Hendan reglugerð viðgerð treytir fyri at fáa peningaligan stuðul til at luttaka í altjóða ungdómskappingum uttanlands.

Upphæddin, sum verður sett av til stuðul til altjóða ungdómskappingar uttanlands, er partur av samlaða býtinum, sum fíggjarnevndin ger og leggur fyri aðalfundin til góðkenningar.

Stuðul kann søkjast til altjóða ungdómskappingar, sum sambond undir ÍSF luttaka í uttanlands.

  • Talan skal verða um altjóða kapping, sum er fyriskipað og góðkend av altjóða sambandi
  • Fyriskipaða kappingin skal verða U16 kapping ella eldri
  • Søkjast kann um stuðul til ferðing, uppihald og mat
  • Fíggjarætlan fyri luttøkuna skal fylgja við umsóknini
  • Freistin at lata umsókn inn er 15. mai 2025
  • Uppgerð við skjalprógvum fyri útreiðslurnar skal innlatast ÍSF seinast tveir mánaðir eftir, at kappingin hevur verið
  • Starvsnevndin tekur endaliga avgerð um, hvørjar umsóknir verða játtaðar.

Mannagongd fyri viðgerð av umsóknum:

  • Skrivstovan hjá ÍSF fær umsóknirnar og váttar fyri móttøku
  • Um formellu krøvini eru fylgd, verður umsóknin viðgjørd av skrivstovuni
  • Eftir umsókanarfreistina 15. mai ger skrivstovan innstilling til starvsnevnd ÍSF. Tá starvsnevndin hevur tikið avgerð, verður sambandið kunnað um avgerðina skjótast møguligt.

Samtykt á starvsnevndarfundi 1. apríl 2025

Reglugerð sum pdf