21 ítróttavenjarar hava í vikuskiftinum fingið prógv sum ”Venjari 2″
Ítróttasamband Føroya skipar árliga fyri vælumtóktu venjaraútbúgvingini fyri allar ítróttagreinir. Útbúgvingin er samansett av 4 pørtum. Fyrsti partur eitur ”Venjari 1” og er samansettur av tveimum skeiðum.
Í ár hevur eisini verið møguleiki at at fara eitt stig víðari til ”Venjari 2”. Hesin partur av útbúgvingini er í trimum pørtum og í vikuskiftinum var seinasti partur.
Venjari 2 er sett saman av eini røð av skeiðum um ymisk evnir. Tey skeið, ið eru partur av hesi útbúgving eru:
- Aldursrelatera venjing
- Fysisk venjing
- Aerob venjing
- Anaerob venjing
- Venjara rollan
- Styrkivenjing
- Ítróttarskaðar
- Ítróttar psykologi
- Kostur
- Teknikvenjing
- Venjingarplanlegging
20 ítróttavenjarar frá 6 ymiskum ítróttagreinum luttóku og hava fingið prógv á venjara 2 – stigið.
Ítróttasamband Føroya ynskir tykkum øllum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og vónar at nýggju førleikarnir og íblásturin fara at síggjast aftur úti í feløgunum til gagns fyri øll ítróttafólk.
Á myndini síggjast venjarirnir.
Aftast frá vinstru: Carl Oddmar Rasmussen – H71, Eilif Brimheim og Sofus Olsen – Smæran, Rókur í Jákupsstovu – Svimjisamband Føroya, Heri Ziska, Helgi Geyti, Hanus Bergsson – Hvirlan, Thomas Hansen – Ljósið, Heri S. Lamhauge – Støkk
Í miðjuni frá vinstru: Sólvá Poulsen – Klaksvíkar Badmintonfelag, Súsanna Krossteig Hansen – Kyndil, Hjørdis Hávarsá – Klaksvíkar Badmintonfelag, Malan Mikkelsen og Arnóra Thomsen – Ljósið, Lovisa Svabo – Hvirlan
Fremst frá vinstru: Trygvi Laksáfoss og Tummas Napoleon Arge – Hvirlan, Harald Bjørgvin – Neistin/Kyndil, Kára Ólavsdóttir – Klaksvíkar Fimleikafelag.
Heri Johnsson – Team Klaksvík og Kristian Martin Joensen – HS, mangla á myndini