Evstalóg ÍSF

Skilmarkingar

Aðalfundur: Hægsta vald í ÍSF
Aðalskrivari: Stjóri fyri ÍSF
Forseti: Forsetin hjá ÍSF
Starvsnevnd: Nevndin í ÍSF, sum er hægsta vald millum aðalfundir
Umboðsting: Ting umboðandi aðalfundin, sum ráðgevur starvsnevndina í einstøkum málum
Samband: Samband av ítróttafeløgum, sum varðar av somu ítróttagrein ella líknandi ítróttagrein
Sersamband: Samband av ítróttafeløgum, sum hevur minst 50 limir og 3 ítróttafeløg
Menningarsamband: Samband av ítróttafeløgum, sum enn ikki lúka treytirnar fyri at blíva góðkent sum sersamband
Ítróttafelag: Limur í einum sambandi
Altjóða Olympiska Nevndin, IOC: Óheft altjóða ráð, sum hevur mundugleika yvir Olympisku leikunum og Olympisku rørsluni
Olympiska Nevnd Føroya, NOC: Nevnd sum hevur til endamál, at fyriskipa føroysku luttøkuna í Olympisku leikunum
Olympiska Skjalið: Meginreglur v.m. viðvíkjandi skipan av Olympisku leikunum og Olympisku rørsluni
Íðkaranevnd: Nevnd, ið umboðar sjónarmiðini hjá aktivum íðkarum, og sum er ráðgevandi hjá starvsnevnd ÍSF

Kapittul 1 – Endamál og skipan
Kapittul 2 – Meginstovnarnir hjá ÍSF
Kapittul 3 – Umboðsting
Kapittul 4 – Nevndir
Kapittul 5 – Sambond
Kapittul 6 – Heiðurslimir
Kapittul 7 – Ymiskar ásetanir
Kapittul 8 – Avtøka
Kapittul 9 – Broytingar og Gildi
Kapittul 10 – Gildi og Tulking

Kapittul 1 – Endamál og skipan

Grein 1 – Navn

Stk. 1 : Felagsskapurin eitur Ítróttasamband Føroya, stuttstavað ÍSF.

Stk. 2 : ÍSF er Olympiska Nevnd Føroya. Altjóða navnið er Faroese Confederation of Sports and Olympic Committee.

Grein 2 – Skipan

Stk. 1 : ÍSF er hægsti felagskapur innan ítróttavirksemi í landinum. ÍSF er landsfelag hjá føroyskum sambondum, ið umboða viðurkendar ítróttargreinar, samsvarandi grein 31.

Stk. 2 : ÍSF er óheft av politiskum og átrúnaligum áhugamálum.

Grein 3 – Endamál

Endamálið hjá ÍSF er at:

  • fremja, samskipa og leggja til rættis alt ítróttavirksemi í landinum.
  • fremja samstarv um ítróttamál við landsmyndugleikar og aðrar myndugleikar í landinum.
  • umboða Føroyar í ítróttamálum í millumtjóða og altjóða viðurskiftum.
  • stuðla og verja olympisku rørsluna.
  • umboða føroyska ítrótt í olympiskum høpi, innan teir karmar, sum Altjóða Olympiska Ráðið skipar.
  • virka fyri limaskapi í Altjóða Olympisku Ráðnum
  • virða og halda Olympiska Skjalið og aðrar lógir hjá Altjóða Olympiska Ráðnum.
  • leggja til rættis føroyska luttøku í Olympisku Leikunum.
  • leggja til rættis føroyska luttøku í Oyggjaleikunum og virka fyri at hesir verða hildnir í Føroyum.
  • seta í gongd og skipa fyri tiltøkum at breiða út ítróttina til øll fólk uttan mun til aldur, útbúgving, kyn og sosiala støðu, samsvarandi ynskjunum og tørvinum hjá tí einstaka.
  • menna umstøðurnar hjá teimum, ið hava trupul ítróttalig viðurskifti.
  • hava eftirlit við og arbeiða fyri, at doping ikki fer fram í skipaðum føroyskum ítrótti umframt at fyribyrgja, óreiðiliga ávirkan í ítrótti.

Grein 4 – Búmerki og Flagg

Stk. 1 : Búmerki Ítróttasambands Føroya er vígslukrossur í Kirkjubømúrinum við bláari grund, hvítum krossi, hvítum mynstri og reyðum stavum.

Stk. 2 : Olympiska Búmerki ÍSF er Merkið við Olympisku Ringunum.

Stk. 3 : Flagg ÍSF er Merkið við flaggmerki ÍSF í ovasta horni. Flaggmerkið er fýrkantað, hevur hvíta grund og reyðar stavir.

Kapittul 2 – Meginstovnarnir hjá ÍSF

Grein 5 – Meginstovnarnir

Stk. 1 : Virksemið hjá ÍSF verður skipað eftir hesum leisti:

  • Aðalfundurin, sum er hægsti myndugleiki felagsins
  • Forsetin, sum saman við starvsnevndini hevur ábygdina av dagliga rakstrinum hjá ÍSF
  • Ítróttadómstólurin
  • Dopingnevndin

Stk. 2 : Hesir stovnar stjórna ÍSF. Aðrir stovnar kunnu skipast innan karmarnar hjá nevndu stovnum. Starvsnevndin setir herumframt fastar undirnevndir og nevndir, ið eru settar við einum ávísum endamáli, og skulu ráðgeva og vera Starvsnevndini til hjálpar í arbeiði sínum.

Aðalfundurin

Grein 6 – Aðalfundurin

Stk. 1 : Aðalfundurin hevur hægsta vald í málum hjá ÍSF. Aðalfundurin kann samtykkja lógir, reglugerðir og aðrar ásetingar innan karmarnar av hesi evstulóg.

