Hendan reglugerð viðgerð treytir fyri at fáa peningaligan stuðul til at luttaka í altjóða ungdómskappingum uttanlands. Kappast verður undir Merkinum.
Upphæddin, ið verður sett av til stuðul til altjóða ungdómskappingar uttanlands, er partur av samlaða býtinum, sum fíggjarnevndin ger og leggur fyri aðalfundin til góðkenningar.
Stuðul kann søkjast til altjóða ungdómskappingar, sum sambond undir ÍSF luttaka í uttanlands.
- Talan skal verða um altjóða kapping, sum er fyriskipað og góðkend av altjóða sambandi
- Sama slag av kapping umframt FM skal hava verið fyriskipað í Føroyum árið frammanundan
- Fyriskipaða kappingin skal verða U16 kapping ella eldri, og stuðul verður ikki latin fyri íðkarar yngri enn 16 ár.
- Søkjast kann um stuðul til ferðing, uppihald og mat. Eru aðrar útreiðslur, ið fyriskiparin krevur av Sambandinum, skal próvskjal fyri hesum leggjast við umsókn og uppgerð. ÍSF dagførir á hvørjum ári umsóknarskjal, sum skal brúkast í hesum sambandi.
- Fíggjarætlan fyri luttøkuna skal fylgja við umsóknini
- Freistin at lata umsókn inn er 15. november árið fyri
- Uppgerð við skjalprógvum fyri útreiðslurnar skal innlatast ÍSF seinast tveir mánaðir eftir, at kappingin hevur verið
- Starvsnevndin tekur endaliga avgerð um, hvørjar umsóknir verða játtaðar.
Mannagongd fyri viðgerð av umsóknum
- Skrivstovan hjá ÍSF fær umsóknirnar og váttar fyri móttøku
- Um formellu krøvini eru fylgd, verður umsóknin viðgjørd av skrivstovuni
- Eftir umsókanarfreistina 15. november ger skrivstovan innstilling til starvsnevnd ÍSF. Tá starvsnevndin hevur tikið avgerð, verður Sambandið kunnað um avgerðina skjótast møguligt.
Samtykt á starvsnevndarfundi 1. apríl 2025, og seinast dagført 27. oktober 2026.

