Dopingreglugerð hjá Ítróttasambandi Føroya

§1. Dopingreglugerðin og World Anti Doping Code

Ítróttasamband Føroya (ÍSF) er partur av stríðnum ímóti doping at virka fyri góðari heilsu og rættvísi innan ítróttina, bæði tá tað snýr seg um úrvals- og kappingarítrótt og um motiónsítrótt. Fyri at kunna handfara dopingsakarmál, hevur ÍSF gjørt hesa reglugerð. Fyri at loysa tær uppgávur, sum relugerðin krevur, samstarvar ÍSF við Anti Doping Danmark (ADD). ÍSF gevur seg undir World Anti Doping Code.

§2. Hvønn geldur reglugerðin

Reglugerðin er galdandi fyri ÍSF, sersambondini, limafeløgini og allar persónar, ið taka lut í virksemi annaðhvørt sum limir, akkrediteraðir ella teir eru við sum leiðarar, venjarar og stuðulspersónar.

Stk. 2. Undantiknir eru teir íðkarar, sum koma undir “Fælles Nationale Antidopingregler for elite- og konkurrenceudøvere” hjá Danmarks Idrætsforbund og ADD, so sum olympiskir luttakarar ella kandidatar til OL. Hvørja reglugerð ein íðkari kemur undir, ger ADD í fyrsta umfari av í sambandi við at roynd verður tikin. Undir málsviðgerðini kann ADD venda sær til ÍSF at fáa gjørt av, annaðhvørt íðkarin kemur undir hesa reglugerð ella Nationale Antidopingregler. Avgerðin kann hava við sær, at málsviðgerðin fyrisitingarliga verður flutt til rætta myndugleika/stovn. Hvørt einstakt mál verður viðgjørt eftir teimum reglum, ið eru galdandi fyri hægsta kappingarstig, íðkarin kappast á.

Stk. 3. Íðkarar, ið taka lut í altjóða kappingum undir altjóða sersambandi og /ella felagsskapi, ið skipar fyri tvørítróttaligum ítróttatiltøkum, hava harumframt skyldu at ganga undir dopingreglur hjá avvarðandi felagsskapi, íroknað reglur um whereabouts, undantøk í sambandi við læknaliga viðgerð (TUE), o.s.fr.

§3. Hvat er doping, og hvat er forboðið?

Doping er at skilja sum, at í einari blóð- ella landroynd, ið tikin er av íðkara, er eitt forboðið evni ella metabolittar ella markørar hjá nevnda evni. Eitt forboðið evni er at skilja sum evni, ið er forboðið sambært listanum hjá World Anti Doping Agency (WADA) yvir forboðin evni.

Stk. 2. Tað er bannað íðkara at nýta ella royna at nýta eitt forboðið evni ella forbodnan hátt. Íðkarin ella annar persónur hevur sjálvur ábyrgdina at tryggja, at einki forboðið evni kemur inn í hansara/hennara kropp, og at eingin forboðin háttur verður nýttur. Tí er ikki neyðugt at prógva tilætlan, skyld, óansni ella tilvitaða nýtslu hjá viðkomandi, fyrr enn tað verður staðfest, at brot er framt á hesa Dopingreglugerð. Hvørt nýtsla av ella royndin at nýta forboðið evni ella forbodnan hátt eydnaðist ella ikki, hevur ongan týdning. Tá talan er um brot á Dopingreglugerðina, er nóg mikið, at viðkomandi hevur nýtt ella roynt at nýtt forboðið evni ella forbodnan hátt.

Stk. 3. Forboðið er at hava og selja og keypa forboðin evni ella forbodnar hættir. At selja og keypa fevnir eisini um at bjóða út, selja, geva, fyriskipa, flyta, senda, flýggja íðkara forboðið evni ella forbodnan hátt, um enn hetta fer fram beinleiðis ella um ein ella fleiri triðju partar. Forboðið fevnir ikki um at persónur selur forboðið evni ella forbodnan hátt, tá ið talan er um lógliga læknafakliga viðgerð.

Stk. 4. At nokta ella uttan áneyðir sleppa sær undan at verða við at taka dopingroynd, eftir at verða innkallaður sambært galdandi mannagongd hjá ADD, ella á annan hátt at sleppa sær undan at taka dopingroynd, er forboðið.

Stk. 5. At svika ella royna at svika í onkrum parti av einum dopingeftirliti, er forboðið. Svik merkir atferð, sum undirgrevur mannagongdina í dopingeftirlitinum, men sum ikki á annan hátt kemur undir allýsingina av forbodnum hættum sambært World Anti Doping Code. Svik fevnir eisini um tilætlaða uppílegging ella roynd at leggja seg upp í arbeiðið hjá dopingeftirlitsfólkinum, geva Antidopingnevndini, Dopingnevndini, Ítróttadómstólinum ella ADD rangar upplýsingar. At hótta ella royna at hótta eitt møguligt vitni er eisini svik.

