Úrval kempar fyri føroysk úrvalsítróttarfólk, so at tey kunnu kempa fyri Føroyar! – Reglugerð fyri Úrval s.8

Ein nýggj stuðulsskipan

Strategiin hjá ÍSF 2022-2026, “Í felag fram ímóti felags málum”, bleiv viðtikin á aðalfundi í mai 2022. Eitt av átøkunum í strategiini var at endurskoða reglugerðina fyri Úrval. Í sambandi við endurskoðanina bleiv ein arbeiðsbólkur settur. Í bólkinum sótu Elin H. Joensen (forseti), Magnus Tausen (varaforseti), Hávard Vatnhamar (starvsnevndin og íðkaranevndin), Páll Isholm (nevndin í Úrvali) og Petur Mittún (umsitingin í ÍSF). Harumframt bleiv Signar Hilmarsson settur sum verkætlanarleiðari.


Arbeiðsbólkurin hevði til uppgávu at endurskoða verandi úrvalsreglugerð. Endurskoðanin skuldi hava fyrilit fyri menningarmøguleikum og vera í samsvari við nútíðar úrvalsítróttin í Føroyum. Ein partur av ítróttinum, sum hevur verið í støðugari menning seinnu árini.
Eldra úrvalsreglugerðin, ið hevur verið galdandi síðan 2014, hevði eina tríbýtta stuðulsskipan, har strong krøv um ítróttalig avrik vórðu sett til bólk 1, ið fekk 80 % av stuðlinum. Bólkur 2 hevði væl linari krøv og fekk 20 % av stuðlinum, meðan bólkur 3 fekk 100.000 kr. at brúka til menningartiltøk fyri ung ítróttarfólk við góðum avrikum og ágrýtni.
Nýggja reglugerðin byggir á grundarlagið í eldru reglugerðini, á stuðulsskipanir hjá grannalondum, á gransking innan úrvalsítróttin (eitt nú SPLISS) og á støðuna hjá føroyska úrvalsítróttinum. Stuðulin frá Úrvali verður skipaður í eina stuðulsskipan við fimm stigum, har hvørt stig hevur ymiskar treytir til ítróttarlig avrik og fyrisiting. Krøv verða sett bæði til íðkarar og til avvarðandi samband. Øll sambond, ið samstarva við Úrval, kunnu kalla seg eitt úrvalssamband og skulu sjálvi í minsta lagi fíggja 25 % av egnum úrvalsvirksemi, og Úrval fíggjar í mesta lagi 75 %. Sum nakað nýtt er peningurin ikki oyramerktur til júst tað ítróttarfólkið ella liðið, ið hevur lokið krøvini, men til sambandið at brúka til sítt úrvalsvirksemi. Eisini verður møguligt at brúka 15 % av samlaða stuðlinum til útgerð, ið beinleiðis verður nýtt av úrvalsíðkarum ella í úrvalsvirkseminum hjá sambandinum. Aftur at stuðlinum til úrvalssambond fer Úrval at skipa fyri regluligum menningartiltøkum fyri ítróttarfólk við góðum avrikum og ágrýtni. Hesi tiltøk miða eftir ítróttaligari menning og eftir at skapa samstarv, sparring og felagsskap millum ítróttargreinar. Øll sambond hava møguleika at tekna íðkarar og venjarar til hesi menningartiltøk.


Sum partur av hesi nýggju stuðulsskipan skal ein úrvalsmiðstøð setast á stovn. Hendan miðstøð fer at vera undir støðugari menning komandi árini, treytað av at játtanin til Úrval veksur. Fyrsta stig í hesari tilgongd er at seta ein úrvalssamskipara, sum skal leggja eina ætlan fyri miðstøðina. Úrvalssamskiparin skal hava viðkomandi hægri útbúgving innan ítrótt og skal virka eftir nýggju stuðulsskipanini, samskipa tey átøk og tiltøk, ið eru partur av hesi skipan og vera ábyrgdarfólk, ið skal standa fyri samstarvinum millum Úrval og úrvalssambond. Málið er, at miðstøðin fer í gongd í 2025. Í fyrstu atløgu fer miðstøðin at virka sum vitanardepil innan úrvalsítróttin í Føroyum. Eitt nú fer Úrval at samla lækna, fysioterapi, ítróttarsálarfrøði, kostráðgeving, kropsliga venjing, sinnisvenjing, ráðgeving og líknandi tænastur. Sum játtanin til Úrval veksur, verður úrvalsmiðstøðin eisini ein venjingarmiðstøð, sum skapar karmar hjá úrvalsíðkarum tvørtur um greinar at hittast, samstarva og sparra.
Sum partur av úrvalsvirkseminum miðar ÍSF eftir at seta eina serstaka játtan upp á 200.000 kr. av til løn til úrvalsíðkarar. Úrvalsíðkarar kunnu søkja um lønarstuðul av hesi játtan. Lønarstuðulin skal hjálpa íðkarum í teirra gerandisdegi, so at teir kunnu brúka meira tíð til sín ítrótt og minni tíð upp á arbeiði í eitt tíðarskeið, serliga upp undir kappingar, ið krevja stórar venjingarmongdir og fyrireiking. Hesin lønarstuðul er treytaður av, at játtanin til Úrval veksur.


Eisini hevur ÍSF víst á, at verandi fyrisiting av næmingum á miðnámi, sum fáast við úrvalsvirksemi, ikki er nøktandi. Verandi skipan hevur áseting um, at næmingur kann vera 10 dagar burtur frá undirvísing. ÍSF metir, at tørvur er á at fáa eina skipan, har næmingurin fylgir undirvísingini, hóast hann er burtur frá skúlagongdini vegna ítrótt. Í hesum sambandi bleiv ein royndar- og menningarætlan sett í verk á sumri 2023. Skúlarnir skipa eitt ÍSF-tilboð, so at íðkarin kann samskipa skúlagongd og ítrótt. Kravið er, at íðkarin fylgir undirvísingini og fær møguleika at gjøgnumføra gymnasialt miðnám á sama stigi sum onnur. Tilboðið verður skipað sum eitt samstarv millum næming, skúla og ÍSF/sersambondini.


Nýggja úrvalsskipanin er ein stór broyting frá verandi úrvalsskipan, ið krevur tillagingar í úrvalsvirkseminum hjá Úrvali og hjá sambondunum. Við fyrivarni fyri at Úrval ella sambondini vilja broyta partar av reglugerðini, eftir at hon er viðtikin, skal reglugerðin eftirmetast, eftir at hon hevur verið í gildi í tvey ár. Skipanin bleiv viðtikin á aðalfundi 4. mai 2024 og skal eftirmetast á aðalfundi 2026.

Reglugerð fyri Úrval