvali, um meirilutin er fyri hesum í nevndini, og skulu hesar broytingar góðkennast á aðalfundið ÍSF´s. Umboðstingið í ÍSF kunna broyta í viðtøkunum og skulu hesar broytingar góðkennast á aðalfundi ÍSF´s. Nevndin í Úrvali fær øll broytingaruppskot til hoyringar.

§8 Avtøka

Er nevndin í Úrvali samd um at avtaka Úrval, kann slík avgerð bert setast í verk við góðkenning á aðalfundi ÍSF´s.

Um umboðstingið vil avtaka Úrval, kann slík avgerð bert setast í verk við góðkenning av aðalfundi ÍSF.

6.0 Leiðreglur fyri Úrval

Úrval kann endurskoða skipanina so hvørt, og skal niðurstøðan tá góðkennast av umboðstinginum.

Nevndin ger neyvari starvskipan fyri virksemi sítt sambært §6 í reglugerðini.

Nevndin ger neyvari mannagongdir fyri virksemi sítt.

Nevndin skal meta um dygdina á hvørji einstakari ítróttagrein og bera saman dygdina millum ítróttagreinirnar fyri at gera ein styrkilista yvir allar ítróttagreinir.

Nevndin skal gera eina ítøkiliga meting av støðuni hjá ítróttafólkinum í mun til heimsstyrkilistan.

Nevndin kann í sambandi við metingina av heimsstyrkilistanum við meira søkja sær ráðgeving og hjálp frá serkunnleika.

Umhvørvi

Úrval kann í síni viðgerð taka atlit til hesi viðurskifti í sambandi við stuðulsumsóknir:

Týðandi/viðkomandi leinkjir:

http://www.teamdanmark.dk
http://isi.is/afreksithrottir/
http://www.alandsidrott.ax
http://www.olympiatoppen.no/page943.html
http://www.rf.se
http://www.olympic.org/ioc
http://www.paralympic.org

7.0 Skjøl

Skjal 1: Altjóða Limaskapur hjá Sersambondunum

Tað eru 9 sersambond, sum hava altjóða limaskap. Tey eru:

Bogaskjótisambandið
Borðtennissambandið
Badmintonsambandið
Flogbóltssambandið
Fótbóltssambandið
Svimjisambandið
Judosambandið
Hondbóltssambandið
Ítróttasamband fyri brekað
Fimleikasambandið (estetiskur fimleikur)
Ríðisambandið (Íslandsrossafelagið)

Tað eru 6 sersambond, sum ikki hava altjóða limaskap. Tey eru:

Fimleikasambandið (amboðsfimleikur)
Fræslur Ítróttur Føroyar
Ríðisambandið
Róðrarsambandið
Súkkling og Triathlon
Skjótisambandið

Skjal 2: Fíggjarætlan 2014

Játtan til Úrval 2014:

Úrvalsjáttan á Løgtingsins fíggjarlóg: 800.000,00 kr.

Sp/f Ítróttavedding: 158.491,00 kr.

Írestandi úrvalsjáttan frá 2009-2013: 250.000,00 kr.

Til samans: 1.208.491,00 kr.

Býti

Bólkur 1                               (80%)                                                             886.792,80 kr.

Bólkur 2                               (20%)                                                             221.698,20 kr.

Bólkur 3                               (100.000 kr.)                                              100.000,00 kr.

Til samans                                                                                     1.208.491,00 kr.

Skjal 3: Ítróttagreinir undir IOC og IPC

Ítróttagreinir til summarleikirnar undir IOC

Vatnítrótt:
Kaving
Svimjing
Synkrosvimjing
Vatnpolo
Bogaskjóting
Fræls ítrótt
Badminton
Kurvabóltur
Boksing
Kano:
Slalom
Sprint
Súkkling:
Súkkling BMX
Súkkling á vegi
Súkkling á breyt
Súkkling á fjallasúkklu
Ríðing:
Dressage
Eventing
Jumping
Fótbóltur
Golf
Fimleikur:
Amboðsfimleikur
Rútmufimleikur
Trampolin
Hondbóltur
Hockey
Judo
Modern Pentathlon
Rógving
Rugby
Sigling
Skjóting
Borðtennis
Taikwondo
Tennis
Triathlon
Flogbóltur:
Flogbóltur
Strandarflogbóltur
Vektlyfting
Glýming

Ítróttagreinir til vetrarleikirnar undir IOC

Skískjóting
Bobsleta:
Bobsleta
Bobsleta skeleton
Curling
Íshockey
Sleta
Skoyting:
Listskoyting
Short Track Speed Skating
Speed Skating
Skí:
Alpine
Cross Country
Freestyle
Nordic Combined
Ski Jumping

Ítróttagreinir til summarleikirnar undir IPC

Bogaskjóting
IPC Frælsur Ítróttur
Boccia
Kano
Súkkling
Ríðing
Fótbólt 5-a-side
Fótbólt 7-a-side
Goalball
Judo
IPC-powerlifting
Rógving
Sigling
IPC Skjóting
Sitiflogbóltur
IPC Svimjing
Borðtennis
Triathlon
Koyristólskurvabóltur
IPC Koyristóls sportdanstur
Koyristóltsfiktning
Koyristólsrugby
Koyristólstennis