Stk. 2 : Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári í apríl/mai mánaði við hesi dagsskrá:

  • Val av fundarstjóra
  • Frágreiðing frá virkseminum hjá ÍSF í farna árinum.
  • Framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri ÍSF fyri farna árið.
  • Uppskot til fíggjarætlan fyri inniverandi fíggjarár til góðkenningar
  • Viðgerð av uppskotum og málum, sum eru løgd fyri aðalfundin eftir mannagongdini í grein 9.
  • Viðgerð av møguligum uppskoti frá starvsnevndini um ásetan av ársgjaldi.
  • Val av forseta
  • Val av starvsnevndarlimum, limum í meginstovnar og limum í føstum nevndum
  • Val av grannskoðara, ið skal vera løggildur
  • Ymiskt

Grein 7 – Viðtøkuføri á Aðalfundinum

Aðalfundurin er viðtøkuførur um helmingurin av teimum, sum hava atkvøðurætt sambært grein 8, eru umboðaði á Aðalfundinum.

Grein 8 – Luttakarar og atkvøður á Aðalfundi

Stk. 1 : Hvørt samband, sum er limur í ÍSF kann senda 3 umboð til aðalfundin.

Stk. 2 : Hvørt sersamband, sum er limur í ÍSF hevur eina atkvøðu á aðalfundinum. Tó hevur sersamband, sum hevur færri enn 3 limafeløg, ikki rætt til at greiða atkvøðu á aðalfundi, men rætt til at møta og taka orðið. Hetta er tó ikki galdandi fyri Parasport Føroyar.

Sersamband, ið ikki hevur limagjaldsviðurskifti og onnur limaskapsviðurskifti í lagi, sambært greinunum 31-37, hava tó rætt at møta, men ikki at greiða atkvøðu á aðalfundi.

Stk. 3 : Umboðið fyri menningarsambondini hevur eina atkvøðu á aðalfundinum sambært grein 34, stk. 6.

Stk. 4 : Feløg, sum eru limir í sambondum, kunnu í mesta lagi møta við 2 umboðum til aðalfundin. Feløg hava rætt til at taka orðið, men ikki at greiða atkvøðu á aðalfundi.

Stk. 5 : Aðalfundurin tekur støðu við vanligum meiriluta, um ikki annað er ásett í hesi lóg. Standa atkvøður á jøvnum er uppskotið fallið.

Stk. 6 : Umboð fyri fjølmiðlarnar hava rætt at møta á aðalfundinum. Fundarstjórin kann undir serligum umstøðum, taka avgerð um at fjølmiðlarnir skulu fara av fundinum.

Grein 9 – At lýsa Aðalfund

Stk. 1 : Aðalfundur verður lýstur við skrivligari fráboðan til limirnar við tveir mánaðar freist.

Stk. 2 : Uppskot um val av forseta, uppskot um val av starvsnevnd, uppskot um lógarbroytingar og mál um upptøku av nýggjum sersambandi sum lim, og onnur mál, sum verða kravd viðgjørd á aðalfundi, skulu vera fyrisiting ÍSF skrivliga í hendi 30 dagar fyri aðalfund.

Stk. 3 : Rætt at leggja uppskot fyri aðalfundin, innan fyri ásettu freist í grein 9, stk. 2, hevur starvsnevndin, tey í grein 8 nevndu sersambond og umboðið fyri menningarsambondini.

Stk. 4 : Fundarskrá, uppskot um val av forseta og starvsnevnd, uppskot um lógarbroytingar og onnur innkomin mál verða send sambondunum í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin.

Bert mál sum standa á fundarskránni, kunnu viðgerast á aðalfundinum.

Grein 10 – Eykaaðalfundur

Stk. 1 : Eykaaðalfundur verður hildin:

  • Tá ið aðalfundur samtykkir tað.
  • Um meiriluti av starvsnevndini samtykkir tað.
  • Tá ið minst helvtin av sersambondunum, sum hava limaviðurskifti síni í lagi sambært greinunum 31-37, skrivliga ynskja tað.

Stk. 2 : Eykaaðalfundur verður lýstur við dagsskrá við 30 daga freist. Tilfar til viðgerðar á eykaaðalfundinum verður sent sambondunum í seinsta lagi 14 dagar undan eykaaðalfundinum.

Starvsnevnd ÍSF

Grein 11 – Starvsnevndin

Stk. 1: Starvsnevndin hevur 6 limir. Forseti, og 4 nevndarlimir verða valdir á aðalfundinum hjá ÍSF. Aftrat teimum er formaðurin í íðkaranevndini, sum fær sæti sum vanligur limur í starvsnevndini.

Stk. 2: Starvsnevndin fyri ÍSF hevur saman við forsetanum hægsta vald í ÍSF millum aðalfundirnar. Forsetin er formaður í starvsnevndini. Um Forsetin er burturstaddur ella ikki er tøkur, kemur varaforsetin í forsetans stað.

Stk. 3: Starvsnevndarlimir valdir á aðalfundinum hjá ÍSF verða valdir fyri 4 ár í senn.

Stk. 4: Annaðhvørt ár verða valdir 2 limir á aðalfundinum hjá ÍSF, soleiðis at val av starvsnevndarlimum fer fram á øðrumhvørjum aðalfundi.

Stk. 5: Starvsnevndarlimir kunnu verða afturvaldir.

Stk. 6: Starvsnevndarlimir kunnu ikki hava nakað formligt tilknýti til sambond, sum eru limir í ÍSF, ella í ítróttarfeløgum, sum er limir í sambondum. Við formligt tilknýti meinast við limaskapur í nevndum og føstum undirnevndum. Starvsnevndin tekur avgerð um formligt tilknýti, um ivamál uppstendur.

