8148

–  Ítrótturin er eitt stað, har vit læra at umgangast í einum sosialt ábyrgdarfullum felagsskapi, og í síðsta enda fært tú betri samfelagsborgarar burtur úr at tosa um etikk og virði í ítróttarfeløgunum, sigur Jens Evald, sum í gjárkvøldið tosaði um etikk og virði á evniskvøldi í Miðlahúsinum

Tak framløguna niður her (6,73 mb pdf)

Eini 60 fólk vóru savnað í Miðlahúsinum í gjárkvøldið, har Ítróttarsambandið hevði evniskvøld um etikk og virði í kappingarítrótti. Til staðar vóru umboð fyri fleiri ítróttargreinar, so sum fótbólt, súkkling, judo, svimjing, badminton, frælsan ítrótt og aðrar.

Uppleggið, ið legði lunnar undir evniskvøldið, kom frá danska professaranum í løgfrøði, Jens Evald, sum er nevndarformaður í Anti Doping Danmark, umframt at hann hevur verið við til at skrivað etisku leiðreglurnar fyri danskan kappingarítrótt. Hann legði fyri við einum fyrilestri um evnið, og síðani kundu áhoyrararnir koma við spurningum og viðmerkingum.

Jens Evald heldur tað hava stóran týdning, at bæði ítróttarfeløg og Ítróttarsambandið finna útav, at tað hevur týdning at hava etiskar leiðreglur, sum kunnu vísa, hvat tað eru fyri virði, ið longu frammanundan eru galdandi í ítrótti.

– Vit skulu ikki hava leiðreglur, tí vit vilja harta fólk ella útihýsa fólki frá ítrótti, um tey ikki fylgja reglunum. Reglurnar skulu hinvegin vísa, hvørja leið vit ynskja at ganga og hvør tann positivi og góði atburðurin í einum ítróttarfelag er. Hinvegin mugu etisku leiðreglurnar mugu ikki standa í vegin fyri, at aðrar reglur verða hildnar og fylgdar, sigur danski professarin.

Krevja fyrimyndir

Ein partur av kappingarítrótt er, at vit vænta av okkara fremstu ítróttarfólkum, at tey eru fyrimyndir uttan fyri vøllin, eins væl og innanfyri. Hetta heldur Jens Evald eisini vera eitt rímiligt krav at seta.

– Tann parturin, sum er uttan fyri kapping, hevur sjálvandi einki við sjálvar spælireglurnar at gera, men hinvegin hevur tað avgjørt nakað við etikkin at gera, hvussu tú bert teg at uttan fyri kapping. Og eg haldi eisini, at vit saktans kunnu krevja av ítróttarfólkunum, at tey eru fyrimyndir, fyri tað um tey ikki eru mitt í einari kapping, sigur hann.

– Men fyrst og fremst er endamálið við etiskum leiðreglum, at vit kunnu tosa um ting +ini, óansæð um vit eru spælari, venjari, formaður, foreldur ella okkurt annað. Leiðreglurnar kunnu vit brúka til at gera vart við, at hetta ella hatta góðtaka vit ikki, tí tað etiskt ikki kann verjast, sjálvt um tað ikki beinleiðis er ímóti nøkrum reglum, vit annars knýta saman við ítróttin.

Jens Evald undirstrikar, at meiningin er, at etisku leiðreglurnar skulu elva til orðaskifti innan ítróttin, sum við hesum reglum hevur eitt gott amboð.

– Etikkurin er ikki leysur av praktiska lívinum, tí allur ítróttur er grundaður á nøkur virði. Ítrótturin er eitt stað, har vit læra at umgangast í einum sosialt ábyrgdarfullum felagsskapi, og í síðsta enda fært tú betri samfelagsborgarar burtur úr at tosa um etikk og virði í ítróttarfeløgunum.

Ikki blandast saman

Fleiri ferðir vísti Jens Evald á, at umráðandi er ikki at blanda etikk og reglur annars saman, og hann nevndi eisini eitt dømi um, at tá reglurnar í sjálvum ítróttinum verða fylgdar, so kann tað eisini beina fyri etiskum trupulleikum. Hetta var hendingin í HM-finaluni í fótbólti í 2006 millum Frakland og Italia, tá franska heimsstjørnan, Zinedine Zidane, brádliga stútaði italska spælaran, Marco Materazzi, í bringuna og afturfyri varð útvístur.

– Hetta var uppgjørt á vøllinum, tí Zidane varð jú vístur út. Óansæð, hvat Materazzi segði við hann, so rættvísgjørdi tað ikki gerðina hjá Zidane, sum stútaði hann í bringuna. Av tí at sjálvar spælireglurnar loystu trupulleikan, var talan ikki um nakran etiskan trupulleika, sigur Evald.

– Ikki fyrr enn nógv seinni fingu vit at vita, hvat Materazzi hevði sagt við Zidane, so har er einki at gera við tað. Men givið er, at skal henda hendingin síggjast í ljósinum av etisku reglunum, so kundi tað sjálvsagt ikki góðtakast, sum Materazzi gjørdi.

Danski professarin vísir á, at nógv av tí, sum ikki verður dømt, er ofta sovorðið, sum dómarin ikki sær ella hoyrir. – Men fyri tað er talan ikki um, at etiskar reglur verða brotnar. Tað er sera umráðandi, at vit ikki blanda etikk og reglur saman, tí tá kann tað fáa óhepnar avleiðingar, sigur hann.

ÍTRÓTTASOSIALURIN

Álvur Haraldsen, alvur@sosialurin.fo

Eirikur í Jákupsstovu, eij@sosialurin.fo

Hilmar Jan Hansen, einslistir@kallnet.fo

[nggallery id=26]