Stk. 6. Tað er forboðið íðkara, venjara ella leiðara at hava ella hava uppi á sær forboðin evni ella forbodnar hættir undir kapping. Eisini er forboðið uttan fyri kapping at hava ella hava uppi á sær forboðin evni ella forbodnar hættir, sum eru forboðin uttan fyri kapping. Forboðið er ikki galdandi, um viðkomandi kann prógva at hann/hon av heilsuligum ávum ella aðrari grund, ið kann verða góðtikin, má gera hetta.

Stk. 7. Ólógliga at selja ella royna at selja íðkara, at umsita ella royna at umsita fyri íðkara forboðið evni ella forbodnan hátt undir kapping er forboðið. At lata íðkara uttan fyri kapping ella royna at lata honum forboðin evni ella forbodnar hættir, sum eru forboðin uttan fyri kapping, er forboðið.

Stk. 8. At eggja til, stuðla, hjálpa, at fjala útyvir ella á annan hátt at viðvirka til brot á hesa reglugerð er forboðið.

§4. Dopingeftirlitið

Einans ADD kann gera dopingeftirlit sambært hesari reglugerð. Dopingeftirlitið verður gjørt í samstarvi við Antidopingnevndina. Antidopingnevndin ásetur í samstarvi við ADD, nær og hvar dopingeftirlitið fer fram.

Stk. 2. Dopingeftirlit kann verða framt uttan ávaring, hvar sum helst og nær sum helst undir kapping ella uttan fyri kapping.

Stk. 3. Dopingeftirlitið fer fram sambært mannagongd hjá ADD.

§5. At greina dopingroyndirnar

Eitt greiningarúrslit er positivt, tá positiv A-roynd frá einari av WADA-góðkendari starvstovu ella aðrari starvstovu, sum ADD hevur valt, er staðfest.

Stk. 2. Íðkari ella annar persónur kann tó fyri egna rokning krevja, at B-royndin verður greinað. Er greiningarúrslitið av B-royndini negativt, verður dopingsakin niðurløgd. Krevur íðkarin ella annar persónur ikki at B-royndin verður greinað, verður hetta tulkað, sum at viðkomandi sigur frá sær greiningina av B-royndini. Íðkarin ella annar persónur ella umboð fyri hann hevur rætt fyri egna rokning at vera til staðar, tá ið B-royndin verður latin upp og greinað, og hevur rætt at fáa avrit av greiningarúrslitinum á A-royndini og møguligari B-roynd.

 

§6. Prógv fyri doping og øðrum brotum

Antidopingnevndin hevur ábyrgdina at prógva, at brot á Dopingreglugerðina er framt. Sannroyndir um brot á Dopingreglugerðina kunnu verða fingnar til vega á allan álítandi hátt, eisini sum ájáttan. Í øllum málum, ið koma fyri Dopingnevndina og Ítróttadómstólin, skal próvkravið vera hægri enn rímilig sannlíkindi, kortini er kravið ikki, at ein og hvør ivi er burtur.

Stk. 2. Har Dopingreglugerðin leggur próvbyrðuna fyri at mótprógva ein grunsul ella prógva serstakar sannroyndir ella umstøður á íðkaran ella annan persón, sum er kærdur fyri at hava brotið eina antidopingreglu, er próvkravið rímilig sannlíkindi.

Stk. 3. Vísir greiningarúrslitið, at funnin er nøgd av evnum , sum natúrliga verða framleidd í kroppinum, sum er oman fyri markið, har skylda er at melda, liggur tað á íðkaranum ella øðrum persóni at prógva, at hetta er íkomið av fysiologiskum ella patologiskum grundum.

Stk. 4. Tann hugsan er galdandi, at starvsstovur, ið eru WADA-viðurkendar og aðrar starvsstovur, sum ADD hevur tilnevnt, greina royndir og fylgja mannagongdum fyri, hvussu slíkar royndir verða goymdar, sambært altjóða standardi fyri starvsstovugreiningar. Kann íðkari ella annar persónur kortini prógva, at frávik frá altjóða standardinum er gjørt, sum við líkindi kann hava ført til positiva greiningarúrslitið, skal Antidopingnevndin prógva, at frávikið ikki hevur ført til positiva greiningarðúrslitið.