Stk. 7: Starvsnevndin velur sjálv ein varaforseta millum av aðalfundinum valdu nevndarlimum. Varaforsetin verður valdur á fyrsta starvsnevndarfundi, eftir at forsetin er valdur.

Stk. 8: Limirnir í starvsnevndini kunnu fyri fyrisitingarliga starv sítt fáa løn ella endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Starvsnevndin samtykkir, um slík samsýning skal latast.

Stk. 9: Starvsnevndin gerð uppskot til reglugerð fyri samsýningarnar, sum verður løgd fyri aðalfundin til góðkenningar og starvsnevndin hevur ábyrgdina av, at ásetingarnar í reglugerðini verða fylgdar.

Stk. 10: Starvsnevndin kann seta fólk fyri løn.

Grein 12 – Starvið hjá Starvsnevndini

Starvið hjá starvsnevndini fyri ÍSF er at:

  • seta samtyktir aðalfundanna í verk.
  • taka avgerðir í øllum málum, sum tað ikki áliggur Aðalfundinum at taka avgerð um, og sum ikki sambært lóggávu ella hesum viðtøkum eru løgd til aðrar nevndir at taka avgerð um
  • fyrireika og innkalla til vanligar Aðalfundir og Eykaaðalfundir hjá ÍSF
  • leggja fyri aðalfund til góðkenningar uppskot um upptøku av nýggjum sersambondum sum limir í ÍSF og staðfesting av lógum teirra
  • gera uppskot til fíggjarætlan fyri ÍSF og leggja fyri aðalfundin til góðkenningar
  • tilnevna umboð í undirnevndir hjá ÍSF.
  • ráða í øllum olympiskum málum og gera uppskot til starvsreglur fyri olympiska starvsøkið, sum skal endaliga góðkennast av aðalfundinum.
  • gera uppskot til býti av fíggjarstyrki til sambond og leggja fyri aðalfundin til góðkenningar. Allar felagsútreiðslur hjá ÍSF fara av óbýttum
  • røkja uppgávur, sum hoyra undir nevnd fyri samband, í ítróttagreinum, har samband ikki er stovnað.

Grein 13 – Eftirlit við sambondum

Stk. 1 : Starvsnevndin skal fylgja við starvinum hjá sambondum á henda hátt at:

  • hava eftirlit við virkseminum hjá sambondum og møta á aðalfundi teirra.
  • góðkenna broytingar í lógunum hjá sambondum og búmerki teirra.
  • fylgja við, at lógir og reglur fyri ÍSF og sambond tess verða fylgdar.
  • royna semju í trætumálum, sum kunnu taka seg upp millum starvsnevnd ÍSF og sambond ella millum sambond, ella leggja hesi fyri ítróttadómstólin.

Stk. 2 : Starvsnevndin hjá ÍSF er heimilað at skipa fyri kanning av fíggjarmálum hjá sambondum, um grund er til tess.

Stk. 3 : Starvsevndin kann krevja, at nevndin fyri samband leggur fyri starvsnevndina roknskaparyvirlit, um meirilutin av starvsnevndarlimunum heldur grund vera til tess.

Forseti ÍSF

Grein 14 – Forsetin

Stk. 1 : Forsetin umboðar ÍSF.

Stk. 2 : Høvuðsábyrgdir hansara eru:

  • Gjøgnum fyrisitingina at seta avgerðir hjá Aðalfundinum og Starvsnevndini í verk;
  • at hava eftirlit við, at nevndir í ÍSF virka til fulnar og tryggja, at nevndirnar røkka teimum endamálum, sum eru lýst í hesum viðtøkum;
  • at hava eftirlit við arbeiðinum hjá skrivstovu ÍSF.
  • at hava ábyrgdina av viðurskiftunum millum ÍSF og limirnar, politiskar myndugleikar og aðrar felagsskapir.

Stk. 3 : Forsetin stendur fyri starvsnevndarfundum og fyri fundum í teimum nevndum, har hann er útnevndur formaður.

Stk. 4 : Forsetin hevur eina atkvøðu í Starvsnevndini, og tá stendur á jøvnum, er atkvøða Forsetans avgerandi.

Stk. 5 : Um Forsetin er burturstaddur ella ikki er tøkur, kemur varaforsetin í hansara stað.

Stk. 6 : Møguligar aðrar heimildir hjá Forsetanum skulu verða settar í innanhýsis reglugerðir hjá ÍSF.

Grein 15 – Uppskot til forseta

Stk. 1 : Forsetin verður valdur einsæris av Aðalfundinum fyri eitt tíðarskeið uppá 4 ár.

Stk. 2 : Forsetin kann ikki hava nakað formligt tilknýti til sambond, sum eru limir í ÍSF, ella í ítróttarfeløgum, sum er limir í sambondum. Við formligt tilknýti meinast við limaskapur í nevndum og føstum undirnevndum. Starvsnevndin tekur avgerð um formligt tilknýti, um ivamál uppstendur.

Stk. 3 : Valskeið forsetans byrjar, tá Aðalfundurin, ið hevur valt hann, er liðugur. Forsetin kann veljast aftur.

Stk. 4 : Til val av forseta við fyrstu atkvøðugreiðslu krevst at meirilutin av teimum, sum eru møtt á aðalfundi, atkvøða fyri í fyrsta umfari.

Stk. 5 : Um fleiri enn 2 valevni eru, verður valevnið, ið fær lægsta tal av atkvøðum, tikið burtur í sambandi við næstu atkvøðugreiðsluna, til bert 2 valevni eru eftir.