Ítróttagreinir til vetrarleikirnar undir IPC

IPC Alpine skiing
Biathlon
Cross-country skiing
IPC ice sledge Hockey
Koyristólscurling

Skjal 4: Umsóknarblað

Skjal 5: Sáttmáli

Sáttmáli millum

Úrval

og

Sersamband xx

um úrvalsítróttafólk xx

 

Sersambandið xx hevur søkt um stuðul fyri ítróttafólkið xx, og hevur Úrval játtað kr. xx fyri tíðarskeiði xx-xx-xx – xx-xx-xx

Upphæddin verður útgoldin í xx gjøldum, soleiðis:

Gjald kr. xx verður útgoldið, tá ið avtalan er undirskrivað.

Gjald kr. xx verður útgoldið xx

Gjald kr. xx verður utgoldið xx

Gjald kr. xx verður útgoldið xx

Treytir fyri útgjaldinum:

At ítróttafólkið xx útgjaldsdagarnar er virkið á úrvalsstøði og luttekur í og er teknað til ymsar kappingar,

At peningurin verður goldin til virksemi sambært umsóknini fyri og hjá xx

At peningurin ikki verður nýttur til xx ella til kappingar, ið xx og sersambandið xx kortini og vanliga luttaka í

At peningurin ikki verður nýttur til onnur ítróttafólk

At peningurin ikki verður nýttur til onnur hjálparfólk enn venjara og fysioterapeut, sum krevst til ítróttafólkið

Um xx gevst ella fær skaða, verður longu útgoldin og ikki brúktur stuðul goldin Úrvali aftur.

Tað áliggur sersambandinum at samsýningar og onnur gjøld, ikki verða goldin, fyrrenn virksemið hevur verið ella beint frammanundan.

At xx íðkar og er limur í føroyskum felagi og kappast fyri Føroyar og sersambandið xx

Samsýningar skulu gjaldast gjøgnum A-skattaskipanina

Ítróttafólkið skal kunna luttaka 1-2 ferðir um árið í tiltøkum hjá Úrvali. Hesi tiltøk verða løgd soleiðis til rættis, at tey ikki falla saman við venjing ella kapping hjá ítróttafólkinum.

Frágreiðing og roknskapur

Avvarandi sersamband hevur ábyrgd av at lata Úrvali eina frágreiðing hvønn ársfjórðing.

Í seinasta lagi 14 dagar eftir at sáttmálaskeiðið er runnið, áliggur tað avvarðandi sersambandi xx at gera serskildan og nágreiniligan roknskap, eins og útgreinaða frágreiðing fyri sáttmálaskeiðið.

Brot á sáttmála og treytir

Halda xx og sersambandið xx ikki skyldur sínar sambært sáttmálanum og viðheftu treytum, tilskilar Úrval sær rætt at siga sáttmálan upp beinanvegin og krevja stuðul afturrindaðan.

 

Tórshavn, tann _____ /_______-______

Úrval ________________________

Sersamband xx ___________________________

Formaður/kvinna XX                                                                                                    Formaður/kvinna XX

Skjal 6: Frágreiðing

Skjal 7: 3. bólkur

Bólkur 3

Altjóða ítróttaverðin gerst alsamt margfaldari, og tískil eru tað fleiri førleikar enn bert viðfødd evni og menningarmøguleikar, sum skulu til fyri at blíva úrvalsítróttafólk á hægsta stigi. Skal vón vera fyri at gerast úrvalsítróttafólk, skal eitt evnaríkt og ágrýtið ítróttafólk megna nógvar ymiskar førleikar. At vera væl fyri teknisk, taktisk, sálarliga og kroppsliga í tíni ítróttagrein, er tí ikki nóg mikið.

Fyri at røkka altjóða úrslit á hægsta stigi skal ítróttafólkið tí eisini megna at samskipa egið lív. Skúlagongd, heimaarbeiði og arbeiði skulu virka saman við venjing, kappingum og einum væl skipaðum familjulívi og sosialum lívi.

Málini hjá Úrvali at stuðla íðkarum í bólki 3 eru:

At stuðla lovandi ítróttafólkum at duga at handfara tær avbjóðingar, sum koma á leiðini til at gerast úrvalsítróttafólk

At fáa fleiri ítróttafólk, sum kunnu gera seg galdandi í altjóða kappingum

At ítróttafólk og venjarar fáa høvi at deila vitan og royndir

Stuðul

Stuðulin, sum Úrval letur 3. bólki, er ráðgevandi stuðul. Hesin bólkur fær møguleika at luttaka á tveimum ráðgevandi og kunnandi ráðstevnum.

Evni á ráðstevnum kunnu verða hesi:

Lívið sum úrvalsítróttafólk
Venjing
Hvíld
Ítróttasálarfrøði
Kostur
Útbúgving
Sosialur stuðul
At røkja stuðlar
Miðlar
Sí reglugerðina fyri úrval her