Stk. 5. Kann íðkarin ella annar persónur vísa á, at feilur er í mannagongd ella frávik frá øðrum altjóða standardum ella aðrari antidopingarreglu- ella –politikki, sum við líkindi kann hava ført til positivt greingingarúrslit ella annað brot á Dopingreglugerðina, liggur tað á Antidopingnevndini at prógva, at slíkt frávik ikki hevði við sær positiva greiningarúrslitið ella er ítøkiliga orsøkin til brot á Dopingreglugerðina.

Stk. 6. Veruligar umstøður, sum eru staðfestar við ein dómstól ella í einari líknandi aganevnd, kunnu galda sum prógv í málum undir hesari reglugerð.

§7. Undantaksloyvi í sambandi við viðgerð (TUE), heilivágur og læknaligar royndir

Nýtir íðkari ella annar persónur forboðið evni ella roynir at nýta tað, eigur hann tað, umsitur ella roynir at umsita forboðið evni ella forbodnan hátt, er hetta ikki at meta sum brot á Dopingreglugerðina, verður hetta gjørt sambært undantaksloyvi í sambandi við læknaliga viðgerð (TUE).

Stk. 2. Ein og hvør íðkari í Føroyum, sum hevur fyri neyðini at nýta eitt forboðið evni ella ein forbodnan hátt, tí hann er í viðgerð, skal søkja ÍSF um undantaksloyvi, so skjótt tørvurin vísir seg og í øllum førum (tó undantikið í neyðstøðu ella undir serligum umstøðum) minst 30 dagar undan næstu kapping. ÍSF tilnevnir eina nevnd, sum skal viðgera umsóknir og geva undantaksloyvi í sambandi við læknaliga viðgerð TUE-nevndin. Avgerðir hjá TUE-nevndini skulu fráboðast sersambandinum hjá viðkomandi íðkara, sambært altjóða standardum hjá WADA viðvíkjandi undantaksloyvum í sambandi við læknaliga viðgerð.

Stk.3. Hjá øðrum íðkarum enn teimum í stk. 2. nevndu er galdandi, at teir, tí at teir eru í viðgerð, kunnu vera noyddir at taka heilivág, ið er á listanum yvir forboðin evni. Hetta er ikki brot á Dopingreglugerðina. Hesir íðkarar skulu tó, tá dopingeftirlit er, upplýsa, at teir taka heilivágin. Hevur lækni fyriskipað heilivágin, skal hann seinnameiri, verður heitt á hann, skjalprógva hetta. Er roynd positiv, verður ikki reist ákæra um brot á Dopingreglugerðina, um so er at Antidopingnevndin heldur, at tað er skjalprógvað, at grundin til at royndin er positiv, er treytað av læknaligari viðgerð. Læknalig fyriskipan er at rokna sum nøktandi skjalprógv.

Stk. 4. Íðkarar, sum ganga undir hesa Dopingreglugerð, kunnu, um teir frammanundan hava fingið skrivligt loyvi frá ÍSF, vera við í læknaligum royndum, sum hava við sær, at teir nýta evni, ið eru á listanum yvir forboðin evni. Tað er brot á Dopingreglugerðina, um so er at íðkarin brýtur fylgistreytirnar við einum slíkum loyvi.

Stk. 5. Avgerð hjá TUE-nevndini kann av íðkarinum kærast til Dopingnevndina innan 4 vikur eftir móttøku av avgerðini.

§8. Málsviðgerðin hjá Antidopingnevndini, og hvussu verða mál løgd fyri

Antidopingnevndin kannar og greiðir øll mál um brot á hesa reglugerð.

Skt. 2. Sambært §24 stk. 4 í Evstulóg ÍSF verður Antiopingnevndin mannað við 3 limum. 1 umboð frá umsitingini hjá ÍSF, sum er formaður og 2 eksternir fakpersónar.

Stk. 3. Antidopingnevndin hevur skyldu at viðgera mál so skjótt sum gjørligt og tekur avgerð um fyribils útihýsing, og um mál skulu leggjast fyri Dopingnevndina.

§9. Vitnis- og sannleikaskylda og vitnisvernd

Persónar, sum Antidopingnevndin, Dopingnevndin ella Ítróttadómstólurin kalla inn til samtalu um møguligt brot á Dopingreglugerðina, hava skyldu at møta ásettu tíð og skulu í øllum lutum siga satt. Brot á hetta kann verða revsað eftir §13.

Stk 2. Er átrokandi at taka atlit til navnloynd, kann Antidopingnevndin gera av, at ákærdi ikki fær at vita samleikan hjá dopingeftirlitfólki og vitnum dopingmálum. Í slíkum førum kann Antidopingnevndin gera av, at frágreiðingar frá viðkomandi kunnu verða givnar, uttan at ákærdi er hjástaddur. Ákærdi skal fáa at vita hesar frágreiðingar, uttan at vita, hvørjir persónarnir eru.

