Reglugerð fyri stuðul til mistar inntøkur í samband við COVID-19
Hendan reglugerð viðgerð treytir hjá ítróttafelagsskapum fyri at fáa peningaligan stuðul í samband við mistar inntøkur av COVID-19.
Nýtsluøki
§1 Reglugerðin fevnir um ítróttafelagsskapir, hvørs tiltøk eru avlýst ella nógv avmarkað vegna almennu tilmælini av COVID-19.
§2 Ítróttafelagsskapir sambært hesi reglugerð eru sambondini í ÍSF og limafeløg tess.
Upphædd
§3 Løgtingið hevur játtað ÍSF 4.000.000 kr., ið eru oyramerktar til stuðul til mistar inntøkur hjá ítróttafelagsskapum í samband við COVID-19.
Tiltøk fyriskipað av ítróttafelagsskapum
§4 Tiltøk fyriskipað av ítróttafelagssskapum eru tiltøk, har almenningurin hevur atgongd ella kann luttaka móti atgongugjaldi, tó uttan at talan er um vinnuligt virksemi.
§5 Til ítróttafelagsskapir, hvørs tiltøk sbrt. § 4 eru avlýst ella nógv avmarkað vegna almennu tilmælini um fyribyrging av COVID-19 i tíðarskeiðinum 12. mars til 30. juni 2020, verður stuðul latin til at endurrinda mista inntøku.
Stk. 2. Stuðulin sbrt. stk. 1 verður endaliga staðfestur við støði í góðkendum umsóknum, men kann ongantíð verða meira enn 250.000 kr. fyri hvønn ítróttafelagsskap. Mista inntøkan verður útroknað við støði í miðal inntøkuni fyri árini 2019 og 2018, sum skal vera skjalprógvað og staðfest.
Stk. 3. Er ikki gjørligt at rokna mistu inntøkuna sbrt. stk. 2, fær ítróttafelagsskapurin stuðul sbrt. skjalprógvaðum og staðfestum útreiðslum.
Stk. 4. Stuðulin sbrt. stk. 1 er treytaður av, at avlýstu tiltøkini ikki verða hildin seinni í 2020.
Stk. 5. Harumframt er stuðul sbrt. stk. 1 treytaður av, at metta inntøkan sbrt. stk. 2 er í minsta lagi 20.000 kr. Er talan um ítróttafelagsskap ið hevur fleiri smærri tiltøk, skal inntøkan fyri tiltøkini til samans vera í minsta lagi 20.000 kr.
Stk. 6. Hevur viðkomandi ítróttafelagsskapur fingið stuðul úr aðrari almennari stuðulsskipan, verður hesin stuðul mótroknaður í stuðli sbrt. stk. 2.
Umsókn
§6 Umsókn um stuðul skal latast inn til ÍSF í seinasta lagi 31. august 2020.
Umsiting
§7 Umsitingin í ÍSF innstillar til starvsnevnd ÍSF um hvør fær stuðul sbrt. reglugerðini. Starvnevnd ÍSF tekur endaliga avgerð um hvør fær stuðul.
Eftirlit og afturrindan av stuðli
§8 ÍSF hevur eftirlit við, at ásetingarnar í reglugerðini verða fylgdar, og at tey sum fáa stuðul, lúka treytirnar í reglugerðini.
Stk. 2. Lýkur ein ítróttafelagsskapur ikki longur treytirnar fyri at fáa stuðul, skal stuðulin heilt ella lutvíst rindast aftur.
Stk. 3. Hevur ein ítróttafelagsskapur í sambandi við umsókn ikki givið røttu upplýsingar ella móti betri vitan av órøttum fingið stuðul, skal viðkomandi ítróttafelagsskapur gjalda aftur ta upphædd, sum er fingin av órøttum.
Samtykt á starvsnevndarfundi 3. juli 2020