Stk. 6 : Stendur á jøvnum, verður umval millum tey, ið standa á jøvnum, og eftirfylgjandi lutakast, um tað framvegis stendur á jøvnum. Stk. 7: Um forsetin varandi ella í eitt styttri tíðarskeið er forðaður fyri at útinna starv sítt, skal varaforsetin koma í forsetans stað.

Aðalfundurin velur um neyðugt ein nýggjan forseta.

Fyrisiting

Grein 16 – Aðalskrivari

Stk. 1 : Aðalskrivarin er stjóri fyri skrivstovu ÍSF.

Stk. 2 : Aðalskrivarin verður settur við støði í privatrættarligari avtalu, og skal hava neyðugan førleika.

Stk. 3 : Aðalskrivarin hevur skyldu til:

  • at seta í verk avgerðir, tiknar av aðalfundinum og starvsnevndini samsvarandi boðum frá forsetanum
  • at luttaka á aðalfundinum og nevndarfundum hjá starvsnevndini
  • at skipa fyri fundum í starvsnevndini saman við forsetanum umframt øðrum nevndum.
  • at skriva fundarfrásagnir frá aðalfundum og fundum í starvsnevndini og tryggja at fundarfrasagnir verða skrivaðar frá fundum í ymsu undirnevndum ÍSF
  • at syrgja fyri at roknskapirnir hjá ÍSF verða gjørdir á fullgóðan hátt
  • at skipa fyri dagliga samskiftinum hjá ÍSF
  • saman við starvsnevndini hava um hendi viðurskifti við sambond ÍSF
  • saman við starvsnevndini hava um hendi ymsar altjóða og millumtjóða samgongur, sum ÍSF er limur av ella hevur tilknýti til
  • at seta og siga úr starvi starvsfólk á skrivstovu ÍSF
  • at skipa skrivstovu ÍSF

Stk. 4 : Aðalskrivarin hevur ikki rætt til at hava onnur størv, hvørki lønt ella ólønt, uttan at ÍSF frammanundan skrivliga hevur givið loyvi til tess. Sama er galdandi fyri arbeiði fyri áhugafeløg, eitt nú sum venjari og nevndarlimur fyri sambond og ítróttarfeløg.

Grein 17 – Skrivstova ÍSF

Stk. 1 : Skrivstova ÍSF tekur sær av fyrisitingarliga arbeiðinum hjá ÍSF undir leiðslu av aðalskrivaranum. Tey, ið eru í starvi á skrivstovu ÍSF, eru bundin av innanhýsis skipanarligum reglugerðum hjá ÍSF.

Grein 18 – At boða til Starvsnevndarfundar

Stk. 1 : Forseti ÍSF boðar saman við aðalskrivaranum til fundar í starvsnevndini.

Stk. 2 : Starvsnevndarfundur verður innkallaður við í minsta lagi 2 daga freist. Um talan er um eitt mál, sum ikki kann bíða til vanliga innkallingarfreistin er farin, kann viðkomandi mál viðgerast, um 2 starvsnevndarlimir taka undir við hesum.

Stk. 3 : Starvsnevndin skal halda fund, um 2 starvsnevndarlimir skrivliga krevja hetta til viðgerðar av einum evni, sum verður at tilskila.

Stk. 4 : Starvsnevndin er viðtøkufør, tá 3 starvsnevndarlimir eru á fundi, teirra millum forsetin ella varaforsetin.

Stk. 5 : Starvsnevndin ásetur nærri reglur um virksemið hjá nevndini.

Stk. 6 : Mál í starvsnevndini verða avgjørd við vanligum meiriluta. Forsetin og hvør starvsnevndarlimur hevur eina atkvøðu. Stendur á jøvnum í nevndini er atkvøðan hjá Forsetanum avgerandi.

Grein 19 – Tekningarreglur

ÍSF verður bundið við undirskrift av forsetanum og aðalskrivaranum, forsetanum og varaforsetanum, forsetanum og tveimum starvsnevndarlimum, ella varaforsetanum og tveimum starvsnevndarlimum.

Grein 20 – Roknskapur

Stk. 1 : Roknskaparárið hjá ÍSF er kalendarárið.

Stk. 2 : Til tess at grannskoða ársroknskapin hjá ÍSF verður valdur ein grannskoðari, sum skal verða løggildur grannskoðari. Stk. 3: Grannskoðari felagsins verður valdur fyri 2 ár í senn. Starv hansara stendur við til annar grannskoðari er valdur.

Ítróttadómstólur

Grein 21 – Ítróttadómstólurin

Stk. 1 : Aðalfundurin velur fimm ítróttadómarar og tríggjar varaítróttadómarar í Ítróttadómstólin.

Stk. 2 : Minst tríggir ítróttadómarar og tveir varaítróttadómarar skulu vera lógkønir.

Stk. 3 : Ítróttadómarar og varaítróttadómarar verða valdir, tá skeiðið hjá sitandi dómarum er úti, fyri eitt tvey-ára skeið, soleiðis at tveir ítróttadómarar og tveir varaítróttadómarar verða valdir annaðhvørt ár og tríggir ítróttadómarar og ein varaítróttadómari annaðhvørt ár. At fáa skeiðið at passa, kann ítróttadómari ella varaítróttadómari verða valdur fyri styttri skeið.

Stk. 4 : Formenn og starvsnevndarlimir í sambondum, sum eru limir í ÍSF, og formenn í ítróttarfeløgum, sum er limir í sambondum kunna ikki verða limir í Ítróttadómstólinum. Um ein limur í Ítróttadómstólinum gerst formaður ella starvsnevndarlimur í einum sambandi ella formaður í einum ítróttarfelagið, má hann siga sessin frá sær.