Stk. 3. Ákærdi kann leggja avgerðina hjá Antidopingnevndin eftir stk.2. fyri Dopingnevndina innan 7 dagar eftir at hann hevur fingið avgerðina. At leggja avgerðina fyri Dopingnevndina hevur ikki steðgandi virknað. Avgerðin hjá Dopingnevndini skal vera til taks í seinasta lagi 1 mánað, eftir at málið er lagt fyri og kann ikki verða kærd.

§10. Fyribils útihýsan

Vísir greiningarúrslitið av A-royndini, at dopingevni eru í, ella Antidopingnevndin kemur fram á onnur brot á Dopingreglugerðina, kann Antidopingnevndin uttan partsyvirhoyring fyribils útihýsa viðkomandi frá øllum venjingum og kappingum. Hann missir eisini fyribils øll størv, lønt ella ólønt í feløgum og sjálvsognarstovnum undir ÍSF.

Stk. 2 Fyribils útihýsan verður at rokna frá teirri løtu, viðkomandi fær boðini um hetta. Boðini skal hann hava í innskrivaðum brævi ella við boðberaposti, eins og hann skal hava tey í vanligum brævi ella telduposti. Felagið hjá viðkomandi og sersambandið/sersambondini skulu hava boðini í vanligum posti ella telduposti.

Stk. 3 Viðkomandi, sum er fyribils úthýstur, kann leggja avgerðina hja Antidopingnevndin fyri Dopingnevndina innan 7 dagar, eftir at hann hevur móttikið boðini um hetta. Tað, at málið er lagt fyri Dopingnevndina, hevur ikki steðgandi virknað. Avgerðin hjá Dopingnevndini skal vera til skjals í seinasta lagi ein mánað, eftir at Dopingnevndin hevur fingið málið, og avgerðin kann ikki verða kærd.

§11. Dopingnevndin

Dopingnevndin tekur avgerðir í málum um brot á Dopingreglugerðina og um revsing í sambandi við hetta.

Stk. 2. Sambært §21 í Evstulóg ÍSF er Dopingnevndin mannað við formanni og tveimum nevndarlimum og einum varalimi. Formaðurin og ein av nevndarlimunum skulu hava lógkøna ella tilsvarandi útbúgving. Hin nevndarlimurin skal hava læknaliga útbúgving.

Aðafundurin velur nevndarlimir og varalim, tá ið skeiðið hjá sitandi limum er útri, eftir somu mannagongd sum starvsnevmdarmir verða valdir.

Stk. 3. Dopingnevndin velur sjálvt formann. Formaðurin skal hava lokið løgfrøðiligt embætisprógv.

Stk. 4. Málsviðgerðin fer fram skrivliga, uttan so at ákærdi hevur ynskt munnliga viðgerð, ella um Dopingnevndin tekur avgerð um hetta. Formaðurin kann tó gera av, at spurningar um fyribils útihýsan og formleikaspurningar verða viðgjørdir skrivliga. Munnliga viðgerðin av einum máli er almenn. Meðan umrøðan fer fram, er hvørki loyvt at taka myndir, taka film ella taka upp ljóð. Tá ið serligar umstøður tala fyri tí, undir hesum eisini atlitið til at upplýsa málið, ella til at ein av pørtunum verður fyri óneyðugari illkennan, kann umrøðan fara fram fyri afturlatnum hurðum.

Stk 5. Undir málviðgerðini kann ákærdi hava hjásitara við, sum hann sjálvur hevur valt. Dopingnevndin kann eftir áheitan frá ákærda tilnevna ein verja. Nevndin ásetur samsýningina.

Stk 6. Við í málsviðgerðini eru minst tveir og í mesta lagi tríggir limir Dopingnevndini, har minst ein skal hava lokið løgfrøðiligt embætirprógv. Um so er, at formaðurin ikki tekur lut í málviðgerðini, tilnevnir Dopingnevndin ein virkandi formann. Hesin skal hava lokið løgfrøðiligt embætisprógv. Stendur á jøvnumí atkvøðugreiðsluni, hevur formaðurin avgerandi atkvøðuna.

Stk. 7. Avgerðin hjá Dopingnevndini skal, uttan so at heilt serligar umstøður tala fyri tí, vera til skjals í seinasta lagi 4 mánaðir, eftir at málið er lagt fyri Dopingnevndina.

Stk. 8. Dopingnevndin kann gera av kostnaðin fyri málsviðgerðina, sum kann fevna um rímiligar útreiðslur í sambandi við at upplýsa málið.

