Hendan reglugerð viðgerð treytir fyri at fáa peningaligan stuðul til at luttaka í EM og HM kappingum, og undankappingum til hesar.
Upphæddin, ið verður sett av til stuðul til altjóða kappingar, er partur av samlaða býtinum, sum fíggjarnevndin ger og leggur fyri aðalfundin til góðkenningar.
Stuðul kann søkjast til altjóða kappingar, sum sambond undir ÍSF luttaka í.
Sum meginregla skulu hesar treytir verða uppfyltar:
- Talan skal verða um EM ella HM kapping og undankappingar teirra.
- Kappingin skal verða fyriskipað av europeiskum ella altjóða sambandi.
- Kappingin skal verða fyri vaksin, tó ikki Master ella líknandi, og stuðul verður ikki latin fyri íðkarar yngri enn 16 ár.
- Sama slag av kapping umframt FM skal hava verið fyriskipað í Føroyum árið frammanundan.
- Søkjast kann um stuðul til ferðing, uppihald og mat. Eru aðrar útreiðslur, ið fyriskiparin krevur av Sambandinum, skal próvskjal fyri hesum leggjast við umsókn og uppgerð. ÍSF dagførir á hvørjum ári umsóknarskjal, sum skal brúkast í hesum sambandi.
- Fíggjarætlan fyri luttøkuna skal fylgja við umsóknini.
- Freistin at lata umsókn inn er 15. november árið fyri. Umsóknir, sum koma inn aftaná freistina, kunnu verða tiknar við, um peningur er eftir í puljuni.
- Sambond, sum hava søkt, fáa svar í seinasta lagi 15. desember, um ivamál ikki eru við umsóknini..
- Uppgerð við skjalprógvum fyri útreiðslurnar skal innlatast ÍSF seinast tveir mánaðir eftir, at kappingin hevur verið.
- Starvsnevndin tekur avgerð um býtið.
Samtykt á starvsnevndarfundi 3. juli 2020, seinast dagført av starvsnevnd ÍSF 27. oktober 2026.