Stk. 5 : Ítróttardómari ella varaítróttadómari kann ikki samstundis vera limur í nøkrum meginstovni ella øðrum stovni í ella undir Ítróttasambandi Føroya.

Stk. 6 : Ítróttadómstólurin skipar seg sjálvan við formanni og einum næstformanni, sum báðir skulu vera lógkønir.

Stk. 7 : Aðalfundurin samtykkir reglugerð fyri Ítróttadómstólin.

Grein 22 – Ítróttadómsmál

Stk. 1 : Ítróttadómstólurin skal taka støðu til allar spurningar um at tulka hesa lóg og aðrar lógir hjá ÍSF.

Stk. 2 : Ítróttadómstólurin kann viðgera øll mál um revsing eftir grein 37.

Stk. 3 : Ítróttadómstólurin kann ikki viðgera mál hjá sambondum, sum greitt hava tilskilað í viðtøkum sínum, at ovasti myndugleiki liggur hjá stovnum innan viðkomandi samband.

Stk. 4 : Ítróttadómstólurin kann viðgera øll mál um tulking av lógunum hjá feløgunum og sambondunum, um lógirnar hjá teimum so áseta, ella partarnir í málinum ynskja tað.

Stk. 5 : Ítróttadómstólurin skal viðgera øll kærumál um avgerðir hjá dopingnevndini.

Stk. 6 : Ítróttadómstólurin kann, við teimum undantøkum, sum nevnd eru í stk. 3, viðgera kappingarmál og kærumál samsvarandi reglugerð fyri dómsnevndir innan ÍSF og viðgerð av kærum innan starvsøkini hjá feløgum og sambondum samsvarandi lógunum hjá teimum.

Stk. 7 : Ítróttadómstólurin viðgerð í kappingarmálum og kærumálum einans spurningar um lóg og mannagongdir, ikki próvspurningar.

Stk. 8 : Ítróttadómstólurin kann altíð, sjálvt um lógirnar hjá feløgum ella sambondum ikki loyva tí, viðgera, hvørt lógir, avgerðir ella annað eru í samsvar við Evstulóg ÍSF ella Olympiska Skjalið.

Íðkaranevnd

Grein 23 – Íðkaranevnd

Stk. 1: ÍSF hevur eina íðkaranevnd, ið virkar sambært Olympiska skjalinum.

Stk. 2: Umboð verða vald í íðkaranevnd eftir reglunum í reglugerð um íðkaranevnd.

Dopingnevnd

Grein 24 – Dopingnevndin

Stk. 1: Aðalfundurin velur Dopingnevndina, sum skal vera mannað við formanni og tveimum nevndarlimum, og einum varalimi.

Stk. 2: Formaðurin og ein av nevndarliminum skulu hava lógkøna ella tilsvarandi útbúgving. Hin nevndarlimurin skal hava læknaliga útbúgving.

Stk. 3: Aðalfundurin velur nevndarlimir og varalim, tá ið skeiðið hjá sitandi limum er úti, fyri eitt tvey ára skeið, soleiðis at ein nevndarlimur og varalimurin verða valdir annaðhvørt ár og tveir nevndarlimir annaðhvørt ár.

Stk. 4: Formenn ella starvsnevndarlimir í sambondum, sum eru limir í ÍSF, og formenn í ítróttarfeløgum, sum er limir í sambondum kunna ikki verða limir í Dopingnevndini. Um ein limur í Dopingnevndini gerst formaður ella sarvsnevndarlimur í einum sambandi ella formaður í einum ítróttarfelagið, má hann siga sessin frá sær.

Stk. 5: Dopingnevndin virkar samsvarandi dopingreglugerðini hjá ÍSF. Henda reglugerð skal eisini skipa eitt antidopingstýrið at fremja neyðugar kanningar og annað beinleiðis eftirlit.

Stk. 6: Dopingnevndin skipar seg sjálva við formanni og næstformanni.

Kapittul 3 – Umboðsting

Grein 25 – Umboðsting

Stk. 1: Tvey umboð fyri hvørt sersamband, tvey umboð fyri menningarsambondini sambært grein 35, stk. 6, og starvsnevndin hittast til fundar minst tvær ferður árliga í Umboðstinginum. Hesi umboð kunnu verða forfólkið í sersambondunum og eitt umboð fyri fyrisitingina í viðkomandi sersambandi ella forfólkið og ein nevndarlimur í viðkomandi sersambandi. Hevur forfólkið forfall, kann varaforfóllið møta ístaðin saman við øðrum umboði.

Stk. 2: Umboðstingið ið er ráðgevandi verður hildið eina ferð um várið og eina ferð um heystið.

Stk. 3: Umboðstingið, kann eisini hittast eftir tørvi, um tað eru mál, ið mett verður neyðugt at umrøða.

Stk. 4: Um minst 6 sersambond skrivliga ynskja tað, skal fundur verða innkallaður í Umboðstinginum.

Stk. 5: Fundur í Umboðstinginum verður innkallaður við skrivligari fráboðan við skrá til limirnar við 14 daga freist. Onnur mál skulu verða starvsnevndini í hendi seinast 10 dagar áðrenn tingið. Tilfar verður sent til limirnar 7 dagar áðrenn tingið.

Kapittul 4 – Nevndir

Grein 26 – Fastar nevndir og fastar undirnevndir

Aðalfundurin velur umboðini hjá ÍSF í føstum nevndum, meðan starvsnevndin velur umboðanina hjá ÍSF í føstum undirnevndum.