Stk. 9. ÍSF skrásetir allar avgerðir hjá Dopingnevndini og kunnar um hesar sambært §21.

Stk. 10. Dopingnevndin ger annars sína starvsskipan.

§12. Ítróttadómstólurin

Ákærdi, Antidopingnevndin, avvarðandi sersamband og altjóða sersamband kunnu kæra avgerðir hjá Dopingnevndini til Ítróttadómstólin.

Stk. 2 Kæran skal vera skrivlig við grundaðum kæruskrivi og skal vera Ítróttadómstólinum í hendi í seinasta lagi 4 vikur, eftir at ákærdi hevur mótikið avgerðina. Kæran hevur ikki steðgandi virknað, uttan so at Ítróttadómstólurin tekur avgerð um hetta.

Stk. 3 Sambært Evstulóg ÍSF §19 velur Aðalfundurin 5 limir og 3 varalimir í Ítróttadómstólin. Minst 3 ítróttadómarar og 2 varadómarar skulu vera lógkønir. Ítróttadómarar og varadómarar verða valdir, tá skeiðið hjá sitandi dómarum er úti, fyri eitt 2-ára skeið, soleiðis at tveir ítróttadómarar og tveir varadómarar verða valdir annaðhvørt ár og tríggir dómarar og ein varadómari annaðhvørt ár. At fáa skeiðið at passa, kann ítróttadómari ella varadómari verða valdur fyri styttri skeið. Formenn og starvsnevndarlimir í sersambondum, sum eru limir í ÍSF, og formenn í ítróttarfeløgum, sum er limir í sersambondum, kunnu ikki vera limir í Ítróttadómstólinum. Um ein limur í Ítróttadómstólinum gerst formaður ella starvsnevndarlimur í einum sersambandi ella formaður í einum ítróttarfelagi, má hann siga sessin frá sær.

Ítróttadómari ella varalimur kann ikki samstundis vera limur í nøkrum meginstovni ella øðrum stovni í ella undir Ítróttasambandi Føroya. Ítróttadómstólurin skipar seg sjálvan við formanni og einum næstformanni, sum báðir skulu vera lógkønir.

Aðalfundurin samtykkir reglugerð fyri Ítróttadómstólin.

Stk. 4. Ítróttadómstólurin ásetur karmar fyri, hvussu málið verður fyrireikað og ger av, nær fyrireikingin er liðug

Stk. 5. Málsviðgerðin er skrivlig, uttan so at ákærdi hevur ynskt munnliga viðgerð, ella um Ítróttadómstólurin tekur avgerð um hetta. Formaðurin kann tó gera av, at formleikaspurningar verða viðgjørdir skrivliga. Munnliga viðgerðin av einum máli er almenn. Meðan umrøðan fer fram, er hvørki loyvt at taka myndir, taka film ella taka upp ljóð. Tá ið serligar umstøður tala fyri tí, undir hesum eisini atlitið til at upplýsa málið, ella til at ein av pørtunum verður fyri óneyðugari illkennan, kann umrøðan fara fram fyri afturlatnum hurðum.

Stk. 6. Ítróttadómstólurin kann eftir áheitan frá ákærda tilnevna ein verja. Nevndin ásetur samsýningina.

Stk. 7. Ítróttadómstólurin kann gera av kostnaðin fyri málsviðgerðina, sum kann fevna um rímiligar útreiðslur í sambandi við at upplýsa málið.

Stk. 8. Avgerðir hjá Ítróttadómstólinum verða skrásettar sambært §21.

Stk. 9. Annars ger Ítróttadómstólurin sína starvsskipan.

Stk. 10. Avgerðir hjá Ítróttadómstólinum kunnu ikki kærast til annan stovn undir ÍSF.

§13. Revsing

Útihýsingartíðarskeiðið í sambandi við at íðkari ella annar persónur hevur, nýtir ella roynir at nýta ella ogna sær forboðið evni ella forbodnan hátt skal vera fýra ár. Tó er møguleiki at stytta um ella heilt strika tíðarskeiðið sambært stk. 6 – 9 ella § 14 ella § 15, har brot á Dopingregleugerðina ikki fevnir um eitt specificerað evni, uttan so at viðkomandi kann staðfesta, at brotið á ikki var tilætlað, ella at brotið á Dopingreglugerðina fevnir um specificeret evni, og Antidopingnevndin kann prógva, at brotið á antidopingregluna var tilætlað. Er hetta ikki galdandi, er útihýsingartíðarskeiðið tvey ár.

