Søk fígging til eina verkætlan her.

Endamálið við breiddarpuljuni er at fáa fleiri virkin í føroyska ítróttafelagsskapinum

Við breiddarpuljuni ynskja vit í felag at vaksa um ítróttahópin og áramálið, ið fólk eru virkin.
Fleiri børn skulu luttaka, og tey ungu skulu trívast longur í felagsskapinum. Tey vaksnu skulu eisini fáa fjølbroyttari møguleikar at vera virkin í einum ítróttafelagsskapi.
Felagsskapurin og rørslutilboðini skulu vera viðkomandi fyri allar aldrar, soleiðis at vit kunnu vera virkin alt lívið.

Hvat ber til at søkja fígging til?

Til ber at søkja fígging til  verkætlanir, sum tit trúgva uppá kunnu styrkja breiddina, víðka tykkara virksemið og/ella menna tykkara sjálvbodna felagsskap.

Dømi kunnu vera verkætlanir, sum:

  • fáa fleiri við (bæði íðkarar og sjálvboðin)
  • halda fleiri til longri í felagsskapinum
  • bjóða rørslu alt lívið
  • skapa sosialan trivnað í felagsskapinum
  • fjølga um tykkara sjálvbodnu
  • víðka aktivitetirnar hjá felagnum/sambandinum
  • víðka málbólkin hjá felagnum/sambandinum
  • gera felagsskapin sjónligari í samfelagnum
  • leggja upp til inklusjón
  • eru integratiónsfremjandi
  • fevna tvørtur um ítróttagreinar: felags venjingar ella tiltøk (t.d. skaðafyribyrging, rennivenjing, styrkivenjing, sinnisvenjing, vitan um kost og kropp osfr.)

Hvør kann søkja?

  • Ítróttasambond og ítróttafeløg.
  • Fleiri feløg/sambond kunnu søkja saman.

Nær ber til at søkja?

  • Tað ber til at søkja alt árið 
  • Umsóknarsvar innan 5 vikur  

Hvussu søkir mann?

  • Svara talgilda umsóknarskjalinum á við at trýsta á leinkjuna ovast á hesi síðu.         

Hvussu nógv og hvussu ofta?

  • Søkjast kann upp til 30.000 kr. 
  • Tað er møguligt at søkja saman við øðrum feløgum og sambondum. 
  • Um fleiri søkja saman, kann søkjast upp til 50.000 kr. 
  • Eitt endamál pr. umsókn.
  • Ein umsókn pr. ár pr. felag/samband.
  • Tvær umsóknir pr. ár pr. felag/samband, um søkt verður saman við øðrum.
  • Tað er møguligt at søkja saman við feløgum/sambonum, sum umboða aðra ítróttagrein enn tykkara egnu.
  • Peningurin skal brúkast innan 6 mánaðir, og útreiðslur skulu skjalprógvast.

Hvat kann mann IKKI søkja pengar til?

  • Verkætlanir, sum eru í gongd ella eru lidnar
  • Úrvalsarbeiði
  • Vanligan rakstur og fastsett starvsfólk
  • Limagjald
  • Afturvendandi tiltøk
  • Innsavningartiltøk

Krøv fyri tilluting 

  • Peningurin skal:
    • skapa virksemi
    • eggja fleiri føroyingar til rørslu- og ítróttavirksemi
    • eggja fleiri føroyingar til sjálvboðið virksemi
    • vera við til at skapa nýmenning í feløgum
    • brúkast til ymisk endamál og virksemi
    • brúkast í nógvum ymiskum feløgum (heldur enn færri)
    • brúkast kring alt landið
    • vera við til at gera ítróttavirksemi sjónligari

Mannagongd fyr viðgerð av umsóknum

  • Skrivstovan hjá ÍSF fær umsóknirnar og váttar fyri móttøku.
  • Um formellu krøvini eru fylgd, verður viðkomandi samband kunnað.
  • Sambandið hevur 7 daga hoyringsfreist, áðrenn ungdóms- og menningarnevndin viðgerð umsóknina.
  • Um sambandið ikki hevur gjørt vart við seg, fer umsóknin víðari til viðgerð.
  • Ungdóms- og menningarnevndin hjá ÍSF hevur í mesta lagið 4 vikur at viðgera umsóknina.
  • Verður umsóknin gingin á møti, verða umsøkjari og møguliga sambond kunnað.
  • Peningurin skal brúkast innan 12 mánaðir, og útreiðslur skulu skjalprógvast.
  • Um tað ikki er møguligt at skjalprógva útreiðslur, skal felag senda peningin aftur til puljuna.
  • Eftir at verkætlanin er gjøgnumførd, skal ein stuttur eftirmetingar frymill útfyllast.