Fastar nevndir

Grein 27 – Ítróttasavn Føroya

Ítróttasavn Føroya hevur eina nevnd við fimm limum. Hesir verða valdir á aðalfund Ítróttasambands Føroya. Tríggir verða valdir eftir tilmæli frá starvsnevnd ÍSF og tveir beinleiðis av aðalfundinum. Teir verða valdir at sita í fýra ár, tveir fjórða hvørt ár og tríggir fjórða hvørt ár.

Grein 28 – Úrvalsnevnd

Stk. 1: Ein úrvalsnevnd verður vald, sum hevur fimm limir.

  • Aðalfundurin velur fýra limir
  • Mentamálaráðið velur ein lim

Stk. 2: Nevndarlimir verða valdir á aðalfundi Ítróttasambands Føroya eftir tilmæli frá starvnevnds ÍSF´s. Valskeiðið er tvey ár. Tveir nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár (makað ár) og tríggir verða valdir annaðhvørt ár (ómakað ár), soleiðis at annaðhvørt ár stendur formaðurin og ein nevndarlimur fyri vali (makað ár), og annaðhvørt ár næstformaðurin og tveir nevndarlimir fyri vali (ómakað ár).

Stk. 3: Nevndin skipar seg sjálv.

Stk. 4: Úrvalsnevndin skal umsita úrvalsskipan ÍSF og umsitur pengingin, ið skipanin fær frá sponsorum og við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Úrvalsnevndin virkar eftir reglugerð sum aðalfundurin hevur samtykt eftir tilmæli frá Starvsnevndini.

Stk. 5: Nevndarlimir í Úrval kunnu ikki hava nakað formligt tilknýti til sambond, sum eru limir í ÍSF, ella í ítróttarfeløgum, sum er limir í sambondum. Við formligt tilknýti meinast við limaskapur í nevndum og føstum undirnevndum. Nevndin í Úrval tekur avgerð um formligt tilknýti, um ivamál uppstendur.

Grein 29 – Fastar undirnevndir

Stk. 1: Starvsnevndin velur hesar føstu undirnevndir:

Stk. 2: Fíggjarnevnd, sum hevur tríggjar limir.

  • Forsetin, sum er formaður
  • Ein starvsnevndarlimur
  • Ein eksternur fíggarkønur, sum er skrivari í fíggjarnevndini

Stk. 3: Fíggjarnevndin hevur m.a. til uppgávu at gera uppskot um býtislykil fyri fíggjarstuðul til sambondini, gera uppskot um fíggjarætlan fyri ÍSF eftir reglugerð, sum Starvsnevndin hevur samtykt.

Stk. 4: Oyggjaleikanevnd, sum hevur tríggjar limir

  • Forsetin, sum er formaður
  • Tveir starvsnevndarlimir

Stk. 5: Oyggjaleikanevndin hevur m.a. til uppgávu at umboða Føroyar í IIGA, at samskipa føroyska oyggjaleikaluttøku eftir reglugerð, sum starvsnevndin hevur samtykt.

Stk. 6: Ungdóms- og menningarnevnd, sum hevur tríggjar limir:

  • Tveir starvsnevndarlimir
  • Ein eksternur ítróttarkønur

Stk. 7: Nevndin skipar seg sjálv. Nevndin hevur m.a. til uppgávu at samskipa førleikamenning (útbúgving og skeið) breiddarítrótt og úrvalsítrótt eftir reglugerð, sum starvsnevndin hevur samtykt.

Stk. 8: Umsitingin hjá ÍSF virkar sum skrivari hjá nevndini.

Stk. 9: Hvør formaður umboðar nevnd sína og skal leggja virksemi til rættis sambært reglugerðum, sum eru ásettar av Starvsnevndini.

Grein 30 – Antidopingstýrið

Stk. 1: Sambært løgtingslóg nr. 88 fra 7. juni 2020 um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti kann ÍSF virka sum antidopingmyndugleiki fyri Føroyar eftir góðkenning frá landsstýrismanninum í mentamálum.

Stk. 2: Arbeiðið viðvíkjandi antidoping í Føroyum verður rikið av einum antidopingstýri, sum er sett av starvsnevnd ÍSF. Antidopingstýrið virkar sum ákærumyndugleiki í dopingmálum, sum verða reist sambært dopingreglugerðini hjá ÍSF.

Stk. 3: Antidopingstýrið hevur tríggjar limir. Av hesum skal ein hava útbúgving innan løgfrøði og ein læknafakliga útbúgving. Nevndin skipar seg sjálv.

Stk. 4: Antidopingarbeiðið hjá ÍSF er skipanarliga og fíggjarliga óheft av øðrum arbeiði hjá ÍSF. Limir í Antidopingstýrinum kunnu ikki hava nakað formligt tilknýti til sambond, sum eru limir í ÍSF, ella í ítróttarfeløgum, sum er limir í sambondum.

Grein 31 – Aðrar undirnevndir

Starvsnevndin kann harumframt seta aðrar undirnevndir, og ásetur í reglugerðum virksemi og virkishátt hjá hesum undirnevndum.

Kapittul 5 – Sambond

Grein 32 – Limir í ÍSF

Stk. 1: Limirnir í ÍSF eru sambond av føroyskum ítróttarfeløgum (sersambond ella menningarsambond) sum lúka upptøkutreytirnar fyri limaskap í ÍSF.

Stk. 2: Sersamband er samband av ítróttarfeløgum, sum varða av somu ítróttargrein ella líknandi ítróttargreinum, sambært viðkomandi altjóða reglum, og sum hevur í minsta lagi 50 limir og 3 ítróttarfeløg.

Stk. 3: Menningarsamband er samgonga av ítróttarfeløgum, sum varða av somu ítróttargrein ella líknandi ítróttargreinum, men sum ikki koma undir stk. 2.