Stk. 2. Hugtakið “tilætlað”verður í §13 brúkt fyri at gera av, hvørjir íðkarara svika. Orðingin sigur tá, at viðkomandi var fløktur upp í atferð, sum hann ella hon visti var brot á Dopingreglugerðina, ella visti, at stórur vandi var fyri, at henda atferð kundi vera ella gerast brot á Dopingreglugerðina og opin lætst ikki at síggja vandan. Brot á Dopingreglugerðina, sum er staðfest, tá ið greiningarúrslitið vísir, at eitt evni, sum bert er forboðið í kappingum, skal kunna verða mótprógvað at vera ikki-“tilætlað”, um so er, at hetta er eitt specificerað evni, og íðkarin kann staðfesta, at forbodna evnið varð nýtt uttan fyri kapping í einum samanhangi, sum ikki hevði nakað samband við eitt ítróttaavrik.

Stk. 3. Fyri brot á § 3, stk. 4 (at sleppa sær undan at lata land- ella blóðroynd) ella stk. 5 (svik) skal útihýsingarskeiðið vera fýra ár. Tó kann útihýsingarskeiðið vera tvey ár, um so er, at íðkarin kann staðfesta, at hann ella hon ikki tilætlað hevur sloppið sær undan at lata roynd (sum lýst er í stk 2.).

Stk. 4. Útihýsingarskeiðið fyri brot á § 3 stk 7 (ólógligur handil við ella umsiting av dopingevnum ella háttum) skal vera í minsta lagi fýra ár treytað av, hvussu álvarsamt brotið er. Brot á § 3, stk. 7, har ein ómyndingi er uppi í, er at meta sum sera álvarsligt brot. Hevur ein stuðulspersónur framt brotið, og eru onnur enn specificeraðu evnini uppi í, verður stuðulspersónurin útihýstur í alla tíð. Álvarslig brot á § 3, stk. 7, sum eisini kunnu vera brot, sum ikki eru knýtt at ítróttaligum lógum og viðtøkum, skulu eisini verða fráboðað gegnigum fyrisitingarligum, fakligum ella løgfrøðiligum myndugleikum.

Stk. 5. Útihýsingarskeiðið fyri tilætlaða medvirkan til brot á Dopingreglugerðina skal vera í minsta lagi tvey ár og upp í fýra ár treytað av, hvussu álvarsamt brotið er.

St. 6. Kann viðkomandi prógva, at hann ella hon er uttan skuld ella ikki hevur verið óskettin í sambandi við brotið, fellur útihýsingin burtur. Um so er, hevur brotið ikki endurtøkuvirknað.

Stk. 7. Har brotið á Dopingreglugerðina snýr seg um eitt specificerað evni, og at viðkomandi kann staðfesta, at hann ella hon ikki er sekur ella óskettin, skal útihýsingartíðarskeiðið í minsta lagi vera ein ábreiðsla og ikki útihýsing og í mesta lagi tvey ára útihýsing treytað av, í hvønn mun hann er sekur.

Stk. 8. Í førum, har viðkomandi kann staðfesta, at hann ikki er sekur ella óskettin, og at avdúkaða forbodna evnið stavar frá einum dálkaðum úrdrátti, skal útihýsingartíðarskeiðið í minsta lagi vera ein ábreiðsla og ikki útihýsing og í mesta lagi tvey ára útihýsing treytað av, í hvønn mun hann er sekur.

Stk. 9. Um so er, at íðkari ella annar persónur staðfestir í einum einstaklingsmáli, har stk. 7 og 8 ikki kunnu verða brúkt, at hann ikki er munandi sekur ella óskettin, verður tað annars galdandi útihýsingar-tíðarskeiðið stytt, grundað á, í hvønn mun viðkomandi er sekur. Møguleiki er at tíðarskeiðið verður enn stytri ella heilt fellur burtur sum tilskilað í §14 ella §15, men styttað tíðarskeiðið skal vera í minsta lagi helvtin av útihýsingartíðaskeiðnum, sum annars er galdandi. Er galdandi útihýsingartíðarskeiðið lívstíð, so skal styttað útihýsingartíðarskeiðið eftir stk. 9 í minsta lagi vera átta ár.

Stk. 10. Íðkari, sum við dopingroynd verður funnin sekur í einstakari kapping, verður burturvístur frá kappingini, uttan mun til eitt fylgjandi dopingmál. Var viðkomandi kapping partur av einari størri stevnu, kann Dopingnevndin gera av, at burturvísingin fevnir um allar kappingarnar á hesari stevnu. Í liðkappingarítróttagreinum eru reglur hjá avvarðandi sersambandi um burturvísing (diskvalifikation) galdandi.

