ÍSF og Fólkaheilsuráðið fara nú undir nýggja avbjóðing fyri  at fáa føroyingar at røra seg, í allan juli mánaða kunnu føroyingar vitja fjallatoppar og luttaka í kappingini um eitt vikuskifti í Mykinesi, sum endar við eini rundferð kring Føroyar við tyrluni.

Rørsla í Føroyum er kapping fyri familjur, bindiklubbar, vinfólk, starvsfelagar og aðrar bólkar.

Átakið verður avgreitt í samstarvi við Sona og Pól Sundskarð.

 

Kekkið inn á Sona appini

Fyri at vera við í kappingini, skulu tit vitja fimm ymiskar fjalltoppar í juli og skráseta túrin á Sona appini.

Fyri at skráseta er neyðugt, at tú ert innritað/ur á Sona og hevur lokalitet tendrað á telefonini. Tað er umráðandi, at tú kekkar inni á Sona appini.

Øll, ið hava kekkað inn í  juii, eru við í einum lutakasti um 5.000 kr. til at ferðast í egnum landi, og tey sum vitja 5 fjallatoppar eru við í kappingini um stóra høvuðsvinningin, ið verður latin í august.

Enn ber eisini til at ganga 5 bygdagøtur og kekka inn fyri at vera við í kappingini.

Fjallatúrarnir og bygdagøturnar eru allar vístar á heimasíðuni http://pol.fo 

Seinni í summar koma tvær aðrar avbjóðingar við góðum vinningum og møguleika fyri at kappast um høvuðsvinningin.

Vit hava eisini saman við Pól Sundskarð sett nakrar túrar saman til teirra, ið ikki megna fjallatúrar ella bygdagøtur. Les meira um tað her

Høvuðsvinningurin

Høvuðsvinningurin er eitt vikuskifti í Mykinesi fyri fimm fólk, við øllum íroknaðum.

Tit flúgva við tyrluni úr Vágum fríggjadagin 7. august, og lenda í Mykinesi, har tit búgva í hugnaligu á Lonini Guesthouse, har Oda frá GoLocal fer at vera um tykkum alt vikuskiftið.

Tit gista í hugnaligum kømrum undir væðingini í søguliga gistingarhúsinum. Á skránni er góður føroyskur matur, sólseturtúrur við ferðaleiðara at hyggja at lundum og túrur niðan á Knúk við ferðaleiðara. Njótið hugnaligu bygdina og friðin um kvøldið við áartutli og fuglasongi.  Alt vikuskiftið fáa tit lekran heimagjørdan mat.

Tyrlan kemur aftur eftir tykkum sunnudagin 9. august..  Á veg heim aftur flúgva tit við tyrluni til allar oyggjar á rutunetinum hjá tyrluni. Umborð á tyrluni fáa tit ábit og okkurt fyri tostan.