Stk. 4: Um sersamband ikki uppfyllir treytirnar í stk. 2 í trý fylgjandi ár, kann starvsnevndin leggja tilmæli fyri aðalfundin um, at umskipa sambandið til menningarsamband.

Stk. 5: Sambond eiga at svara til tey olympiskt viðurkendu altjóða sersambondini.

Stk. 6: Sambond eru hægsti myndugleiki innan Ítróttasamband Føroya um serfrøðiligar spurningar í síni ítróttargrein.

Grein 33 – Limaskyldur

Stk. 1: Uppgávurnar hjá sambondum fevna m.a. um, at:

  • umsita tann stuðul, ið ÍSF letur og at greiða ÍSF frá hvussu stuðulin verður umsitin.
  • lata inn ársfrágreiðing til ÍSF um farna árið.
  • senda inn árliga grannskoðaðan roknskap fyri sambandið til ÍSF.
    1. Árligi roknskapurin skal latast inn til ÍSF seinast 1. juli
    2. Roknskaparárið skal fylgja kalendaraárinum
    3. Roknskapurin skal grannskoðast eftir reglugerð sum fíggjarnevndin hjá ÍSF ger.
    4. Roknskapirnir skulu verða tøkir á heimasíðuni hjá ÍSF
  • heinta inn roknskap frá feløgunum og eftir umbøn útflýggja hesar til starvsnevndina.
  • senda árliga upplýsingar um limatal í feløgunum.
  • tryggja at tær reglur, sum sambandið setur í verk og tær reglur, sum feløgini seta í verk, neyvt samsvara við altjóða reglur og reglurnar hjá ÍSF.
  • boða starvsnevnd ÍSF frá um møguligar broytingar í talinum av feløgum, broytingar í nevndum ella broytingar í viðtøkunum hjá sambandinum.
  • skipa fyri landskappingum v.m.
  • virka fyri stovnan av fleiri feløgum innan tær ítróttargreinar sum sambandið varðar av.
  • umboða ítróttargreinar sínar mótvegis útlondum.

Grein 34 – Treytir fyri limaskapi

Stk. 1: Fyri at eitt samband kann gerast limur í ÍSF skulu fylgjandi treytir vera loknar:

  • Sambandið skal hava ítróttarligt virksemi um hendi, sum hevur til endamál at menna kropsligu, sálarligu og sosialu førleikarnir hjá fólki. Ítróttarligt virksemi merkir, at virksemið serliga er av kropsligum, kroppstekniskum ella konditíónskrevjandi slagi.
  • Sambandið skal í minsta lagi hava hesar stovnar:
    1. Aðalfund
    2. Nevnd
    3. Dómsnevnd
  • Reglurnar hjá sambandinum, og hjá feløgunum undir sambandinum, skulu samsvara altjóða reglur og reglur hjá ÍSF.
  • Ongi sambond kunnu umboða somu ella sambærligar ítróttargreinar.
  • Samband, ið ynskir limaskap, skal senda ÍSF umbøn um limaskap. Í umbønini skal tilskilast hvussu treytirnar í pkt. 1-4 eru loknar.

Grein 35 – Upptøka av limum

Stk. 1: Starvsnevndin tekur avgerð um upptøku av nýggjum limum. Nýggir limir verða tiknir upp sum menningarsambond.

Stk. 2: Starvsnevndin leggur tilmælið fyri aðalfundin um upptøku av menningarsambandi sum sersamband.

Stk. 3: Greiða 2/3 av sersambondunum, sum eru umboðað á aðalfundi, atkvøðu fyri limaskapi, fær sambandið limaskap sum sersamband.

Stk. 4: Greiða 2/3 av sersambondunum, sum eru umboðað á aðalfundi ikki fyri limaskapi, verður umsóknin noktað, og sambandið kann í fyrsta lagi aftaná 3 ár søkja av nýggjum.

Stk. 5: Sambond sum hava 3 feløg, í minsta lagi 50 limir og hava virkað sum menningarsambond í minsta lagi 3 ár, kunnu verða upptikin sum sersambond.

Stk. 6: Menningarsambondini velja eitt felags umboð, sum hevur atkvøðurætt til aðalfundin og møtir á umboðstinginum. Hetta umboð skal vera formaður í einum av menningarsambondunum. Samstundis og á sama hátt verður eitt varaumboð valt.

Stk. 7: Menningarsambondini verða umsitin av Starvsnevndini.

Stk. 8: Starvsnevndin ger reglur um umsiting av menningarsambondum, ið verða løgd fyri aðalfundin til góðkenningar.

Grein 36 – Stuðul til sambond

Stk. 1: Sersambond fáa stuðul eftir leisti sum er góðkendur av aðalfundinum.

Stk. 2: Menningarsambond fáa stuðul eftir teimum reglum sum starvsnevndin ger sambært grein 34, stk. 7.

Grein 37 – Fíggjarviðurskifti og ársgjald

Stk. 1: Sambond hava síni fíggjarviðurskifti um hendi undir umsjón av starvsnevnd ÍSF.

Stk. 2: Í lógunum hjá sambondum skal verða ásett, hvussu verða skal við ognum teirra í sambandi við avtøku av sambandinum.

Stk. 3: Aðalfundurin ásetur ársgjaldið sum limir í ÍSF skula gjalda. Hetta skal gjaldast í seinasta lagi tann 31. desember í verandi ári.

Grein 38 – Revsing o.a.

Stk. 1: Samband sum ikki hevur røkt skyldur sínar sambært grein 32 ella ikki hevur goldið ársgjaldið við ársenda, missir sín atkvøðurætt á aðalfundi.

Stk. 2: Um samband á grovan hátt vanrøkir skyldur sínar, kann aðalfundurin hjá ÍSF taka avgerð um, at sambandið missir sín limaskap í ÍSF.