§14. Víðfevnd hjálp at avdúka brot á Dopingreglugerðina

Dopingnevndin kann í sambandi við avgerð í einum máli, ella áðrenn endaligt kærumál er avgjørt eftir § 12 ella áðrenn kærufreistin er úti sambært § 12, stk. 2, strika ein part av útihýsingartíðarskeiðnum, sum ásett er í málinum, tá íðkarin ella annar persónur hevur veitt ADD, ÍSF, løgregluni ella fakligari aganevnd víðfevnda hjálp, sum hevur við sær, at løgregla ella aganevnd varnast ella staðfesta, at annar persónur fremur lógarbrot ella brýtur fakligar reglur. Annaðhvørt galdandi útihýsingarskeiðið skal fella burtur, veldst um, hvussu álvarsamt brotið á Dopingreglugerðina, sum íðkarin ella annar persón hevur framt, er, eins og týdningurin av teirri víðfevndu hjálp, sum viðkomandi hevur veitt fyri at royna at fáa doping burtur úr ítróttini.

Stk. 2. Í mesta lagi tríggir fjórðingar av annars galdandi útiihýsingarskeiðnum kann fella burtur. Er annars galdandi útihýsingarskeiðið lívlangt, kann styttað tíðarskeiðið sambært § 14 ikki vera minni enn átta ár.

Stk. 3. Um so er, at Dopingnevndin seinni tekur upp aftur partar av útihýsingini, tí viðkomandi hevur sloppið sær undan at veita ta víðfevndu hjálp, ið væntað varð, kann viðkomandi kæra nevndu uppafturtøku sambært § 12.

Stk. 4. Um so er, at Dopingnevndin fyribils strikar ein part av annars galdandi revsingini, tí viðfevnd hjálp er veitt, skal hetta við grundgeving verða fráboðað pørtunum, sum hava rætt at kæra sambært grein 12, stk. 1.

§15. Játtan uttan onnur prógv

Játtar ein íðkari ellar annar persónur sjálvboðin at hava framt brot á Dopingreglugerðina, áðrenn viðkomandi hevur fingið boð at møta til dopingroynd, sum møguliga kann hava við sær, at brot er framt á Dopingreglugerðina ella, um annað brot er framt á Dopingreglugerðina, ella um so er, at annað brot er framt á Dopingreglugerðina, áðrenn viðkomandi hevur fingið boð um framda brotið, og henda játtan er einasta álítandi prógv um brotið, tá játtanin varð givin, kann útihýsingartíðarskeiðið styttast, tó ikki meira enn niður í helvt av tí tíðarskeiði, sum annars er galdandi.

Stk. 2. Ein íðkari ella annar persónur, sum møguliga stendur fyri at fáa eina revsing upp í fýra ár eftir § 13, stk. 1, kann, um hann beinanvegin játtar, tá ið ÍSF hevur gjørt hann varugan við brot á Dopingreglugerðina, fáa útihýsingartíðina styttað niður í minst tvey ár treytað av, hvussu álvarsamt brotið er, og í hvønn mun hann er sekur.

§16. Fleiri grundir at stytta um revsing

Tá íðkari ella annar persónur prógvar, at hann hevur rætt at fáa stytt revsingina sambært fleiri enn einari áseting í §13, stk. 6 – 9, ella §14 ella §15, skal annars galdandi útihýsingarskeið verða ásett sambært §13, stk. 6 – 9, áðrenn avgerð um at stytta revsingina sambært § 14 ella § 15 verður brúkt. Kann viðkomandi prógva, at hann hevur rætt at fáa revsingina linkaða, ella at útihýsingarskeiðið verður strikað sambært § 14 ella § 15, kann útihýsingarskeiðið veða stytt, men ikki meira enn til ein fjórðing av annars galdandi útihýsingarskeiði.

Stk. 2. Dopingnevndin ásetur hóskandi revsing í fýra stigum. Í fyrsta lagi ger Dopingnevndin av, hvør av teimum grundleggjandi revsingunum (§ 13, stk. 6 – 9) er galdandi fyri brotið, sum framt er. Í øðrum lagi kann Dopingnevndin, um so er at grundleggjandi revsingin kann býtast upp í interval, gera av, at revsingin verður ásett til tað interval, sum samsvarar við, í hvønn mun viðkomandi er sekur. Í triðja lagi ger Dopingnevndin av, um grundarlag er fyri at linka revsingina (§ 14 og § 15). Í fjórða lagi ger Dopingnevndin av, nær útihýsingartíðarskeiðið skal byrja sambært § 18.

