Evniskvøldið um úrvalsítrótt mánakvøldið 3. november eydnaðist væl. Við fjølbroyttum framløgum og kjaki varð ljóskastarin eina løtu settur á føroyska úrvalsítrótt.
Kaj Leo Johannesen løgmaður hevur játtað at vera verji hjá Ítróttasambandi Føroya. Í hesum sambandi handaði starvsnevndin hjá ÍSF 15. oktober 2008 løgmanni gullnál ÍSF og skreytblað.
Sera áhugavert skeið fyri venjarar og leiðarar at børnum og ungum var í vikuskiftinum hildið í ÍSF húsinum. Skeiðleiðarin Ulrik við síni vitan og royndum dugdi sera væl at leggja tilrættis, soleiðis at vit øll, hóast bakrund og aldur, vóru rivin við á ferðini, tá umræður hvat ein góður venjari eigur at verða greiður yvir.
Øllum við áhuga í ferðavinnusamstarvi landanna millum, stendur í boði at søkja stuðul í sambandi við fígging av verkætlanum, hugskotum, vørumenning, ferðum ella líknandi. Samstarvið skal umfata minst tvey av teimum trimum londunum.
Hjartaliga væl afturkomnir úr Serbiu og hjartaliga tillukku við óføru avrikunum. Ítróttasamband Føroya vil takka tykkum fyri, at tit eru so framúr umboð fyri føroyskan ítrótt úti í heimi.
ÍSF hevur fingið nýggja heimasíðu. Síðan kemur at geva okkum nógvar nýggjar spennandi møguleikar. Nærri verður at frætta um hetta, so hvørt sum tillagingarnar verða gjørdar.
Ítróttasamband Føroya fegnast um, at tvey av okkara 15 sersambondum sambært tilmælinum hjá meirilutanum í Fíggjarnevndini hava fingið hækkað játtanina við kr. 100.000,-.