Stk. 3: Um samband skyldar ársgjald fyri trý ár, kann aðalfundurin hjá ÍSF taka avgerð um, at sambandið missir sín limaskap í ÍSF.

Stk. 4: Starvsnevndin leggur tilmæli um uppsøgn av limaskapi fyri aðalfundin.

Stk. 5: Avgerð um uppsøgn av limaskapi hjá sambandi kann bert takast um 2/3 av teimum umboðaðu á aðalfundinum atkvøða fyri hesum.

Stk. 6: Samband, sum hevur mist sín limaskap eftir stk. 5 í hesi grein, kann kæra avgerðina hjá aðalfundinum til Ítróttardómstólin, sum tekur endalig avgerð í málinum.

Stk. 7: Samband, sum hevur mist sín limaskap eftir stk. 5 í hesi grein, kann ikki gerast limur aftur fyrr enn tey viðurskifti, sum lógu til grund fyri avgerðini um uppsøgn, ikki eru til staðar meira.

Stk. 8: Sambandið, sum hevur mist sín limaskap eftir stk. 5 í hesi grein, og sum ynskir at gerast limur aftur, søkir um limaskap eftir grein 33.

Kapittul 6 – Ymiskar ásetanir

Grein 39 – Útlendingar í Føroyskari Kapping

Stk. 1: Útlendingar kunnu taka lut í FM- og steypakappingum í ítrótti, tá luttøka teirra er í samsvari við lógir og reglugerðir hjá avvarðandi sambandi.

Stk. 2: Hevur samband ikki lógir ella reglugerðir fyri hesum, kunnu bert føroyingar luttaka.

Stk. 3: Føroyingur er tann, ið er føddur ella uppvaksin í Føroyum ella er barn hjá slíkum. Eisini er at rokna sum føroyingur útlendingur, ið hevur verið fast búsitandi í Føroyum í minsta lagi 2 – tvey – ár, og hevur virki sítt her.

Grein 40 – Landslið

Stk. 1: Á føroyskum landsliðum kunnu bert føroyingar luttaka.

Stk. 2: Hvør er føroyingur verður avgjørt sambært lógum og reglugerðum hjá avvarðandi sambandi og viðkomandi altjóða reglum.

Kapittul 7 – Heiðurslimir

Grein 41

Stk. 1: Sum heiðurslimur í ÍSF kann tilnevnast tann, sum gjøgnum hugbinding sína og virki sítt yvir eitt longri áramál av sjálvsvild hevur tikið stór tøk, ið hava roynst ÍSF og limum í felagsskapinum framúr gagngóð.

Stk. 2: Aðalfundur ÍSF tekur avgerð um tilnevning av heiðurslimi, og leggur starvsnevndin uppskot um slíka tilnevning fyri aðalfundin til støðutakan. Tilnevningin av heiðurslimi skal hava vanligan meiriluta.

Stk. 3: Sambond ÍSF kunnu leggja fyri starvsnevndina uppskot til at tilnevna heiðurslim.

Stk. 4: Á aðalfundi ÍSF hevur heiðurslimur møti- og talurætt, men ikki atkvøðurætt

Kapittul 8 – Avtøka

Grein 42 – At slíta Ítróttasambandið

Stk. 1: Til at slíta ÍSF krevst, at 4/5 av teimum, sum hava atkvøðurætt og eiga sæti á aðalfundi ÍSF sambært hesi lóg, samtykkja tað. Verður slík samtykt gjørd, leggur tann aðalfundurin frá sær, meðan tann starvsnevnd, sum sat seinasta valskeið, verður sitandi og boðar til aðalfund av nýggjum um seks mánaðir. Verður tá aftur samtykt við 4/5 meiriluta av umboðum við atkvøðurætti at slíta sambandið, er sambandið lógliga slitið.

Stk. 2: Verður ÍSF soleiðis slitið, skulu allar ognir tess fara í grunn. Stovnsfæið má ikki verða skert, men 2/3 av ársrentum skulu verða nýttar til uppalingar- og ítróttaendamál eftir avgerð hjá 3-mannanevnd, har ein nevndarlimur verður valdur av fráfarandi starvsnevnd. Føroya Løgting velur ein, og tann triði er Føroya løgmaður, sum skal vera nevndarformaður.

Kapittul 9 – Broytingar og Gildi

Grein 43– Lógarbroytingar

Stk. 1: Til broytingar í hesi Evstulóg ÍSF krevst 2/3 meiriluti av teimum atkvøðum, sum eru umboðaðar á aðalfundinum.

Stk. 2: Til aðrar broytingar í lógum og reglum ÍSF krevst vanligur meirliluti á aðalfundinum.

Stk. 3: Til at koyra lim úr ÍSF krevst 2/3 meiriluti av teimum atkvøðum, sum eru umboðaðar á aðalfundinum.

Kapittul 10 – Gildi og Tulking

Grein 44 – Gildi og Tulking

Stk. 1: Samtíðis sum henda lóg kemur í gildi, falla burtur allar samtyktir, sum stríða ímóti henni, og somuleiðis eldra lóg sambandsins. Aðrar lógir og samtyktir hjá ÍSF, ið eru samtyktar sambært eldri Evstulóg verða verandi í gildi.

Stk. 2: Henda lóg skal tulkast í samsvar við Olympiska Skjalið. Í øllum førum, tá ósamsvar er ímillum hesa lóg og Olympiska Skjalið, skal Olympiska Skjalið takast framum.

Samtykt á aðalfundi ÍSF hin 31.05.2002 og seinast tillagað á aðalfundi 04.05.2024.

Evstalóg ÍSF sum pdf