§17. Afturvendandi brot á Dopingreglugerðina

Brýtur ein íðkari ella annar persónur Dopingreglugerðina aðru ferð, sama um ÍSF ella annar antidopingstovnur hevur viðgjørt fyrra brot, skal útihýsingarskeiðið vera tað longsta av: seks mánaðum; helvtin av útihýsingartíðarskeiðnum áløgd fyri fyrra brotið á Dopingreglugerðina, uttan at taka við nakra linking eftir § 13, stk. 6 – 9, ella § 14 ella § 15; ella dupult so langt sum galdandi útihýsingartíðarskeiðið er fyri annað brotið, viðgjørt sum var tað fyrsta brot, uttan at taka við nakra linking eftir § 13, stk. 6 – 9, ella § 14 ella § 15.

Stk. 2. Útihýsingartíðarskeiðið ásett sum framman fyri nevnt kann verða stytt enn meira við at brúka § 13, stk. 6 – 9, ella § 14 ella § 15.

Stk. 3. Triðja brot á Dopingreglugerðina hevur altíð við sær útihýsing fyri lívið (fyri alla tíð), tó undantikið um so er, at brotið kemur undir treytirnar fyri afturtøku ella stytting av útihýsingarskeiðinum sambært § 13, stk. 6 – 9, ella tað er brot á reglurnar um whereabouts í øðrum antidopingfelagsskapi. Í hesum serstaka føri er útihýsingartíðarskeiðið frá átta ár til lívstíð.

Stk. 4. Brot á Dopingreglugerðina, har viðkomandi hevur prógvað, at hann er ósekur ella óskettin, er ikki at meta sum brot, sum hevur verið sambært hesari grein.

Stk. 5. Einstaka brotið á Dopingreglugerðina er at meta sum brot framt aftur og aftur, um so er, at hetta er framt innan fyri eitt tíðarskeið upp á tíggju ár.

§18. Nær byrjar útihýsingin

Útihýsingartíðarskeiðið bryjar tann dagin, tá ið Dopingnevndin dømir. Ein fyribils útihýsing telur tó við í øllum útihýsingartíðarskeiðinum.

§19. Støðan í útihýsingarskeiðinum

Útihýsing eftir hesari Dopingreglugerð fevnir um allar venjingar og kappingar undir ÍSF, eins og øll lønt ella ólønt størv í feløgum og sjálvsognarstovnum undir ÍSF. Íðkari ella annar persónur, ið er útihýstur, kann sostatt ikki í útihýsingartíðarskeiðnum taka lut í kappingum ella virksemi, so sum venjingarlegum, framsýningum ella venjingum, sum ÍSF ella sersamband ella felag undir ÍSF skipar fyri ella hevur góðkent, ella í kappingum, sum yrkisfelagsskapur hevur góðkent, ið skipar fyri altjóða- og landskappingum.

Stk. 2. Úrslitini hjá viðkomandi íðkara, sum brýtur Dopingreglugerðina sambært stk. 1, verða ógyldað, og uppruna útihýsingarskeiðið byrjar um aftur frá tí degi, brotið er framt. Hetta útihýsingarskeiðið kann verða stytt eftir teimum reglum, sum eru galdandi fyri hetta, um so er, at viðkomandi kann prógva, at hann er ósekur ella óskettin ella at hann ikki er munandi sekur ella óskettin.

Stk. 3. Íðkari ella annar persónur, sum er útihýstur, hevur skyldu at lata seg dopingtesta í útihýsingarskeiðinum.

Stk. 4. Dopingnevndin tekur avgerð í málum um brot á § 17. Avgerðirnar kunnu verða kærdar sambært reglunum í § 11 og § 12.

§20. Fyrning

Brot á hesa reglugerð verða ikki revsað, um talan er um fyrning. Fyrningarfrestin er tíggju ár at rokna frá tí degi, tá brotið endaði. Fyrningarslit er, tá ið viðkomandi fær at vita frá ÍSF, at mál er reist ímóti viðkomandi.

§21. Kunning og skráseting

Boð um dopingeftirlit og um dopingmál skulu latast WADA og altjóða sersambandi, um so er at persónur er undir hesari reglugerð ella er undir altjóða sersambandi. Dopingroyndir og dopingmál hjá øðrum persónum, sum eru undir hesari reglugerð, verða skrásett sambært ásetingum hjá ÍSF.

§22. Sínámillum viðurkenning

ÍSF viðurkennir og setur í verk avgerðir um revsing, undantøk og dopingtestir, ið annar antidopingstovnur hevur gjørt sambært World Anti Doping Code.

§23. Broytingar í reglunum

ÍSF kann broyta hesa reglugerð, um so er, at broytingin er innan fyri karmarnar hjá World Anti Doping Code.

§24. Gildiskoma

Henda reglugerð kom í gildi 1. januar 2016.

Møguligar smáar tillagingar kunna blíva framdar.